hava fingið eina diagnosu og harvið møguliga heldur ikki røttu hjálpina. Úrslitini frá hesi ritgerðini vísa, at tað er ein sosialur ójavni í, hvør fær eina diagnosu og hvør ikki. Tey, sum fáa eina diagnosu [...] minka um sosiala ójavnan í atgongdini til hjálp og viðgerð fyri etingarólag.” Les eisini grein granskingina, sum Andrea Joensen hevur staðið á odda fyri her Andrea Joensen heldur fram í postdoc starvi á Københavns [...] á University College London Í stuttum sigur Andrea Joensen soleiðis um granskingarevni sítt: “Hildið verdur ofta, at etingarólag er ein sjáldsom sjúka, men gransking hevur víst, at nógv fleiri ung hava
flokkurin í fleiri av kanningunum og hava havt stóran týdning fyri politikkin hjá stjórnini hetta valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann hetta broytast. SD hevur verið greitt [...] heilt stóru ivamálunum er Liberalerna. Flokkurin hevur nærum alt valskeiðið ligið undir 4-prosent markinum, sum krevst fyri at fáa umboð í Ríkisdagin. Í nýggjastu SVT/Verian-kanningini fær Liberalerna 3 [...] og andstøðuflokkarnir hava í flestu veljarakanningum ein samlaðan fyrimun á núverandi stjórnargrundarlagnum. Men valsstríðið er vorðið munandi javnari seinastu vikurnar. Í nýggjastu veljarakanningini
Verkið er í tíggju satsum, har vatn sum hugtak hevur ein grundleggjandi leiklut. Within the Salty Air snýr seg um eina vaksandi órógv yvir dálking, sum goymir seg í tí sum umgevur okkum og kemur inn í okkara
vitjandi kundu skriva navn og telefonnummar á atgongumerkið og leggja tað í ein “atkvøðukassa”, har tey lógu, til lutakastið var og tað eina atgongumerkið varð tikið úr kassanum. Tann hepni vinnarin av málninginum [...] Hjelm úr Havn. Hann hevur longu fingið málningin, sum hann saman við 10 ára gamla soninum Jógvani var og heintaði hóskvøldið. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini fer til vælgerðarendamál, og í sambandi við at [...] inn á gólvið og øllum teimum dugnaligu listafólkunum, sum aftur í ár settu sín dám á framsýningina við sínum listaverkum. Eisini fáa tey eina tøkk, ið ognaðu sær listaverk á framsýningin, tí eisini tað er
legði í gjárkvøldið sína fyrstu faldtelefon – eina telefon, sum kann leggjast saman – fram Nýggi stjórin í Apple, John Ternus, legði telefonina fram á árliga tiltakinum hjá tøknirisanum í Cupertino í Kalifornia [...] marknaðinum. Samsung var fyrsti stóri framleiðarin, sum setti eina faldsnildtelefon á marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019. Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast [...] aðrir framleiðarar hava verið í fleiri ár, men har sølan enn er avmarkað. Samstundis hevur vaksandi eftirspurningurin eftir sterkum teldulutum til vitlíki skapt fløskuhálsar í veitingarketunum og trýst prísirnar
kenna aftur, tá hann í gjár kom inn á Hvalba, skrivar Hvalbiar kommuna á hvalba.fo. Skipið hevur seinastu tíðina fingið eina yvirháling, ymiskt er gjørt umborð og so er skipið málað í nýggjum litum, “Hvalbiar
kommunuuppgerð. Hon verður ivaleyst flutt, tí NSÍ fer hósdagin at spæla í UEFA Europa Cup í Klaksvík. AB hevur longu spælt dystin í 18. umfari. Tað var á ólavsøku, tá ið AB tapti 1-0 ímóti B36. Næsti dystur [...] endaði við 3-2 heimasigri, tá ið Skála í dag var gestur inni í Vika á Argjum. Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og er á áttanda [...] sum aftur í dag vardi AB málið, og so sá alt út til at vera avgjørt, tá ið dómarin eitt korter undan leikloki bríkslaði fyri enn einum AB brotssparki, sum liðformaðurin Bjarki C. Nielsen setti í netið. 3-0
hjá KÍ, sum hevur fleiri málstig í føroyskum fótbólti í ár. Aron hevur eisini gjørt vart við seg í Evropa. Hann skoraði í báðum Conference League-dystunum hjá Víkingi móti íslendska Stjarnan í summar. Portal [...] undirskriftina. Aron Benjaminsen hevur verið millum mest eyðsýndu álopsspælararnar í føroysku kappingini í ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur í landskappingini. Sambært Portal.fo [...] til skotskar miðlar, at talan helst verður um eina sekssiffraða upphædd í bretskum pundum. Eingin upphædd er tó alment váttað. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd
Uta Frith, sum í áratíggju hevur verið millum fremstu autismugranskarar í heiminum, heldur, at tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað. Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon, [...] náttúrligt brigdi í menniskjum, sigur hon. Frith er professor emerita við University College London og hevur granskað autismu síðani 1960’ini. Í einum nýggjum ritgerðarlíknandi uppslagi í einum bretskum [...] verða gloymd, sigur hon. Formaðurin í danska Autismufelagnum, Karina Bundgaard, er ósamd í metingini. Hon heldur, at tað hevði verið eitt afturstig at býta autismu upp í fleiri ymiskar diagnosur. – Vit eru
viðgerð Tað hevur verið trupult hjá Kringvarpinum at fáa innlit í málið. Hvørki Hjalti Gunnarstein ella aðalráðið vildu tá greiða frá, hví hann fór úr starvinum. Kringvarpið fekk ikki innlit í málið, fyrr [...] ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug at viðgera. Nýtt alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið, varpar ljós á, hvat hendi, áðrenn Hjalti [...] Gunnarstein brádliga segði seg úr starvi sum landsapotekari í februar. 11. februar var fundur millum Hjalta Gunnarstein og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í táverandi Almanna- og heilsumálaráðnum. Eftir fundin fekk