—————— – Hetta var ein góð og mennandi kapping, har okkara dreingir fingu møguleikan at royna seg ímóti úrvalsleikarum á høgum stigi. Teir stóðu seg eisini væl, og hugburðurin og arbeiðssemið vóru framúr [...] javnleikur og tvey tap, ið samanlagt rakk til eitt tíggjunda pláss av tilsamans 20 liðum, ið tóku lut í kappingini. Lagt var fyri fríggjadagin við 2-0 sigri á danska B93. Kristjan Róksson og Hjalti Rógvason [...] dystinum vunnu Føroyar 1-0 á norska Fredrikstad FK við máli frá Hjalta Rógvason. Sunnudagin vóru playoff-dystir á skránni um plássini frá níggjunda til tólvta pláss. Fyrst vunnu Føroyar 1-0 á svenska stórfelagnum
túrin. Maru er 12,4 metrar langur og 4,5 metrar breiður. Hann hevur ein 294 kW Scania-motor, tekur umleið 25.000 pund í lastina og er útgjørdur við síðuskrúvu bæði framman og aftan. Sjómansmissiónin upplýsir [...] fiska við línu og er útgjørdur við egningamaskinu. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn hann verður klárur til fiskiskap. Sambært eigarunum skulu millum annað línuútgerðin, egningamaskinan og pavnarnir setast [...] at eigarin er Sp/f Aron, Føroyar, og ynskir eigarunum Guds signing við nýggja bátinum. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9## ##med10##
ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið á Infantino, og bæði, danska, svenska og walisiska fótbóltssambandið hava [...] miðlinum Daily Mail fer fyrrverandi stjørnuspælarin hjá Real Madrid og FC Barcelona hvassliga eftir Infantino. – Eg kundi skrivað 10.000 orð um trupulleikarnar í Fifa, men loysnin krevur bara trý orð: [...] Eg spældi yrkisfótbólt í 20 ár, og trúgvið mær, eg havi møtt nógvum svikafullum fólkum. Men tað, eg havi sæð seinastu tíggju dagarnar, er tað mest vesæla, svikafulla og sjálvsøkna, eg nakrantíð havi verið
velja burturúr og laga tilfarið til ein frammanundan valdan vinkul. Niðanfyri verða spurningarnir frá Frihedsbrevet og míni svar endurgivin orð fyri orð. Spurningar frá Frihedsbrevet og svar m íni 1. Ynskir [...] talið á húkum og manningin seta natúrlig mørk fyri veiðitrýstinum. Eg taki eisini undir við ítøkiligum tiltøkum, sum verja smáfisk og toskastovnin, eitt nú økisfriðingum, betri skrásetingum og øðrum tøkniligum [...] um undirritaða og spurningin um fleiri fiskidagar til bólk 5B. Greinin endurgevur tó ikki okkara samskifti í síni heild. Tí loyvi eg mær at leggja allar spurningarnar frá Frihedsbrevet og øll míni svar
Farna vikuskiftið taptu Ari Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF 1-2 á heimavølli fyri Hobro í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í kvøld fingu Ari og liðfelagarnir hevnd fyri tapið, tá teir [...] donsku steypakappingini við 4-0 stórsigri á Hobro. Lasse Steffensen fekk Vendsyssel á sigurskós í 10. minutti. 10 minuttir undan steðginum legði Ari bóltin hegnisliga inn til Jeppe Sommer, ið økti til 2-0. Beint [...] Ari tók av møguleikanum. Í kvøld hendi eisini tað gleðiliga, at Árni Nóa Atlason var við frá byrjan og spældi fyrsta kappingardystin fyri Vendsyssel FF. Frá 23. minutti vóru sostatt tveir føroyingar á vøllinum
bótina á 10.000 krónur verður hann útvístur úr Føroyum í tvey ár. Málið er eitt av fleiri, har myndugleikarnir hava havt eyga við, um útlendingar arbeiða í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi [...] uppihaldsloyvi. Løgreglan hevur áður gjørt vart við, at slík brot kunnu hava bæði fíggjarligar avleiðingar og føra til útvísing.
urin byggir á upplýsingar, sum Frihedsbrevet.fo hevði 10. juni í greinini "Stríðið um vatnið til Bakkafrost: Landsstýrismaðurin gav tænastuboð og tók tey aftur" . Sambært fyrispurninginum gav landsstý [...] um hann metir, at tænastuboðini vóru lóglig og saklig, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri teimum, um freistin upp á hálvan annan tíma var rímilig, og hvar málið liggur í dag. Í viðmerkingunum verður [...] Nakrar dagar seinni – 2. juni – sendi aðalstjórin sambært fyrispurninginum kontraboð til Búnaðarstovuna og bað hana síggja burtur frá teimum fyrru boðunum. Orsøkin var, at Vinnumálaráðið eftir nærri viðgerð
á kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9. - Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar
søguna og aldargamalt handverk og byggilist. Harafturat eru prestagarðarnir eitt kirkjuligt tekin, tí her vitjaði fólkið og vann sær vitan og sálarrøkt, tá ið vanlagnan rakti. Prestagarðurin og kirkjubókin [...] innan siðsøgu, byggisøgu og kirkjusøgu. Prestagarðurin eigur at verða viðfarin sum eitt søguligt hús í staðbundna økinum, sum hýsti vitan og málsligum førleika. Tignarliga og væl úr hondum greidd er bókin [...] Føroya Stiftsstjórn umsitur, eigur og rekur prestagarðarnar. Hetta er ein kostnaðarmikil postur. Tey seinastu 10 árini eru omanfyri 50 mió. kr. nýttar til viðlíkahald og dagføringar av prestagørðunum. Tað
leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini [...] spælið nógv innyvir miðjuna og pakkaðu norðurmakedonar væl saman um Boas á Skipagøtu, Jónas Fossabrúgv og Gabriel Árnason. Váðin í føroyska spælinum var eisini tíðum ov høgur, og vóru norðurmakedonar skjótir [...] Hugini Halgirsyni, og stríddist hann væl í verjuni og gjørdi eisini 4 mál. Ósigurin merkir, at Føroyar skulu spæla um plássini 13 til 16 í kappingini. Seinastu dystirnir eru í morgin og sunnudagin. Skrivar