fyri árini 2026-2030. Málið er at menna eitt samanhangandi úrvalsumhvørvi frá U13 og allan vegin upp á A-landsliðið, við einum greiðum leikhátti, dygdargóðari úrvalsvenjing og tøttum samstarvi millum feløg [...] samanhangin og samstundis styrkja samstarvið kring einstaka spælaran , sigur Jonas Nielsen, tekniskur stjóri. André Olsen gleðir seg til at fara undir nýggju uppgávuna og til samstarvið við venjarnar føroysku
legði telefonina fram á árliga tiltakinum hjá tøknirisanum í Cupertino í Kalifornia. Fleiri kappingarneytar, teirra millum Samsung og Huawei, hava longu samanleggiligar telefonir á marknaðinum. Samsung [...] fyrsti stóri framleiðarin, sum setti eina faldsnildtelefon á marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019. Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir [...] brúka sum ein iPad. Tá iPhone Duo er samanløgd, er hon á stødd við eitt pass og hevur avrundað horn. Uttaná er ein skíggi, sum kann brúkast sum á einari vanligari telefon. Tá hon verður latin upp, kemur
sterkt á norðurlendska marknaðinum. Merkið er tað einasta, sum – burtursæð frá BMW iX5 – er umboðað á topp-10-listunum í øllum fýra londunum. Í Finnlandi eigur Toyota enntá øll fimm fremstu plássini á mod [...] sama mánað. – Norski nýbilamarknaðurin er nú í praksis fult elektriskur, sigur Geir Inge Stokke, stjóri í norska Opplysningsrådet for veitrafikken. Noreg liggur langt fremst av teimum fýra stóru norðurlendsku [...] parti av Norðurlondum. Í Finnlandi vórðu 6.642 nýggir persónbilar skrásettir, sum er ein vøkstur upp á 26,2 prosent samanborið við august í fjør. Í Danmark vóru 16.165 nýggir bilar skrásettir, 24,1 prosent
orð á sær, og vit ætla at royna at føra fyritøkuna víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar verkætlanir í gongd, sigur hann. Sjálvt virksemið heldur fram í verandi hølum á Hálsi [...] millum annað er kendur frá Handlinum hjá Fróða, og Árni Rasmussen, sum er kendur frá millum annað sum stjóri í íløgufelagnum Tjaldri og Reyniservice og Auto Service. Teir hava stovnað íløgufelagið SR Invest
tíðliga. Mannagongdin í kanningini er, at ein blóðroynd verður tikin úr hælinum á barninum stutt eftir føðing. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort, sum verður sent til SSI í [...] vit sjálvi umsita nýtsluna av hesum virðismikla tilfarinum, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum. Orsøkin til, at tilfarið verður varðveitt, eftir at kanningarnar eru lidnar, er [...] Dátur eldri enn 2009 eru í varðveitslu hjá Statens Serum Institut. Til ber at lesa meira um PKU-kort á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum .
Oluf á Lakjuni o.a. fingu boðið og keyptu eitt lítið netavirki í einum kjallara (City) í Fuglafirði og síðan útgerðina á trolvirkinum hjá Poul Hansen, stjóra á Kimbil, ið reiddi út og helt tíl á Bacalao [...] í Fuglafirði og í Havn á trolvirkinum Vónini og í Runavík á Beta. Í Íslandi spardi hann 3.000 kr saman hvørt ár til Sjómannaskúlan. Summarið 1958 var hann við Kaj í Hvannasundi á Skálabergi. Aftur 3.000 [...] prógv sum skipsførari í 1965. Í 1967 fór Olaf á Danmarks Tekniske Institut til víðari útbúgving, sum gav honum kjans sum lærari á Sjómannaskúlanum. Men starv á skúlabeinki var heldur fáligt hjá einum pressara
í eygsjón. – Støðan á fóðurmarknaðinum er óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Hann vísir tó á, at felagið hevur bygt [...] 6 milliónir stór smolt á sjógv, og fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni. Nýtt fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða [...] ar í eini tíð, har prísirnir á rávørum hækka nógv. – Neyðugt verður at gera tillagingar í rávørusamansetingini fyri at verja okkara kappingarstøðu, tó uttan at slaka upp á góðsku, fiskaheilsu ella fóðurvirði
1. næstforkvinna og Jón Gnarr 2. næstformaður. Formansskapurin varð valdur á 42. ársfundinum hjá ráðnum, sum verður hildin á Akureyri í Íslandi í hesum døgum. Útnorðurráðið er mannað við seks tinglimum [...] londunum í útnorðri: Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum saman við politikarum og gestum úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum viðger ráðið mál, sum hava felags áhuga [...] Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva umrøðu á ársfundinum, har formansskapurin
gongdini. Rune tekur við starvinum eftir nærri avtalu. Sum stjóri fer Rune Nørregaard at standa á odda fyri at menna LÍV við serligum denti á at styrkja raksturin, skapa góð og støðug úrslit og seta eina [...] samfelagið og vinnulívið væl, og nevndirnar eru sannførdar um, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri at menna LÍV framhaldandi, sigur Árni H. Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum [...] School. Hann hevur eisini tikið nevndarútbúgvingina fyri nevndarlimir í tryggingar- og eftirlønarfeløgum á Forsikringsakademiet. Umframt tað hevur hann arbeitt sum senior legal advisor hjá Danske Bank og sum
hava gjørt eina langtíðaravtalu um flutningskapasitet á leiðini, sum er við til at skapa grundarlag fyri regluligari sigling. Sjúrður Johansen, stjóri hjá Samskip “Vit síggja góðar møguleikar í eini fastari [...] og bretskum kundum pláss á leiðini, bæði úr Føroyum til Bretlands og úr Bretlandi aftur til Føroya. Harvið verður nýggja leiðin eitt alternativ hjá fyritøkum, sum hava tørv á regluligum flutningi millum