Málið er fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar [...] Ráfiskaseljarafelag og Havstovan. Víst hevur millum annað verið á, at uppskotið víkir frá galdandi umsitingarætlan og veiðireglu, kann økja veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar og møguliga fáa avleiðingar fyri M [...] Meirilutin vísti á, at miðalavreiðingin hjá bólki 5 B higartil í ár hevur verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Verða 750 dagar lagdir afturat, svarar tað til eina væntaða veiðu á umleið 330 tons.
Málið varð ikki avgreitt á fundinum, men løgmaður sigur, at tey umrøddu tað, og at fundurin var jaligur. – ES er eitt sera stórt apparat, so eitt slíkt mál verður ikki avgreitt á einum fundi við forkvinnuna [...] Erasmus+ kunnu lesandi í Føroyum taka partar av útbúgvingini á Setrinum í einum ES-landi, og lesandi úr ES-londum kunnu taka partar av síni útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, sigur Beinir Johannesen. ##med2## [...] Johannesen sum løgmaður. Hann fer millum annað at leggja dent á føroyska ynskið um størri uttanríkispolitiskar heimildir. – Tað góða er, at eg kann vísa á, at føroyska politiska skipanin stendur saman um hetta
seinast varð hon hildin í Penang í Malaysia. Nú verður hon so á fyrsta sinni hildin her í Føroyum. - Tað hevur stóran týdning fyri okkum á Fróðskaparsetrinum at kunna skipa fyri einum slíkum stórum altjóða [...] IIFET-ráðstevnuna. Á skránni eru evni sum burðardygg umsiting av fiskivinnu og alivinnu, tilfeingisbúskapur, handil við fiski, matvørutrygd og arbeiðsmarknaður. Dentur verður eisini lagdur á, hvussu búskaparlig [...] 17. august Mánadagin 17. august klokkan 13:00 er eitt serligt alment tiltak á skránni, sum hevur breiðari samfelagsligt fokus, á enskum kallað Policy Day. Tá fara umboð fyri gransking, vinnulív og myndugleikar
Stórur dentur á Norðuratlantshav Danmark hevur seinastu árini økt verjuíløgurnar í Arktis og Norðuratlantshavi munandi. Bara tær báðar serligu avtalurnar um økið frá 2025 eru tilsamans upp á meira enn 42 [...] danski verjumálaráðharrin Jeppe Bruus og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, frá, at Danmark og Føroyar eru samd um at økja virksemið hjá donsku verjuni í og kring Føroyar [...] ein nýggjan kaðal. Tann avgerðin er tikin. So greiður var Søren Andersen, stjóri í Arktisk Kommando, á vinnutiltaki í Føroya Banka í gjár, har hann helt fyrilestur um leiðslu í ótryggum tíðum. Eftir fyrilesturin
Eg taki undir við lógaruppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni [...] umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur [...] í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir
teir verða tillutaðir. Mín politiska grundgeving byggir á almennu gongdina: meira enn 70 prosent skerjing, brotið á umsitingarsemjuna og tørvin á at varðveita útróðurin sum eina vinnu og sum veruligan møguleika [...] fram. Frihedsbrevet velur á henda hátt at gera ein møguligan persónligan fyrimun til høvuðsvinkulin. Tað má standa fyri teirra rokning. Tá ið Frihedsbrevet leggur so stóran dent á persónlig sambond og møgulig [...] bygdir kring landið. Bólkur 5 hevði eitt árligt útgangsstøði á umleið 22.000 fiskidagar, men hevur 6.468 dagar í 2026. Tað er ein skerjing upp á meira enn 70 prosent. Bólkur 4 hevur eisini verið fyri sera