Lustenau. Lustenau legði seg á odda í 26. minutti, men átta minuttir seinni javnaði Jussef Nasrawe fyri Ried, og fleiri mál komu ikki í dystinum. Fyri avrik sítt fær Samuel í karakteri: 6,5 frá Sofascore og [...] hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu í dag. Samuel er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir dyst í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini eitur: bundesligan. Í fyrsta kappingardystinum fyri SV Ried [...] Ried dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, Rapid Wien. Í 2021 og 2022 spældi John Frederiksen 28 dystir og skoraði fimm mál fyri Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
mótvegis kvinnuni hevur verið í stríð við Javnstøðulógina. Sostatt verður málið nú viðgjørt í rættarskipanini eftir teimum heimildum, sum eru staðfestar í Javnstøðulógini í slíkum førum. [...] januar 2026 tók javnstøðunevndin avgerð í einum klagumáli, har nevndin kom til ta niðurstøðu, at ein arbeiðsgevari hevði brotið reglurnar í Javnstøðulógini um mismun í sambandi við viðgongu og barnsburðarfarloyvi [...] kvinnuni, sum hevði verið fyri vanbýti, samsýning svarandi til løn í 25 vikur. Arbeiðsgevarin hjá kvinnuni boðaði tó frá, at hann ikki fór at fylgja avgerðini. Javnstøðunevndin heitti síðani á arbeiðsgevaran
Jens verið ein fyrimynd bæði í Frælsi og í føroyska rennarumhvørvinum sum heild. Tí var tað eisini ein væl uppiborin heiður, tá Jens R. Weihe í dag varð gjørdur til heiðurslim í Frælsi. Hjartaliga tillukku [...] Jens er í dag 78 ár, men ferðin er framvegis góð. So seint sum í gjár rann hann Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs upp á 1:51:40. Hetta var tað seinasta av seks hálvmaratonum í Føroyum [...] Føroyum, og Jens hevur runnið tey øll í ár. At aldurin ikki nýtist at seta mørk fyri, hvat ber til, er Jens eitt livandi dømi um. Men tað eru ikki bara kilometrarnir, úrslitini og áhaldnið, sum gera hann serligan
Jordan framvegis ikki hevur fingið vinningin útgoldnan fyri luttøkuna í Arab Cup, sum varð spæld í Katar í desember 2025. Ali bin al-Hussein ger greitt, at jordanska fótbóltssambandið ikki fer at stuðla Gianni [...] Gianni Infantino. – Í Jordan eru vit errin av okkara etisku virðum. Vit stuðlaðu ikki Infantino fyrr, og tað fara vit heldur ikki at gera nú. Hetta kann bert lýsast sum trýst og avpressing, og tað boyggja [...] Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X skrivar hann, at Fifa hevði givið honum greið boð um, at tað fór at gagna jordanska fótbóltssambandinum, um hann alment stuðlaði Infantino. – Í fleiri mánaðir noktaði
journalistinum, hví man ikki handlaði í 2023, so kann hann bara geva núverandi landsstýrismanni í uttanríkismálum skyldina. Ikki táverandi landsstýrismanni, neinei – man má ikki tosa ringt um Tjóðveldi [...] at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki fisk! Tískil er tað burturvið, at Jóannes Eidesgaard pástendur, at tað vil geva okkum frían mobilitet av okkara fiskavørum í ES, um vit gerast [...] Eidesgaard í Breddanum, tí ferð aftaná ferð verður staðfest, hvat hansara egentliga agenda er: At geva Sambandsflokkinum skyldina fyri allar heimsins trupulleikar. Hann harmast um, at man ikki tók ímóti
nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava gjørt hølini klár, men arbeiðið er framvegis ikki komið so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu. Hann vísir eisini á, at í dag eru tveir mannligir k [...] at vita. Hann hevur tí sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Hann spyr, nær landsstýriskvinnan væntar [...] væntar, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett í starv, og um arbeitt verður fyri, at skipanin eisini skal fevna um ein kvinnuligan kommunulækna. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen
sendinevndin í Útnorðurráðnum í mentanarhúsinum Hof á Akureyri. ##med3## Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA og Hanna í Horni, sendikvinna Føroya í Íslandi. ##med4## Dagbjørt Hákonardóttir, limur í formansskapinum [...] Akureyri í Íslandi í hesum døgum. Útnorðurráðið er mannað við seks tinglimum úr hvørjum av teimum trimum londunum í útnorðri: Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum [...] felags áhuga fyri londini í útnorðri. Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva
og stuðla kanadiskum løntakarum og fyritøkum í hesum truplu tíðum. Enn er ikki greitt, júst hvørji tiltøk verða løgd fram. Kanada og USA komu fríggjadagin ikki ásamt um eina avtalu, sum kundi forða fyri [...] komu í gildi leygardagin, og Kanada boðaði síðani frá ætlanum um at seta revsitoll á amerikanskar vørur. Mánadagin segði Donald Trump eisini, at tollurin á kanadiskar bilar verður tvífaldaður upp í 50 prosent [...] Kanada fer í dag at kunngera, hvussu landið fer at svara nýggju tollsatsunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump. Tað stendur á heimasíðuni hjá kanadisku stjórnini. Fíggjarmálaráðharrin, François-Philippe
handilsmiðstøð í Skeiðarvogi í Reykjavík. Sambært íslendska miðlinum Vísi vóru í minsta lagi seks løgreglubilar og eitt fólk úr serdeildini á staðnum. Talsfólkið hjá løgregluni vildi ikki gera viðmerkingar [...] álvarsligan harðskapstilburð í Kópavogi. Nógv løgreglu- og bjargingarfólk vórðu send á staðið. Tveir sjúkrabilar komu á staðið, og ein persónur varð fluttur á skaðastovuna. Í eini fráboðan upplýsti løgreglan [...] løgreglan fyrst, at ein maður var handtikin í sambandi við álvarsliga harðskapstilburðin, og at kanningararbeiðið var á einum heilt byrjandi stigi. Sambært upplýsingum hjá íslendska kringvarpinum RÚV verður
gera fyri at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki, menna neyðugu førleikarnar og standa sterkari í teimum broytingum, sum eru fyri framman. Spurningurin er sostatt ikki longur bara, um vitlíki fer at broyta [...] fara vit at hava tørv á, og hvussu fyrireika vit okkum til eina framtíð, sum í løtuni er trupul at spáa um? Kjakið skal tó ikki bara snúgva seg um, hvat kann henda. Luttakararnir verða eisini bidnir um at [...] r, fyritøkur og politiska skipanin at fyrireika seg? Á Vinnudegnum verður evnið tikið upp til kjak í Norðurlandahúsinum. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara at