fram. Løgreglan kann heldur ikki enn siga, um nakað revsivert er farið fram. – Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, og tí fái eg illa úttalað meg um málið. Heldur ikki, um nakað revsivert er farið [...] Maðurin varð funnin lívleysur stutt eftir klokkan eitt seinnapartin. Løgreglan hevur avhoyrt fólk og kannað økið, har maðurin varð funnin, men enn er eingin niðurstøða komin úr kanningunum. Kári Jacobsen
nakað annað enn populistisk úttalilsi frá einstøkum føroyskum politikarum? Ikki tí Føroyar hava stongt dyrnar, men tí vinnan sjálv ikki heldur møguleikan vera nóg áhugaverdan til at koma innar. Og tí okkara [...] dreymur er so ótíðarhóskandi, at tað onga meining gevur. Gera vit tað ikki, ger onkur annað tað bara Ofta verður sagt, at taka vit ikki oljuna upp, ger onkur annar tað. Tað er eitt hugtak, sum mann nevnir [...] oljuprís og harvið økta framleiðslu aðrastaðni. Men tað merkir ikki, at hvør tunna verður erstattað av einari aðrari. Leakage kann vera stórt, men ikki ein til ein. Minni útboð hækkar prísin, minkar um eftir
sigur, at tað má haldast aftur, tí stovnurin ikki tolir meiri fiskiskap, meðan hin lenar seg móti frágreiðingum um sveiggjandi náttúru. Vit skulu veiða, men ikki oyða, sjálvsagt. At síggja til hava vit ongantíð [...] eftir teimum umstøðum, vit skapa. Tað hevði tí verið løgið, um ikki eisini aðrar vistfrøðiligar og genetiskar broytingar fóru fram. Vit vita ikki enn, um Caligus elongatus er ein týðandi orsøk til veikar [...] sum skulu avmarka smittu. Men eitt alingarrakstrarøki er ein umsitingarlig linja á einum korti – ikki ein biologiskur múr í havinum. Villur fiskur svimur inn og út úr økjunum, lús flytur seg millum vertir