landsstýrismaðurin metir tað fer at hava, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini, og hvat verður betri ella bíligari við at flyta fakligu førleikarnar úr Landsverki. Í viðmerkingunum til [...] ábyrgdin fyri byggiverkætlanum framyvir verður løgd til ymisku stjórnarráðini. Sambært Sirið Stenberg er tí neyðugt at fáa eina ítøkiliga lýsing av, hvussu byggiverkætlanirnar hjá Landsverki hava verið handfarnar
Frederiksen sigur, at hon ikki leggur seg út í, hvat onnur gera við útsjóndina hjá sær. – Sjálv havi eg tað fínt við kroppinum hjá mær. Soleiðis sum hann nú einaferð er, tá tú ert kvinna og nærkast teimum 50. [...] í Danmark, var hetta. Come on, skrivar Mette Frederiksen á Instagram. Hon sigur, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at fólk gera viðmerkingar um útsjónd hennara. – Eg havi ikki tal á, hvussu nógv boð eg
frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan [...] verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini verða, hvat tey fara at kosta, nær tey kunnu verða klár ella hvørjar treytirnar verða. Kommunan vil fyrst vita, um grundarlag er fyri at arbeiða [...] vilja byggja frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september klokkan 12. Fólkatalið nógv minkað Tað sermerkta við ætlanini er, at Hestur longu hevur nógv hús í mun til fólkatalið. Uppteljingin
hava kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og [...] Sum liður í hesum arbeiðinum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum. Signe Byrge Sørensen er stjóri og ein av stovnarunum í [...] í Final Cut for Real og er fýra ferðir tilnevnd til Oscar® sum framleiðari. Final Cut for Real er eitt danskt framleiðslufelag, sum tilsamans seks ferðir hevur verið tilnevnt til Oscar®. Síðan felagið
Hvat varð av føgru lyftunum hjá borgarstjóranum og serliga Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi? Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt [...] súkklubreytina til annað stað, eitt nú Flatnahaga, har vindmyllurnar standa, og inntrivið í náttúruni longu er gjørt. Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð Birgir Nielsen, býráðslimur Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Í dag er regattasigling í Sundalagnum og stevna í Hósvík, í Vági verður Ljósfest í morgin, og hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri [...] fleiri ár eisini verið ein bátastevna, og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í dag, halda leiðina fram út til Nólsoyar í morgin. Seinnapartin í dag og í kvøld eru fleiri [...] í Hósvík endar líka sum við morgunmati fyrrapartin í morgin. Tá bátarnir fara heimaftur úr Hósvík, er vanligt, at fleiri leggja leiðina út til Nólsoyar. Men, hvussu verður so veðrið á ovastevnu í Nólsoy
viðmerkingum til teirra. Størstur av teimum er kærleikin ”So verða tey verandi, opinleikin, ymiskleikin og kærleikin, men størstur av teimum er kærleikin!” (Ó. Ey.) Hetta er partvíst endurgeving av orðum Paulusar [...] Sodoma og Gomorra vórðu løgd í oyði – tað er ómetaliga álvarsamt! Soleiðis eru vit skapt ”Eingin velur at gerast LGBT-ari. Soleiðis eru vit skapt!” (Ó. Ey.) Er tað rætt, at Gud skapti okkum við øllum hesum [...] syndafallið kom hetta at búgva í okkum og at sermerkja okkum. Umvendingarbann ”Eitt annað mál er eisini átrokandi, og tað er bann av umvendingarterapi!” (Ó. Ey.) Eg veit væl, at her verður serliga hugsað um samkynd
, skrivar Veðurstova Føroya. Tað er í kvøld, at partvís sólarmyrking er. Tað er gjørt eitt burturúr á portalum, útvarpi og sjónvarpi, hvat ein partvís sólarmyrking er, so tað verður ikki endurtikið her [...] faroeislands.com og trýsti á Feed, sum er beint niðriundir Føroyarkortinum. So síggja tit nógvar myndir ísenn. Vit vóna tað besta. Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi. Teir [...] tættur heilt niður á sjógv. Sýnið bert 100-200 metrar. Hann sendi okkum myndina niðanfyri. ##med2## Tað er at vóna, at teir umborð á Pison síggja ta fullu sólarmyrkingina seint seinnapartin í dag. Tað fer sjálvandi
virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum [...] aftur og aftur. Onki hendir. Og kommunan veit, at larmurin er ólógligur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda markið. Kommunan hevur givið Blábar [...] ndi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum
størri javnstøðu. Endamálið við Fakdegnum er í ár at varpa ljós á týdningin av umsorganar- og læringsarbeiði í einum samfelagsligum og búskaparligum sjónarhorni; hvat er framleiðsluvirði innan eitt nú pedagogiska [...] útreiðsla heldur enn ein íløga, hóast tað er sjálvt grundarlagið undir bæði búskaparligari menning og sosialari burðardygd. Eitt av høvuðssjónarmiðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan [...] Boðskapurin hjá Emmu Holten er tí, at umsorgan eigur at verða fatað sum ein grundleggjandi samfelagslig íløga heldur enn ein kostnaður. Eitt samfelag, sum virðismetir umsorganararbeiði, er betur ført fyri at skapa