konsulátið frá í morgun, og tað sama ger vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Venjingar verða gjørdar við at evakuera fólk. Franskur konsul í Føroyum er Hanna Jensen í gøtu. Og í fráboðan á heimasíðuni [...] fráboðað, at í sambandi við eina venjing verður nógv virksemi á havnalagnum í Norðragøtu fyrrapartin í morgin, 11. august, tá ein fronsk fregatt venur at evakuera ein hóp av fólki. Franska konsulatið í Føroyum
Fyrra fráboðanin um grind kom umleið klokkan 18 í gjár. Tá varð ein grind sædd úti í Djúpunum. Avgjørt varð at lata hana fara. Umleið ein tíma seinni, klokkan 19.15, varð aftur boðað frá grind. Hesaferð [...] henda grindin varð hildin til eftir avgerð frá sýslumanninum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Sambært fráboðanunum var talan um smærri bólkar av grind.
er ásettur. Eldur var í hinum almenna vesinum hjá Tórshavnar kommunu í miðbýnum í Havn í november 2024. Tann eldurin var á settur, og tað vesið er ikki umvælt enn. Skaðin á vesinum í Steinatúni tyktist ikki [...] Sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar vórðu boðsendir oman í Steinatún um sekstíðina í kvøld, har boðað varð frá eldi á vesinum við bussteðgistaðið. Tað sást týðuliga, at eldur var inni á einum av vesinum
hann. Røtur í Havn Thomas Danielsen hevur føroyskar røtur. Hann er hálvur føroyingur og sonur Martinu Nolsøe Danielsen, sum er dóttir Hallgerð og Knút Nolsøe, ið búðu í Dr. Dahlsgøtu í Havn. Thomas Danielsen [...] leggja frá sær sum fólkatingsvalevni í Holstebrokredsinum. Avgerðin kemur, eftir at hann hevur fingið harða atfinning frá lokalformanninum í Venstre í Holstebro í kjalarvørrinum á stríðnum um nýggju t [...] Danielsen hevur sitið í Fólkatinginum fyri Venstre síðani 2011. Frá 2022 til 2026 var hann danskur flutningsmálaráðharri í SVM-stjórnini. Í dag er hann næstformaður í fólkatingsbólkinum hjá Venstre og politiskur
Løgreglan hevði eisini eina uppgávu í Havn í gjárkvøldið, har ein maður órógvaði skilhaldið. Sambært vakthavandi var maðurin so drukkin og ófantaligur, at løgreglan valdi at taka hann við á politistøðina [...] hann at sova rúsin av sær, og málið hevði ongar aðrar avleiðingar. Løgreglan steðgaði einum bilførara í Suðuroy, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin varð tikin við
handilsstuld í Havn, verður í dag útvíst. Talan er um kvinnuna, sum í gjár varð tikin fyri at hava stolið eina blusu og aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum í høvuðsstaðnum. Løgreglan upplýsti í gjár, at [...] útvísing. Nú hava myndugleikarnir í Danmark tikið avgerð um at útvísa kvinnuna. Hon hevur samstundis fingið innferðarbann í tvey ár og sleppur sostatt ikki inn aftur í landið hetta tíðarskeiðið. Umframt
óansin í ferðsluni. Viðkomandi fær tí klipp í koyrikortið. Um hálvgum níggju tíðina var aftur eitt minni ferðsluóhapp, hesaferð við krossin við Glasir í Havn. Tveir bilar komu ov nær hvørjum øðrum í sambandi [...] saman á staðnum, men tað bar ikki til hjá løgregluni at staðfesta, hvør teirra var komin ov langt yvir í hina koyribreytina.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Í gjár fekk løgreglan boð um ferðafólk, sum flugu við dronu við Grønaból norðan fyri Klaksvík. Vaktleiðarin sigur, at lógin um at flúgva við dronu kann vera [...] sum skulu haldast. Eitt nú við at flúgva yvir vegi, flogvølli, tyrlupalli og annað. Útlendingarnir í hesum føri gjørdu einki ólógligt.
fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera sjónlig og sissa fólk, áðrenn støðan menti seg. Tað eydnaðist [...] atferð, sum órógvaði bæði í forhøllini og uttanfyri. Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð skuldsettur. Vaktleiðarin á politstøðini greiðir frá, at harumframt varð ein bilførari í Suðurstreymoy tikin fyri [...] stórvegis uppíblanding, sigur vaktleiðarin. Annars sigur løgreglan, at stóru tiltøkini í gjár, millum annað Sjómannadagurin í Klaksvík og Urðardansur, gingu væl, og einki serligt er at frætta frá teimum tiltøkunum
eisini vørur á bústaði hansara. Maðurin hevur verið í Føroyum í nakrar mánaðir í arbeiðsørindum. Hann varð førdur fyri rættin í gjár og varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri. Sambært [...] Maðurin er undir illgruna fyri at hava stolið úr trimum handlum í Havn og í Eysturoynni. Millum stolnu vørurnar eru elektronikkur og klæðir, men løgreglan hevur enn ikki gjørt endaliga upp, hvussu stórt