Jask. Ógreiða er eisini um smálutirnar í hesum álopinum. Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at Iran [...] Tasnim veit at siga, at ein amerikansk rakett hevur rakt eitt iranskt tangaskip, men einki verður sagt um, hvar skipið var statt, tá tað varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið [...] hevur í dag hótt við at leypa á skip, sum liggja í havn í Kuwait og Bahrain, og sagt verður, at hetta verður iranska svarið upp á amerikansku álopini á iransk tangaskip. Í einari fráboðan, sum iranskir
og hvørjir tankar liggja aftanfyri. Leif Hansen fer í hesum fyrilestrinum at lýsa hetta evnið nærri og taka dømir fram um hvørjir sálmar eru valdir til útvaldar sunnudagar í kirkjuárinum. Fyrilesturin byggir
Kann Grønland læra nakað av Føroyum, tá tað snýr seg um at gerast meira búskaparliga sjálvbjargið? Hendan spurningin setti grønlendska kringvarpið KNR Beinir Johannesen løgmanni eftir ríkisfundin í Nuuk [...] danska ríkisstuðlinum. – Vit royna alla tíðina at gerast meira sjálvstøðug, eisini búskaparliga. Hetta landsstýrið hevur gjørt av at frysta blokkin. So hvørt sum búskapurin veksur, verður hann lutfalsliga
bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan. Seinastu 11 dystirnir hava bert givið sjey stig. Talan er um ein sigur, fýra javnleikir og seks tap í hesum 11 dystunum. Liðið er fimtaftast í deildini við 20 stigum [...] g aftaná lokna kapping. Bert eitt stig er niður til triðaftasta plássið, ið merkir Play Off dystir um rættin at spæla í deildini. Í Evropa hevur eisini gingið illa. Mjällby vann samlað á Lincoln Red Imps [...] eru verandi meistarar og steypavinnarar, og tí svíða úrslitini liðið hevur havt í juli og august. Hetta hevur fingið avleiðingar fyri norska høvuðsvenjaran, Karl Marius Aksum, ið hevur fingið sekkin aftaná
brotna við samanstoyt og harvið kunnu minka um avleiðingarnar, um eitt akfar rakar tær. Sámal Bláhamar heitir á Landsverk um at kanna uppsetingina og meta um, hvørt ein eftirgevilig skeltastong hevði verið [...] sum rakar skeivt og endar uppi á ferðoynni. – Um hetta er eitt vanligt stívt stálrør uttan brot- ella eftirgevingarskipan, hevði eg fegin viljað vitað, um Landsverk metir, at uppsetingin er nóg trygg við [...] Søldarfirði kann vera ein vandi, um eitt akfar av misgáum koyrir upp á ferðoynna, har skeltið stendur. Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina. Ferðoyggin
Kostnaðurin verður mettur til umleið 15 milliónir krónur um árið. Føroyar bíða eftir eini danskari avgerð, áðrenn støða verður tikin til, um nýggi heilivágurin Donanemab móti alzheimerdemensi skal bjóðast [...] Heilsuráðið viðger í løtuni, um Donanemab skal viðmælast. Avgerðin verður væntandi tikin 26. november í ár. Í Føroyum er tað Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág, sum ger tilmæli um, hvør serligur heilivágur [...] byrja viðgerð árliga. Hetta er av umleið 100 fólkum, sum verða ávíst til demenskanning á hvørjum ári. Viðgerðin verður mett at kosta umleið eina millión krónur fyri hvønn sjúkling um árið. Við 14 sjúklingum
Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis. Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi [...] millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag. Nýggja áminni [...] samstundis sum vit verja onnur. Í Føroyum hava vit eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og kikhosta. Nógvar
spurningin um, hvønn heim vit vilja lata frá okkum. Ótíðarhóskandi politiskir dreymar Í seinastuni hava føroyskir politikarar nærmast staðið í kø fyri at tosa um dreymin um føroyska olju og gass. Hetta hendir [...] máli um loyvini til trý oljufelt og um, hvussu útlátið frá brenningini av oljuni og gassinum skal metast. Og hetta eru ikki eindømi. Úti í heimi eru fleiri veðurlagsrættarmál. Tá vit í dag tosa um eina [...] vit tí ikki um somu vinnu, sum vit droymdu um í 1990’unum. Vit tosa um íløgur, sum skulu bera seg í fleiri áratíggju, í einum heimi har veðurlagsreglur verða strangari, og har spurningurin um ábyrgd fyri
talið av teimum bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan ferðaseðil, kann hann tí vera burtur, um tú bíðar ov leingi við at keypa hann. Soleiðis regulerar skipanin, sigur Andreas Sólsker. Úr 798 krónum [...] viðføri við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við. Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur á Atlantsflog og kappingarneytunum. – Hjá okkum fært tú kortini eitt lítið kuffert við
kappingar. Tí mátti innandura fótbóltsvøllurin Unity Arena byggjast um til hondbóltshøll. Sambært norska hondbóltssambandinum kostaði hetta millum 12 og 14 milliónir norskar krónur. Unity Arena varð eisini [...] í 2028 og mans-HM í 2031. Men norska hondbóltssambandið ávarar nú um, at tað ikki gevur meining at halda fram við stórum endaspølum, um eingin hóskandi høll er og eingin almennur stuðul fæst. Erik Langerud [...] roknistykkið at ganga upp. – Tað er ikki superdramatiskt. Tað er betri enn fíggjarætlanin. Vit fóru inn í hetta við opnum eygum. Men vit kunnu ikki halda fram soleiðis, sigur Erik Langerud, aðalskrivari í norska