Tá ið eg minnist aftur á óvitaárini, er abbin so týðiligur í minninum. Situr á torvkassanum við kørum í hondunum; á komfýrinum liggur ein ullarúgva, og vit sita rundanum ella uppi á komfýrinum og nappa. [...] sambandi vil eg senda eina heilsan til bróðir mín við húski. Tað, at tit eisini búgva í Dali og kunnu vera um foreldur míni, eri eg glaður fyri. Tillukku við gullbrúdleypsdegnum tann 11. og Guð signi framtíð [...] framtíð tykkara. Heilsan frá okkum á Fuglebjerg. Tórur
gekk fyri seg, bæði í bygdini og í landinum, á sjógvi og landi. Hann fór ikki víðan, men tá LÍF spældi á heimavølli, fór hann altíð niðan á Brekku, har hann stóð á sunnara enda. Hesi seinnu árini gekk tað [...] hann doyði í 1973. Hon fylti 80 um jólini. Tey seinastu knappliga tríati árini hevur hon verið á Pleygudeildini á landssjúkrahúsinum. Tey bæði fingu tvey børn. Dótturin eitur Julia, hon er gift við Randal [...] fluttu niðan á Bønhúsmørk, hava vit aftur verið grannar, og fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at tað vóru góðir grannar, vit komu at búgva uppat. Vit tosaðu saman dagliga, og hóast hann ikki á nakran hátt
og hansara politisku hundakynstur. Ein landsstýrismaður skal røkja sítt starv á fullgóðan hátt, og tað ger Eilif Samuelsen á ongan hátt. Eitt er, at fólkaflokkurin, verkamannafylkingin og KrF heldur enn [...] landsstýrið fyri, at tey, ið ætla sær at taka eitt líkinda studentsprógv í summar, sum eina seinastu heilsan skulu fáa ein undir vangan frá teimum almennu Føroyum. Eins og við skattalættanum til sjómenn, ið [...] næmingarnar í studentaskúlunum. Herðindini av jólahýrinum skulu takast innaftur við at spara pening upp á ungdómin, og hesir næmingar skulu so verða rambukkurin, sum skal spreingja næmingatalið í tí samlaða
altíð at eiga eitt pláss hjá okkum á blaðnum. Hetta er tí ikki ein seinasta heilsan til tín Krisjan. Vit fara aftur og aftur at møta og heilsa tær í okkara gerandisdegi á Sosialinum. Í smáum sum í stórum [...] Wardum, áðrenn hann kom á Sosialin, at millum mongu gávur Krisjans var ein framúr góður pennur. Tað skuldi eisini vísa seg at vera rætt. Fyrstu ferð, eg kom at kenna Krisjan, var á dansi-gólvinum í Sjón [...] sum hevði báðar hesar gávur: at kunna standa á odda fyri einum virki sum Sosialurin og at skriva oddagreinir o.l. tilfar til blaðið! Tá var tað, at onkur vísti á Krisjan. Og skjótt varð atborið. Í mars mánað
Eingin teirra koyrdi oman fyri 110 km/t, sum er markið fyri at missa koyrikortið á landsvegi, har ferðin ikki skal fara upp um 80 km/t. Hesir bilførarar fáa eina bót. Fríggjadagin gjørdi politiið eisini [...] kanningar í R. C. Effersøesgøtu í Havn. Tíggju av bilunum vóru ikki í lagi, og fáa teir eisini eina heilsan frá politinum Leygardagin varð eisini ein persónur tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka
í løgtinginum síðani á ólavsøku í 1996, tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi, og nú hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at teljast millum teirra, sum møguleiki verður at velja á løgtingsvalinum. ? Eg [...] boða frá, at hann hevur gjørt av ikki at lata seg stilla upp á løgtingsvalinum, sum í seinasta lagið verður 7. juli í ár. Fundurin heitti á Jógvan Ingvard Olsen um enn eina ferð at hugsa um avgerðina, [...] hann hevur valt at taka seg úr politikki nú, so vísir hann til frágreiðingina, sum hann gav á fundinum í skúlanum á Toftum leygardagin: ? Tað er aldurin. 8. juli í ár verði eg 68, og um næsta valskeiðið verður
Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann [...] run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norðanfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi [...] so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knytt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvningin á sterkum monnum, sum tóku ímóti.
vera við í 1000-árahaldinum. Tað ynskja vit við hesum at avsanna. Annars undrast vit kanska eisini á, at Sigmundur Brestison, sum ferðaðist kring oyggjarnar við svørði í hond, verður mettur sum kristin [...] í fyrimyndini hjá teimum fyrstu kristnu, soleiðis sum vit lesa um í Nýggja Testamenti. Vinarlig heilsan, Tíðindatænastan hjá Jehova Vitnum í Føroyum
upp á meg til hala, gekk síðan málmikil um roykstovuna og spældi heiðin«. Heilaga andan fatar drongurin soleiðis: »Uppi yvir Gud faðiri á myndini var ein dúgva, tað var heilagi andin. Hann sá eg á bønum [...] spurdi hann, hví støddin á garðinum ikki er nevnd í skaldsøguni »Tað stóra takið«: »Orsøkin er tann, at eg vil ikki peika beint á eitt vist hús í míni bygd. Nevndi eg støddina á hesum garði, var hann eitt [...] heilavillan og varð ein ónytta í lívinum«. Hvørja ferð, hann nærkast einari bók, eru foreldrini á kroppinum á honum: »Nú, stakkalur, leggur tú teg við bókini, fer tú ikki heldur at spinna eina løtu?...« Tann
oljupolitikk. Eg fari tí at heita á Sosialinum um at rætta hesi tíðindi á týðiligum stað, soleiðis at eingin ivi stendur eftir hjá lesaranum í hesum máli. Vinarlig heilsan, Edmund Joensen, løgmaður [...] Sosialinum tann 7. februar 1998 stendur, at føroyingar eru farnir í holt við at stovnseta oljufeløg á hvørjum tanga. Nevnt verður, at tær stóru vinnulívsfyritøkurnar í Føroyum hava tikið seg saman um at [...] rættleiðing. Sjálvur eigi eg onga fyritøku einsamallur, men eri minnilutpartaeigari í kendari fyritøku her á landi. Eg vendi mær til nevndarformannin, um felagið hevði fingið áheitan um at seta partapening í eitt