vatnorku og 148 GWt úr vindorku – men framvegis heili 250 GWt úr olju. Nærum helvtin av elorkuni kemur sostatt enn frá innfluttari, dálkandi olju. Grøni framleiðsluparturin var bert 50,6% – undir tí 56%-málinum [...] sum fer til spillis, hendir hetta: Vit brenna meira olju. Hvør GWt, ið ikki verður framleidd við vindi, vatni ella sól, verður framleidd við olju á Sundsverkinum. Tað kostar pengar, tað kostar gjaldsjavna [...] ferð vit brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent. Valið stendur ikki ímillum náttúru og orkuútbygging. Valið stendur ímillum eina skipaða, umhugsna útbygging nú – ella meira olju, meiri kostnað