helt fram at spæla innandura fótbólt sum tilkomin, men tá ein krossbandsskaði gjørdi enda á fótbóltinum, fekk hann boð frá kommunulæknanum um at leggja fótbóltsskógvarnar á hillina og í staðin royna seg við [...] Hetta var tað seinasta av seks hálvmaratonum í Føroyum, og Jens hevur runnið tey øll í ár. At aldurin ikki nýtist at seta mørk fyri, hvat ber til, er Jens eitt livandi dømi um. Men tað eru ikki bara kilometrarnir [...] serligan. Tað er minst líka nógv tann gleðin og jaligi hugburðurin, sum hann hevur við sær, tá hann fer út at renna. Við sínum áralanga virksemi, áhaldni og jaliga lyndi hevur Jens verið ein fyrimynd bæði í Frælsi
álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan og at javna. Riga vann 2-1, og nú verður tað Riga FC, sum fyri fyrstu ferð fer at royna seg í europeiskum deildarspæli. Tá ið hópurin [...] verið í Riga, og máltalvan vísir 2-1. Tað er einki at undrast á, at klaksvíkingar eru ógvuliga vónbrotnir, tí sum seinni hálvleikur leið, sá tað út til, at KÍ hevði øll tey góðu kortini á síni hond. Beinanvegin [...] seinni misti ein mann fyri hevnisøku, so var lagt upp til, at tað fór at enda við longdari leiktíð, um tað ikki eydnaðist KÍ síðsta korterið at leggja seg á odda. KÍ var nógv meiri á bóltinum, meðan he
stóran týdning at menna ungar kokkar og geva teimum møguleika at royna seg í einum fakligum og altjóða umhvørvi. AYC gevur teimum bæði fakligar avbjóðingar og íblástur og samstundis møguleikan at hitta og kappast [...] møguleiki at seta sjóneykuna á tað tilfeingi, vit hava í Føroyum. Nógvar føroyskar rávørur eru enn undirnýttar og her kunnu framtíðar kokkar spæla ein týðandi leiklut í at finna nýggjar mátar at gagnnýta [...] meðan spentir áskoðarar sluppu heilt nær at køkunum. Til høvið vóru bygdir serstakir køkar til kappingina og gjørdist tað ein serlig uppliving hjá áskoðarunum at kunna fylgja kokkunum so tætt. Tey kundu
aðar royndir at finna veikleikar. – Við vitlíki og automatisering er tað vorðið lættari at royna álop í stórum tali. Tað merkir ikki, at heimasíðurnar eru ótryggar. Tað merkir heldur, at hóttanarmyndin [...] vikuliga verið noydd at taka okkum av trygdarviðurskiftum ella royndum at leypa á síður, sigur Signar. Fyri kundan er endamálið, at heimasíðan skal vera trygg, støðug og tøk - uttan at kundin sjálvur skal [...] hann. Stjórin vísir á, at í Mítt Nema kann kundin millum annað umsita síni hald, tendra fyri roaming og stovna hald til børn. – Tað snýr seg um at gera tað lættari hjá kundanum at avgreiða síni viðurskifti
vóru um at verða uppi. Uttan fleiri fiskidagar var tí vandi fyri, at bátarnir í bólkinum noyddust at liggja tað, sum eftir er av fiskárinum. Bólkur 5B fevnir um útróðrarbátar undir 15 tons, sum royna á innaru [...] innaru leiðunum. Við lógini fær bólkurin 750 eyka fiskidagar at býta sínámillum restina av 2026. Málið varð skundviðgjørt í Løgtinginum. Tað merkir, at tær tríggjar viðgerðirnar eru avgreiddar skjótari enn vanligt [...] Løgtingið samtykti fyri løtu síðani við stórum meiriluta at geva bólki 5B 750 eyka fiskidagar restina av árinum. Umframt samgonguflokkarnar atkvøddu tingfólkini hjá Miðflokkinum og Sjálvstýri fyri uppskotinum
vísti á, at Føroyar miðvíst royna at gerast minni bundnar av danska ríkisstuðlinum. – Vit royna alla tíðina at gerast meira sjálvstøðug, eisini búskaparliga. Hetta landsstýrið hevur gjørt av at frysta blokkin [...] seg um at gerast meira búskaparliga sjálvbjargið? Hendan spurningin setti grønlendska kringvarpið KNR Beinir Johannesen løgmanni eftir ríkisfundin í Nuuk. – Ja, tað kann væl vera. Eg haldi eisini, at vit [...] honum havt góða gongd í bæði fiskivinnu og alivinnu, men tað er samstundis neyðugt at fáa fleiri búskaparlig bein at standa á. – Vit skulu hava eitt gott og sterkt vinnulív. Tað er eisini týdningarmikið
fyri, at hugabetri er at fara til útróðrar við línu ein vakran morgun heldur enn at seta seg á skúlabonk, nú skúlin er byrjaður aftur. Mamma Løðar, Barbara Djurhuus, sigur brosandi, at tað er munur at vakja [...] í viku fyribils, men eg vóni, at vit fáa møguleikan at gera nakrar dagar saman aftrat út á heystið. Løðar vísir á, at eins og aðrir bátar í bólki 5B, sum eru raktir av, at fiskidagarnir herfyri gjørdust [...] gevast. - Tað tykir mær sera løgið, at hesin bólkur, sum er skerdur so nógv í fiskidøgum seinnu árini, sum einasti bólkur skal noyðast at gevast at fiska, og eg haldi, at hetta bæði er rættiliga óskiljandi
fyritøkum. Fyritøkurnar, sum taka lut, fáa tilboð um at royna KT-skipanir sínar við einum pallsettum netálopi. John Henriksen, stjóri í TDC Erhverv, metir ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira [...] bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar betur førar fyri at standa ímóti netálopum. John Henriksen væntar, at luttakararnir fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná [...] Føroyskar og grønlendskar fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til
barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga [...] vóru lagaðar til teirra egnu støðu. Hamadi heldur tí, at tað hevur stóran týdning at varnast trupulleikarnar tíðliga, áðrenn fráveran gerst so stór, at hon festir seg. Granskingin vísir eisini á tørvin á [...] kannað, hvussu álvarsom skúlafrávera tekur seg upp og mennist, og hvussu skúlar og aðrar tænastur royna at hjálpa næmingunum. Hon hevur tosað við tíggju ungfólk millum 12 og 22 ár, sum hava havt sera nógva
samráðingar og royna einaferð aftrat. Hann vísti á, at rættarmálið hevur verið drúgt og fevnt um frágreiðingar frá meira enn 80 vitnum. Verjin vísir á føðslusinnissjúku Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava kvalt [...] roknað út, hvussu leingi hann fór at vera burtur. Tá maðurin kom heim aftur, fann hann konu sína uttanfyri húsið við skurðum á hálsi og hondliðum eftir, at hon hevði roynt at tikið lív sítt. Síðani fann hann [...] Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri mánaðir hevði havt álvarsligar sálarligar trupulleikar eftir seinastu føðingina. Fleiri vitni hava greitt frá, at hon hevði sagt teimum, at hon hoyrdi eina mansrødd