av atkvøðunum vóru taldar. Sigurin verður mettur sum ein stórur sigur hjá vinstraveinginum í Demokratiska flokkinum. – Við orðunum hjá Muhammad Ali: Vit skelkaðu heimin, segði Abdul El-Sayed eftir valið [...] Mike Rogers, sum ikki hevði mótvalevni í undanvalinum hjá republikanarum. Abdul El-Sayed hevur millum annað gjørt seg til talsmann fyri almennari heilsutrygd, fíggjað av skattum, og hevur eisini kallað framferðina
einum brævi, sum Fifa hevur almannakunngjørt sambært Sky News. – Vit viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna eisini, at mistøk [...] mistøk vórðu gjørd, eftir at uppskotið lak til miðlarnar, stendur í brævinum, sum bæði Gianni Infantino og aðalskrivarin í Fifa, Mattias Grafström, hava skrivað undir. Í brævinum biðja teir um umbering fyri [...] aftur – uppskotið um at selja partar av HM-kappingunum til privatar íleggjarar. Sama bræv staðfestir eisini, at leiðslan í Fifa framvegis hevur fullan stuðul til Gianni Infantino, hóast hann seinastu vikurnar
halda, at tørvur er á eini breiðari ætlan, sum fevnir um fyribyrging, hjálp og viðgerð til tey, sum verða rakt, men eisini um lógarbroytingar og viðgerð til tey, sum fremja kynslig brotsverk. Eiga kynslig [...] brotsverk. Teir vísa á, at nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta [...] verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða gjørd í tøttum samstarvi við KRIS, sum í nógv ár hevur arbeitt við hjálp, ráðgeving og viðgerð á økinum. Harumframt verður mælt til, at h
skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum. Tey vísa eisini á, at Føroyar nú hava sítt egna Heilsustýri [...] lógaruppskot, so landslæknaembætið og onnur viðkomandi málsøki kunnu verða yvirtikin sambært tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í februar 2025. Uppskotssetararnir halda, at tað er óheppið [...] ábyrgd fyri egna heilsuøkinum. – Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd, og tað snýr seg um, at vit hava førleikarnar í Føroyum til at skipa okkara egna landslæknaembæti, skriva tey. Uppskotið verður
fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi. Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur [...] um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin, sigur [...] snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra
Virkna lívið hjá Flemmingi kann á ein hátt deilast upp í tvey. Fyrra tíðarskeiðið sum maskinsmiður og seinna tíðarskeiðið sum løgtingsmaður. 21 ára gamal bleiv hann útbúgvin maskinsmiður. Hann lærdi og starvaðist [...] i, har hann starvaðist til 1980. Tey seinnu árini starvaðist hann sum smiðjumeistari. Hóast seinna starvsleiðin hjá Flemmingi var sum løgtingsmaður, slepti hann ongantíð smiðjuni heilt. Hann hevði serstakliga [...] fyri, hjálpti hann til. Tí var hann eisini av og á við til nakrar av nýbyggingunum í 80´unum í Vágs Skipasmiðju. Flemming Mikkelsen var ein álitismaður. Hann var eisini ein sera fyrikomandi og vælumtóktur
gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein hátt, ið ger, at tey missa týdningarmikla læring og [...] útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum hjá næmingum undir próvtøkum, so tað verður lættari at avdúka sník við [...] Serliga fegnast felagið um, at allir skúlar nú kunnu fáa somu skipan fyri eftirliti undir próvtøkum. Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu
saman. Tað, sum verður ment, skal ikki bara virka. Tað skal eisini vera lætt at skilja, lætt at brúka og geva meining fyri tey menniskju, sum skulu brúka tað. – Vit skapa tøkniloysnir, sum eru til menniskju [...] - Tað týdningarmesta fyri okkum er, at kundarnir vita, at vit finnast, og hvat vit kunnu hjálpa teimum við. Vit eru ein heildarveitari, sum kann hjálpa við øllum frá heimasíðum og appum til kompleksar [...] við sniðinum. – Vit tekna altíð sniðið fyrst, so kundin veit, hvat hann fær. Síðan tillaga vit eftir tørvi, áðrenn heimasíðan verður ment, sigur stjórin. Vitlíki eitt tvíeggjað svørð Sum flestu KT-fyritøkur
kommunu. Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur [...] umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar kommunu. Lagt verður aftrat, at brillurnar, sum verða latnar borgarunum ókeypis, kunnu heintast
verða gjørd aftur. – Hesar treytir eru ikki loknar, sigur UEFA sambært BBC Sport. UEFA staðfestir eisini, at álitið á leiðsluna hjá Gianni Infantino er burtur. – UEFA gjørdi púra greitt í fráboðanini l [...] fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðan hann legði ætlanina fram og seinni tók hana aftur. – Vit harmast mistøkini av sonnum og binda okkum til at tryggja, at tey ikki verða endurtikin, stendur í [...] aðalskrivarin Matthias Grafström og restin av FIFA-leiðsluni framvegis taka fult undir við Infantino, sum seinastu tíðina hevur verið fyri stórum atfinningum. /Ritzau/