Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina [...] at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á málkunnleika,
Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn [...] varð gjørd. – Vit hava havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry, har Føroyar hava sagt [...] verður í Føroyum, sigur hann. Ikki bara Jeppe Bruus hevur tosað um eina avtalu. Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan
Orsøkin er, at TAKS, sum mennir skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at arbeiðið er vorðið bæði dýrari og drúgvari enn upprunaliga mett. Innanhýsis skipanin hjá TAKS er longu tikin [...] vantandi fígging, kann skipanin verða útsett heilt til várið 2028, og tað fer eisini at kosta eyka at seta arbeiðið í gongd aftur. Tað er Barsilsgrunnurin, sum rindar kostnaðin av nýggju kt-skipanini. Sambært [...] d. Tískil er lagt fram lógaruppskot, sum hækkar játtanina til verkætlanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur. Samstundis verður biðið um at leingja gildistíðina á verkætlanini eitt ár – frá 1. januar 2027
als ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning [...] týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka [...] sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa. Foreldur hava sjálvsagt høvuðsábyrgdina av uppalingini. Men tá
m Stammersdorf í høvuðsstaðnum Wien. Tað upplýsir eysturríkska veðurstovan Geosphere Austria. Mátingin er fyribils, men er 0,3 stig hægri enn fyrra landsmetið frá 2013. Hitametið kemur eftir ein mánað [...] Í Fraklandi var juli tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur. Miðalhitin var 24,9 stig, sum er 0,1 stig hægri enn fyrra metið frá august 2003. Eisini longur norðuri hava serlig veðurfyribrigdi [...] Hitabylgjurnar hava havt álvarsligar avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin. Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið
a hjá hvørjum øðrum, lyfta hvønn annan og bera felagsskap okkara við okkum, skrivar hann. Sambært Jens-Frederik Nielsen er tað júst hetta, sum ger Grønland sterkt. – Tað, sum ger okkum sterk, er styrkin [...] – USA skal ikki ráða yvir okkum. Tað megna vit sjálvi, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook. Við støði í upplivingum frá vikuskiftinum, har hann bæði hitti fyrsta grønlendska yrkisfótbóltsleikaran [...] okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara, søgu okkara og í felags trúnni upp á, at framtíðin er nakað, vit sjálvi skapa. Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real America's Voice , at hann vónar
nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri í sjálvari finaluni, sigur Knút Lützen. Eisini Valborg Laksfoss hevði eina góða kapping saman við Stælli frá Skagastond. Tey vunnu sær pláss í B-finaluni [...] Valborg Laksfoss tryggjaðu sær finalupláss á fyrsta kappingardegi. Knút Lützen og ross hansara, Kári frá Ásbru, reið seg beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og [...] B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni at vinna B-finaluna og harvið sleppa at kappast
skuldi verða grøn. Tað var málið, sum politiskt bleiv sett, og tað er eitt mál, sum alt samfelagið hevði bundið seg til. Men mál eru einki verd, um handlingin ikki fylgir við. Tí er tað umráðandi, at or [...] Tørvurin á nýggjari, grønari framleiðslu er mettur til umleið 430 GWt – tað er nærum ein trífalding av tí grønu framleiðsluni, vit høvdu, tá ætlanin varð gjørd. Og hetta er uttan at rokna við vøkstrinum í vinnuni [...] olju á Sundsverkinum. Tað kostar pengar, tað kostar gjaldsjavna, og tað kostar CO2-útlát. Elektrifiseringin steðgar. Fólk skifta ikki til hitapumpur og elbilar, um streymurin er dýrur, óvissur – ella svartur
sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin. Løgreglan fer tó at kæra dómin til Landsrættin. Sambært Ásgeiri Þór Ásgeirssyni er lítil [...] Tað upplýsir varapolitistjórin í høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein [...] avhoyringunum. Løgreglan fer nú at biðja um loyvi at kanna fartelefonir og teldur, sum vórðu tiknar frá manningini um vikuskiftið.
til at ávirka og radikalisera ung. – Ung eru serliga viðkvom fyri ávirkan, og tí er umráðandi at hava ans eftir, hvørjum umhvørvum tey luttaka í á netinum, sigur hann við KVF. Hann vísir á, at føroysk ung [...] Tað sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá Føroya Politi, í samrøðu við Kringvarp Føroya. Útmeldingin kemur í kjalarvørrinum á málinum í Danmark, har tríggir tannáringar – tveir 16 ára gamlir [...] ung brúka somu talgildu pallar sum ung í øðrum londum, og tí eru Føroyar ikki avbyrgdar frá hesum slag av ávirkan. Kortini leggur kanningarleiðarin dent á, at hóttanin um yvirgang móti Føroyum sum heild