av avrættingum í Iran er økt eftir mótmælistiltøkini í vetur, og nógvar av ákærunum byggja á veikt grundarlag, sigur Amnesty International. Felagsskapurin veit eisini at siga, at Iran hevur brúkt eina [...] fyrra hálvári í ár, sum hava við mótmælistiltøkini í Iran at gera. - Men, vit stúra fyri, at talið av avrættingum í hesum sambandi er nógv størri. Hetta sigur Sindre Stranden Tollefsen í Amnesty International [...] við norska kringvarpið, NRK. Í greinini, sum NRK hevur um avrættingar í Iran, verður eisini sagt, at mótmælisfólk enntá eru hongd á opnari gøtu í Iran. - Tey vórðu hongd í einum krana á einum torgi, verður
Hetta veit AFP-tíðindastovan at siga, og AFP endurgevur sýrisku tíðindastovuna, Sana. - Herstøðin Hmeimim og herflotastøðin Tartus, sum Russland hevur havt í Sýria, skulu gerast um til felags miðstøð fyri [...] tá hava russisku myndugleikarnir roynt at byggja uppaftur eitt gott samband við nýggju islamisku stjórnina í Sýria. Maðurin, sum tók við eftir Bashar al-Assad, er Ahmed al-Shara, sum á myndini omanfyri [...] kapasitetsbygging". Soleiðis verður sagt í sýriska uttanríkisráðnum. Russar brúktu herstøðirnar til eitt nú at veita sýrisku Assad-stjórnini hernaðarliga hjálp undir borgarakrígnum í landinum. Assad-stjórnin, sum
veit guvernørurin í økinum, Oleh Hryhorov, at siga. Hetta skrivar guvernørurin á boðtænastuni, Telegram, og tað er Reuters, sum endurgevur. Lagt verður aftat, at íbúðarøkir eisini eru rakt í russiska bu [...] r í Russlandi siga, at ukrainska dronuálopið rakti býin, Belgorod, og tað er Reuters, sum endurgevur. Virkandi guvernørurin í Belgorod-regiónini, Alexander Shuvayev, hevur áður sagt, at trý fólk eisini
sum skrivað hevur verið um á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum. Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis: Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i bus [...] en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið. Hóast fleiri hava meldað slíkan tilburð, so er talan um ein einstakan tilburð, sigur [...] bussstopsstaðnum í Hoyv ík, tá ein maður steðgar teimum og biður tær koma uppí, og tá tær siga nei, blívur hann óður og koyrir avatað, men vendur oman aftur ímóti teimum. Tíbetur kom bussurin akkurát tá,
AFC og Concacaf krevja nú, at ein óheftur triðipartur kannar málið og ger eina frágreiðing. – Tað er neyðugt í ljósinum av einum so álvarsligum troti á dømingarevni, siga sambondini. DBU og fleiri onnur [...] september at boða frá, um tey stuðlaðu verkætlanini. Stuðlaðu tey uppskotinum, vóru útlit til fleiri íløgupengar frá FIFA. Eftir fund millum limalondini boðaði UEFA frá, at sambandið var til reiðar at boykotta [...] forseti í FIFA, hevur svikið álitið við sviki í málinum um ætlanina at selja privatum íleggjarum part av kappingunum hjá FIFA. Tað siga evropeiska UEFA, asiatiska AFC og Concacaf fyri Norður- og Miðamerika
fótbóltssambond siga, at álitið á hann er burtur. Her er gongdin í málinum: 28. juli: FIFA kunnger ætlanina um Fifa Forward Enterprise (FFE), eitt handilsligt felag, sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum [...] ov stóra ósemju. UEFA fegnast um avgerðina, men sigur, at álitið á FIFA er burtur. Formaðurin í DBU, Jesper Møller, heldur, at Infantino eigur at fara frá sum FIFA-forseti. 3. august: Fótbóltssambondini [...] Stuðla tey henni, eru útlit til fleiri pengar frá FIFA. 30. juli: UEFA boðar frá, at sambandið er til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar. Concacaf tekur undir við atfinningunum, men hóttir ikki
vundið upp á seg seinnu árini. Hetta er hent, samstundis sum eitt kriminelt ránsmannalið hevur verið meira og meira aktivt í økinum. Tv2.no veit at siga, at Ekvador er broytt frá at hava verið eitt av friðarligu [...] útflytari av bananum, og fleiri ferðir er avdúkað, at kokain er smuglað úr landinum saman við bananum. Azuay-landsluturin er millum tíggju økir í Ekvador, sum síðan juni í ár hevur verið lýstur í unda [...] fyribils kanningar vísa, at líkini eru jarðað fyri fáum døgum síðan. Sagt verður, at løgreglan fór á fjarskotnu leiðina eftir, at tey høvdu fingið boð um skjóting. Tað var í Pucara í landslutinum, Azuay
reiðaríið at sigla farleiðina um Arktis hesa vikuna við einum farmaskipi. - Skipið fer at sigla úr Ningbo á eysturstrondini á Kina til Felixstowe í Stórabretlandi, veit ávísin at siga. Tá hetta hevur verið [...] ísi, hevur tað verið ómøguligt at senda handilsskip úr Asia til Evropa um hesar leiðir. Men, global upphiting og smeltaður polarísur hevur gjørt, at siglingarleiðin nú er eitt meira realistiskt alternativ [...] alternativ til leiðirnar longur suðuri, veit Financial Times at siga.
Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt. Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. Tá Bashar al-Assad varð [...] friðskjól. NTB veit at siga, at eisini yngri beiggi fyrrverandi forsetans, Maher Assad, og eitt systkinabarn fingu sama dóm. Hetta hendi við ein sýriskan dómstól í dag, og sagt verður, at systkinbarnið, Atef [...] móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist islamisturin, Ahmed al-Sharaa.
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi í dag. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi [...] viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu man metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan á middegi hósdagin 27. august [...] Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer at viðgera uppskotini, og nevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin uppskot - ella ikki at velja nakað av teimum. Tey, sum áður hava fingið