monnum í dag var seinnapartin í Sarpugerði, har Víkingur hevði vitjan av B68. Víkingur vann 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan, og úrslitið ber við sær, at Víkingur er á triðja plássi, nú ein triðingur er [...] frammanfyri B36. Hetta var 14. ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við úrtøku. Góða gongdin ber við sær, at tað eru tvey stig frá Víkingi og fram til toppliðini KÍ og NSÍ, sum tó hava ein dyst eftir [...] skaðadarvaður, smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin smeyg sær dygst inn við stólpanum. Hetta var fyrsta málið hjá Patrick Mensah í ár, og annað málið, síðani hann síðsta summar flutti av Skála
sterka ungdómskapping, har fleiri av fremstu ungdómsliðunum í Norðurlondum taka lut —————— – Hetta var ein góð og mennandi kapping, har okkara dreingir fingu møguleikan at royna seg ímóti úrvalsleikarum [...] Føroyska úrtøkan gjørdist tríggir sigrar, ein javnleikur og tvey tap, ið samanlagt rakk til eitt tíggjunda pláss av tilsamans 20 liðum, ið tóku lut í kappingini. Lagt var fyri fríggjadagin við 2-0 sigri á danska [...] dystinum í Invitational Cup 2026 tapti føroyska liðið 1-3 fyri svenska IFK Gøteborg. Føroyski málskjúttin var Kristjan Róksson. – At vit javnan fáa møguleikan at taka lut í slíkum kappingum, har krøvini eru munandi
80´unum í Vágs Skipasmiðju. Flemming Mikkelsen var ein álitismaður. Hann var eisini ein sera fyrikomandi og vælumtóktur maður, hóast stillur og fáorðaður. Ein arbeiðaratingmaður av gamla slagnum: smiður av [...] starvsleiðin hjá Flemmingi var sum løgtingsmaður, slepti hann ongantíð smiðjuni heilt. Hann hevði serstakliga góð evni til júst tað arbeiðið. Tá tað lá fyri, hjálpti hann til. Tí var hann eisini av og á við [...] Suðuroyar Sjúkrahús, til hetta varð niðurlagt í 1996. Frá 1997 var hann eitt stutt skifti nevndarlimur í Meginfelagi Sjúkrakassa Føroya. Eitt, sum sermerkti Flemming her í Løgtinginum, var hansara serligi máti
fyri andstøðuna. Í seinasta parti av kanningartíðarskeiðnum var munurin tó bara góð seks prosentstig. Ein onnur kanning frá Novus/TV4 vísir ein enn javnari dyst. Har er munurin millum blokkarnar bara 2,6 [...] og hava havt stóran týdning fyri politikkin hjá stjórnini hetta valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann hetta broytast. SD hevur verið greitt um, at flokkurin ikki ætlar [...] Moderaterna og serliga Liberalerna. Magdalena Andersson hevur eisini ein trupulleika Sjálvt um andstøðan vinnur valið, er tað ikki givið, hvussu ein nýggj stjórn skal síggja út. Magdalena Andersson hevur sagt,
ungar vórðu Jóhanna og Kims stuðlaðar at fara niður á skúlan á hetta skeiðið, og tær eru samdar um, at nógv kom burturúr. - Hetta var ein kostskúli, har køkur og matgerð fyltu nógv, og her lærdi tú eisini [...] eisini hondarbeiði og ymiskt annað. Jú, vit lærdu nógv. Tær eru samdar um, at hetta var ein avbera góður og vælskipaður skúli; her var disiplin, og her vóru góðir lærarar. Um kostskúlan siga tær, at søguligu [...] seinasta ár varð alt hetta broytt, tí tá fingu tær ferðaskrivstovu at skipa fyri ferðini hjá vinkonunum. - Tískil fór vit í fjør við Riisrejser til Bornholm í seks dagar, og hetta var ein stak væleydnaður
skapa góð og støðug úrslit og seta eina greiða, strategiska kós fyri samtakið. – Rune hevur drúgvar leiðsluroyndir og holla vitan um banka-, tryggingar- og eftirlønarøkið. Eg kenni hann sum ein sera dugnaligan [...] starvsfólkunum – at styrkja raksturin og byggja eitt enn sterkari og meira framtíðartryggjað felag. Hetta er ein uppgáva, sum eg fari undir við virðing, ábyrgdarkenslu og eldhuga, sigur Rune Nørregaard. [...] eftirlønarnýskipanina hevði Rune Nørregaard ábyrgdina av at stovna lívstryggingarfelagið NordikLív, og var hann fyrsti stjórin í felagnum. Hann hevur eisini nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og
síðani, og Guðrun Elttør var við frá byrjan, tá hevði hon, sum so mong onnur, lítlan kunnleika til tað at virka ull. - Tað sum eg helt vera áhugavert var íverksetanin, at fáa hetta at rigga, og so hvørt sum [...] grannalond okkara hava mikrospinnarí. Hetta eru nýmótans og lættar maskinur. ##med3## Føroyska ullin ber orð fyri at vera trupul at arbeiða við. - Vit kannaðu um hetta var nakað sum riggaði til okkara ull. [...] einasta mikrospinnarí sum var í Danmark. Ullin bleiv spunnin, fyri at kannað um hon hóskaði til maskinurnar. - Vit fingu eina góða frágreiðing frá teimum. Boðini vóru at ullin var góð, og maskinurnar kláraðu
afturhald livdu alt hetta áðurnevnda til fulnar! – Hvat hevði tað ikki havt við sær av sorgarleikum! Víst snáva vit øll í mongum, men haðani og til at hátíðarhalda tað, sum var ein av orsøkunum til, at [...] tað mong okkara, at ein prestur skal koma við slíkum útsagnum, sum eru so í andsøgn við tað, sum Harrin Jesus lærdi, tá ið Hann gekk her á fold. Og tað er sera álvarsamt, tá ið ein vegna teologiska tittul [...] tí vit lesa í 1. Mós. 1,31: ”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott.” Men aftan á syndafallið kom hetta at búgva í okkum og at sermerkja okkum. Umvendingarbann ”Eitt annað mál er eisini
royndin at hjálpa endar við einum nei? Kundi ein persónur havt ábyrgd av júst tí? Ein, sum ikki gavst eftir fyrsta nei. Ein, sum fekk tíð til at koma aftur. Ein, sum ikki byrjaði við krøvum um alt tað, sum [...] tørv á? Hvør skal fylgja henni upp? Tað vóru vit, sum máttu taka fyrsta stigið. Ein støða, sum longu var sjónlig Mamma var ikki fullkomiliga ósjónlig fyri skipanini frammanundan. Fólk úr psykiatriini komu [...] børnini hjá mammu. Vit eru ikki sosialráðgevarar, psykiatrisk starvsfólk ella ein almenn tænasta. Aftanfyri hetta liggur eisini ein familjusøga við umsorganarsvíki, ótryggleika og alkoholismu. Tí haldi eg,
eftir teimum fiskasløgum og teimum fiskileiðum, sum geva størst virði, eins og í tax-free døminum. Men júst hetta verður ein trupulleiki í fiskidagaskipanini. Tá skipini gerast meira effektiv, hækkar [...] skip. Føroysku uppsjóvarskipini og flakatrolararnir í Barentshavinum eru góð dømi um hetta. Undir Føroyum er myndin ein onnur. Her hevur stórur partur av botnfiskiflotanum í nógv ár havt veikan [...] Fiskidagaskipanin varð løgd fram sum ein føroysk loysn, men var í veruleikanum eisini eitt kompromis millum frælsan fiskiskap og regulering. Spurningurin er, um hetta kompromiið hevur tænt Føroyum væl