Sermitsiaq í dag. Tey trý fólkini, sum vóru farin á reinsdjóraveiði, skuldu eftir ætlan verið komin aftur mánadagin. Løgreglan veit at siga, at tey vóru farin við báti úr Narsaq móti Paamiut, og eingin [...] hevði hoyrt frá teimum síðan sunnudagin. Klokkan 19.14 mikudagin fingu myndugleikarnir eina fráboðan um, at ein bátur hevði funnið ein mann, sum vísti seg at vera hin eini av teimum saknaðu. Maðurin varð
Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar [...] í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon vil eisini hava at vita, um bróstskanningar longu verða gjørdar í 3 Tesla-skannaranum á sjúkrahúsinum. Um so ikki er, spyr hon, nær væntast kann, at fyrstu MR-skanningarnar [...] fyrireikingarnar væntandi skuldu verða klár undan summarfrítíðini í ár. – Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita, hvør støðan er í hesum máli, skrivar
hevur HKcare í Saltangará eina øðrvísi loysn. Viðgerðarstovan innan fysioterapi og kosmetikk er nú farin at bjóða fram útgerð til ítróttafeløg og til einstaklingar. Hetta er útgerð, sum mýkir beinvøddar [...] útgerðin – nokk so hóskandi – fingið navnið ‘Vøddabati’. Kristian Poulsen, stjóri í HKcare, er spentur um, hvussu fólk fara at taka ímóti hesum: – Útgerðin kann brúkast hvar sum helst – í skiftirúminum aftan [...] nógv, og sum standa nógv uppi til arbeiðis. "Vøddabati" líkist einum tjúkkum kavabuksum, sum fara út um tærnar. Í buksunum eru luftkømur, sum mýkja vøddarnar – frá fótunum og uppeftir – og hetta trýstið
Ávaraðu um flóðaldu Eftir jarðskjálvtan ávaraðu indonesisku myndugleikarnir um vanda fyri flóðaldu upp í tríggjar metrar við oyggjarnar Flores og Sulawesi. Fólk í hóttum økjum vórðu biðin um at fara niðan [...] flóðaldur undir ein metur skrásettar fleiri staðni. Ávaringin um flóðaldu er síðani tikin aftur. ##med2## Fráboðanir eru eisini komnar um skaðar á sethús, goymslubygningar og almennar bygningar. Ferðslan [...] Ferðslan er tarnað fleiri staðni á Flores, og streymurin er farin í pørtum av oynni. Indonesia liggur í jarðskjálvtaøkinum kring Kyrrahavið, sum verður nevnt »eldringurin«. Annar jóladag í 2004 varð Indonesia
korterið undan steðginum. Hálvur tími var farin, tá ið Rani Hansen fyri 12. ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti [...] Víkingi í 1. deild. Fimm minuttir eftir steðgin minkaði Martin Klein Joensen um munin til 3-1, og áðrenn ein tími var farin, var tað Óla Kristian Jacobsen, sum við brotssparki staðfesti trivaliga 4-1 [...] deildini. Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn aftur um Eiðið við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast
stigum, og EB/Streymur er aftast við sjey stigum. Spenningurin um plássið undir strikuni stendur millum HB og FC Hoyvík, sum hevur 19 stig. Um eina viku hittast HB og FC Hoyvík í Gundadali. Í dag legði HB [...] var farin, tá ið Jonn Mortensen legði NSÍ framum 2-1. Hann hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár. Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á, men so koppaði tað heimaliðnum til fyrimunar. NSÍ økti um munin [...] hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini hjá Áron í ár. Næsti dystur hjá NSÍ verður leygardagin um eina viku á útivølli ímóti FC Suðuroy.
reið av álvara um snarið, inntil klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina. EB/Streymur spenti álopsbogan, og so var tað, at innskifti Klæmint A. Olsen lyfti bóltin upp um málverjan og so [...] er greitt oddalið og harvið FM favorittur. Í EB/Streymi iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at styrkja um støðuna í kappingini um at sleppa undan at flyta niður. Tað hava teir alla orsøk til, tí tað [...] Eliasen, sum við langskoti minkaði um munin til 2-1. Og alt meðan gestirnir pressaðu og spældu seg til møguleikar og fleiri ferðir vóru tætt við at javna, so økti NSÍ um munin til 3-1. Dómarin bríkslaði
áðrenn hann næstan av baklinjuni smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og datt so inn um málstrikuna við nærra stólpa. Heimamenninir spældu við stórum eldhuga og vóru væl meiri stríðsfúsir [...] Thorleifsson við frísparki bóltin omanfyri manngarðin og í málið og so var 1-1. Tá ið ein tími var farin, varð Mórits Heini Mortensen, sum í summar skifti úr NSÍ og yvir á Skála, skiftur inn á liðið hjá [...] Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina um at sleppa undan at flyta niður. Tað verður ímóti B68 á Svangaskarði.
Løgtingsins, sum í løtuni viðgerð uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at hækka orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk. Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið, [...] sigur ikki alt Barnabati tekur væl ímóti ætlanini um at styrkja fíggjarligu korini hjá familjum við lágari inntøku, men heitir á Trivnaðarnevndina um ikki bara at hyggja at inntøkumørkunum. Felagsskapurin [...] ikki beinleiðis samanberast við orkuískoytið, men tey geva eina ábending um, at fíggjarligi tørvurin hjá barnafamiljum røkkur út um sjálvan orkukostnaðin. Málið er nú til viðgerðar í Trivnaðarnevndini hjá
Johannesen, sum skoraði sigursmálið, tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina. Uppleggið átti Deni Pavlovic, sum tá ið ein tími var farin, avloysti skadda Gilla Rólantsson Sørensen. -Hetta [...] hóskvøldið, og so verður tað eftir dystin hóskvøldið, at vit fara at hugsa um toppdystin ímóti NSÍ. AB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir um, at tað heldur ikki í kvøld eydnaðist at vinna og í hvussu so er at [...] talan fór at vera um ikki so tungt kvøld á Argjum hjá KÍ, sum hóskvøldið aftur skal í europeiska eldin. Men soleiðis varð tað ikki. Bjarki C. Nielsen minkaði sjey minuttir undan steðginum um munin eftir innlegg