úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen, guitar Rógvi á Rógvu, trummur James [...] tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri skjótt 50 árum síðani. Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober [...] veteranarnar leggja alla orku í. Brekkufeðgarnir høvdu savnað sjey super groovandi funky tónleikarar, sum trinu á pallin í Reinsarínum, at fagna allarbesta superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte
skip í sigling í millum Føroyar og Scrabster fáa vit eitt sera effektivt og álítandi samband” Nýtt og skjótari samband til bretska marknaðin Scrabster hevur eina sera góða landafrøðiliga staðseting í norðara [...] flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Harumframt hevur Samskip, í samstarvi við lokalar veitarar, fyrireikað eina samlaða logistikkloysn, sum fevnir um lossing, umskipan og beinleiðis flutning víðari í Bretlandi. Hetta [...] Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta sjóvegis sambandi til útheimin
13 av teimum 40 TB málunum í 1. deild í ár, og sambært FaroeSoccer hevur hann í 99 dystum í Meistardeildini skorað 19 mál, og í 1. deild hevur hann í 62 dystum skorað 19 mál. Í dag skoraði Samudeen Musah [...] sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin [...] triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild. Stóri maðurin hjá TBí dag Samudeen Musah, sum var trífaldur málskjútti. 25 ára gamli ganesarin hevur verið á Tvøroyri síðani 2020. Hann hevur nú skorað
eftir at leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt [...] myndugleikum, eitt nú Yvirfriðingarnevndini, áðrenn nakað kann gerast í økinum. Sambært borgarstjóranum hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við kommununa um møguleikan at avmarka ferðsluna á fløttinum norðan [...] Sands kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir
Vatnhamar, ið hevur staðið framúr væl í Víkingi Reykjavík síðani skiftið úr Víkingi í Eysturkommunu í 2023, er á veg til Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í Vejle telja tey tað eisini sum eina eyka dygd [...] verið við til at vinna Víking í deildarspælið í Conference League. Í fótbóltssendingini hjá Stöð 2 - sum er eitt slag av TV2 í Íslandi - høvdu teir eitt fótbóltspanel í kvøld. Har søgdu teir seg ikki skilja [...] spæla bæði í verjuni, og sum verjukendur miðvallari. Gunnar hevur við Víkingi Reykjavík vunnið íslendska meistaraheitið á tveimum sinnum, og íslendsku steypakappingina á einum sinni. Gunnar hevur eisini verið
minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har [...] svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir
ávirkan á kjakið. Ísland hevur eina strategiska staðseting beint sunnan fyri Arktis, men landið hevur ongan her, flota ella egið flogvápn. Verjan byggir í stóran mun á Nato og eina avtalu við USA frá 1951 [...] Í dag skulu íslendsku veljararnir avgera, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar [...] limaskapur fer helst eisini at krevja eina broyting í íslendsku grundlógini. Harumframt skulu øll tey 27 ES-londini góðkenna, at Ísland verður limur. Samráðingarnar steðgaðu í 2013 Ísland fór undir ES-samráðingar
Fyrr í ár vann AB 3-0 í Streymnesi, og síðani vann EB/Streymur 2-1 á Argjum. Í dag hittust EB/Streymur og AB fyri triðju og síðstu ferð í ár. Tað var við Margáir, og tað endaði við, at heimaliðið vann [...] at EB/Streymur hevur 20 stig, og at AB hevur 23 stig. EB/Streymur er á sjeynda plássi við 20 stigum. Tað eru fýra stig aftur til Skála ÍF og fimm stig aftur til B68. Hesi bæði dystast í løtuni á Svangaskarði [...] framrættaði spælarin var málskjútti. Næsti dysturin hjá AB verður um eina viku í Runavík. Næsti dysturin hjá EB/Streymi verður annað mánakvøld í Klaksvík.
Í ár verður eitt nýtt, spennandi og ókeypis tiltak á Ljósfestini í Vági. Hetta verður fríggjakvøldið frá klokkan 22 til midnátt. - Tá verður Silent Disco á økinum frammanfyri pallin, har øll eru vælkomin [...] vælkomin at royna eina heilt serliga tónleikauppliving. Í Vágs kommunu vísa tey á, at við einum tráðleysum headsetti kanst tú velja millum ymiskar tónleikastøðir og dansa saman við øðrum – hvør við sínum lag [...] lag, men kortini í sama felagsskapi. - Tað sær kanska eitt sindur løgið út uttanífrá, men tá tú hevur fingið headsettið upp á, skilir tú skjótt, hví Silent Disco er vorðið so vælumtókt kring heimin. Endamálið
eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september. Tað sigur Terji B. Vestergaard, sum eigur handilin: – Tá eg keypti handilin í februar 2024 var ætlanin, at eg sjálvur skuldi [...] skuldi reka handilin og menna hann víðari. Tíverri hevur heilsan hjá mær, í eitt longri tíðarskeið, verið so vánalig, at tað ikki hevur borið til at staðið fyri dagliga rakstrinum. – Eftir drúgvar umhugsanir [...] Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast