Jarðskjálvtin rakti tíðliga í morgun lokala tíð og varð máldur til 7,7. Suharyanto, leiðari fyri indonesisku tilbúgvingarmyndugleikarnar, upplýsir sambært AFP, at 38 fólk eru staðfest deyð. Tvey fólk eru [...] »eldringurin«. Annar jóladag í 2004 varð Indonesia rakt av einum jarðskjálvta, sum varð máldur til 9,1. Hann elvdi til eina ógvusliga flóðaldu, sum kostaði meira enn 220.000 fólkum í Asia lívið. Umleið 170.000 [...] jarðfrøðistovnurin USGS. Fleiri harðir eftirskjálvtar hava síðani verið í økinum. Ein teirra varð máldur til 6,1. – Brádliga fór alt at ristast, og eg fór í panikk, sigur 31 ára gamli Lukas Lotar, sum arbeiðir
á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur sett 4.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í 2026 av til vinnuligar fiskiroyndir. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum [...] menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir. Í umsóknini skal upplýsast [...] hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður á landi. Umsóknarfreistin er á middegi
virðing Ova Joensen. - Vit takka fyri lív hansara, fyri dirvið, hann sýndi, og fyri tann íblástur, sum hann framvegis gevur nýggjum ættarliðum til gleði og gagns fyri allar føroyingar. Eg fegnist ikki [...] mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen. Men fyri Birgir er Ove Joensen ikki bara ein [...] dagin var tómt. Orsøkin var, at Ove Joensen legði til havs. Eg koyrdi oman móti bryggjuni, men bilrøðin møtti mær longu í Stoffalág. Tá gekk upp fyri mær, hvussu nógv fólk vóru spent upp á túrin hjá Ova
samskipaða ætlan fyri lesimenning tvørtur um lærugreinir og meira dagført føroyskt lesitilfar, serliga til eldri næmingar og dreingir. Eisini verður mælt til, at náttúruvísindalig undirvísing byrjar longu í 1 [...] . Størri krøv eiga at verða sett til fakliga førleikan hjá lærarum, og møguleikarnir fyri eftir- og víðariútbúgving eiga at verða styrktir. Harumframt verður mælt til, at náttúruvísindi verða fast skrivligt [...] triði hvør næmingur undir stigi 2. OECD metir stig 2 vera grundleggjandi minstamarkið fyri teir førleikar, sum krevjast fyri at kunna taka virknan lut í nútíðarsamfelagnum. Samstundis eru lutfalsliga fáir føroyskir
vórðu særd í Ukraina í juli í ár. - Hetta er ein vøkstur á 30 prosent í mun til mánaðan fyri - og ein vøkstur á 70 prosent í mun til juli í fjør, sigur ST. Lagt verður aftrat, at talið av deyðum sivilum í [...] Russlandi lótu 79 sivilfólk lív í juli í ár. ST sigur, at tað hevur ikki borið til at fingið russisku tølini váttað, tí tilgongdin til hesi tøl í Russlandi er avmarkað. [...] Í juli í ár vaks talið av sivilum dripnum í Ukraina til tað hægsta, sum tað hevur verið síðan í mai 2022. Tað upplýsir ST, og sagt verður, at henda mánaðin lótu 437 sivilir ukrainar lív í russiskum álopum
úr ættargranskingardátugrunnum fyri at eyðmerkja møguligar familjusambindingar. Málið hevur verið óloyst í meira enn 20 ár, men nýggja DNA-háttalagið hevur nú ført til, at ákæra er reist móti 45 ára gamla [...] Málið kemur fyri rættin 17. august, upplýsir ákærin Hanna Flordal sambært svenska tíðindastovuni TT. Maðurin er funnin við hjálp av DNA-grundaðari ættargransking, har DNA-spor verða samanborin við upplýsingar
at trappur eru til pisshúsið úr tveimum ættum, hevur býráðið valt at gera nýggja wc á veghædd beint við síðuna av Hotel Tórshavn. Úr erva – framman fyri ráðhúsið, verður lyfta niður til pisshúsið. ##med2## [...] Ein 70 ára gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya [...] Føroya Rætti. Maðurin var ákærdur fyri at hava sett eld á ein serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann
bóndakonan, Bára Joensen, sum stendur fyri kafé'ini, og hon hevur fingið góða hjálp frá dóttrini, Brynhild og verdóttrini, Selmu. Nú hevur Bára havt Fjóskafé'ina opnað fyri seinastu ferð hetta summarið. - Eftir [...] verður aftrat, at fyri eysturbúgvar og føroyingar annars, sum ferðast í egnum landi, hevur tað verið serliga gleðiligt, at Fjóskafé'in hevur verið opin. - Tað hevur nevniliga borið til í summar at vitja
hava týdning fyri marknaðaratgongdina og serliga fyri virking og útflutning av ávísum fiskasløgum. Men MSC má ikki brúkast sum eitt generelt nei-argument móti einari og hvørjari tillaging fyri bólk 5. Um [...] og arbeiðsbólkurin høvdu verið við til at gera. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá umsitingarætlanini og 5-prosentregluni. Kortini varð ætlanin sett til viks. Tá ein umsitingarætlan kann verða [...] tryggja. Tað einasta rætta er tí at fara aftur til semjuna í arbeiðsbólkinum: fimm prosent niður, óbroytt ella fimm prosent upp. Hendan skipanin eigur at galda, til arbeiðsbólkurin hevur fingið semju um eina
Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini við hjálp frá fronsku og portugisisku løgregluni og pólsku marknaverjuni. Sambært AFP hevur ringurin staðið aftan fyri í minsta lagi 64 smuglingarferðir [...] eru flutt til Spania. Løgreglan sigur, at ferðirnar vóru sera vandamiklar. Fólkini sótu trongt í skjóttgangandi bátum, sum sigldu í ringum veðri, og í summum førum vóru ferðafólk bundin saman fyri at forða [...] forða teimum í at detta fyri borð. Smuglararnir ráddu sambært Europol yvir ein heilum flota av skjóttgangandi bátum, millum annað sokallaðum "spøkilsisspeedbátum", sum eru bannaðir í Spania vegna stóru m