nýggj tiltøk, sum skulu verja og stuðla kanadiskum løntakarum og fyritøkum í hesum truplu tíðum. Enn er ikki greitt, júst hvørji tiltøk verða løgd fram. Kanada og USA komu fríggjadagin ikki ásamt um eina [...] Carney segði mánadagin, at endamálið við handilssamráðingunum altíð hevur verið at tryggja kanadifólki bestu avtaluna – og ikki eina avtalu fyri ein og hvønn prís. – Undir samráðingunum sóu vit, at ameri [...] vum. Tað er ein høvuðsorsøk til, at vit søgdu nei, segði hann. USA er størsti handilssamstarvsfelagin hjá Kanada. Umleið 70 prosent av samlaða kanadiska útflutninginum fer til USA. Kanada er í ár næststørsti
havt fyri føroyska rennarumhvørvið. Felags fyri røðurnar var myndin av einum glaðum, blíðum og fyrikomandi rennara, sum altíð hevur eitt gott orð til onnur. Jens varð lýstur sum ein fyrimynd fyri rennarar [...] í ár. At aldurin ikki nýtist at seta mørk fyri, hvat ber til, er Jens eitt livandi dømi um. Men tað eru ikki bara kilometrarnir, úrslitini og áhaldnið, sum gera hann serligan. Tað er minst líka nógv tann [...] kappingum. Síðstu árini hevur hann runnið umleið 3.500 kilometrar um árið. Jens er í dag 78 ár, men ferðin er framvegis góð. So seint sum í gjár rann hann Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs upp
hevur sagt nei. Meira kann ikki gerast. Men tørvurin hvørvur ikki við einum nei. Og eitt nei merkir ikki altíð: „Eg havi ikki tørv á hjálp.“ Tað kann eisini merkja: „Eg stóli ikki upp á teg.“ „Eg eri bangin [...] alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] Eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og sum ikki megnar at taka ímóti hjálpini, soleiðis sum hon verður boðin. Hvør eigur heildina? Tað eru fleiri partar av skipanini, sum kenna ella hava
ð lagt fyri Tingið í 1998, og varð einmælt samtykt, men tíverri bleiv val útskrivað, os harvið datt uppskotið burtur. Soleiðis sum eg kendi Hildigarð, var hon ikki ein ið gav upp, um nakað ikki gekk sum [...] eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti sær. Hendan tíðin vit [...] hugsa sær, at Hildgarð ikki er ímillum okkum longur. Kom at kenna Hildigarð gjøgnum nevndararbeiði í nevndini í Heilsuhjálparafelag Føroya í 1990 unum. Hildigarð hevði álitisstarv sum skrivari í nevndini
Fugloy hevur fuglaveiða altíð havt stóran mentanarligan týdning. Fólk í hesum oyggjum hava havt holla vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar [...] fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis . - Fyri oyggjar sum Mykines, Skúvoy og Fugloy [...] handverk missa sín týdning, hava vit ikki somu amboð at skilja, hvat hesi tap hava við sær, sum vit hava fyri at skilja tap, ið lættari kunnu mátast fíggjarliga, sum til dømis infrakervi, sigur Ragnheiður
eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan. Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu og minni. Verkini [...] undirvísing, millum annað eina masterclass hjá Steve McDonald, sum hevur arbeitt sum teknari fyri Pixar og Disney. Endaligu verkini verða prentað sum giclée fine-art prent við pigmentblekki á útvald listapappír [...] Tórshavn UM [Ó]RÓ [Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini
burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin, men tað er sjálvandi altíð gott at vinna. Sum heild var [...] var hetta ein góður venjingardystur fyri okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari við heimasíðuna hjá FSF. Í Grønlandi stórfegnast tey um at teirra kvinnulandslið slapp at spæla hendan landsdystin móti føroyska [...] so megnaðu vit at tapa heiðurliga 0-5. Bæði venjaratoymið og hópurin eru errin av avrikinum. Hetta er byrjanin upp á eina ferð at skapa eitt lið, ið kann geva gentum og kvinnum í Grønlandi okkurt at stremba
eiga ongantíð at koma í staðin fyri lesivenjing. Hon heldur eisini, at tað er umráðandi, at vaksin stuðla børnum, hóast lesing kann vera tung. – At læra at lesa er ikki altíð stuttligt. Tað kann vera strævið [...] tær eiga ikki at koma í staðin fyri vanliga lesivenjing hjá børnum, sigur Betty Tärning, granskari í kognitiónsvísindum við Lunds universitet. – At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært [...] lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra, sigur hon. Sambært henni er tað stórur munur á at lesa við eygunum og at lurta við oyrunum. Sjálv lesitilgongdin mennir
móðir. – Tey hava ikki orku nokk til at tiga, sigur onnur teirra. Sambært granskarunum kann møðin síggjast sum eitt ávaringartekin og sum ein kropslig reaktión upp á, hvussu skúladagurin er skipaður. Kanningin [...] møði ikki altíð vísir seg við, at børn gerast friðarlig. Eldru næmingarnir lógu eitt nú yvir borðunum, ballaðu seg inn í teppi og geispaðu hart. Hjá yngru børnunum kundi møðin hinvegin vísa seg sum órógv [...] inn og út. – Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi, sigur Camilla Brændstrup Laursen. »Tey hava ikki orku til at tiga« Tvær gentur í 7.
væntaðan livialdur. Men tað er ikki galdandi fyri øll, sum hava varandi skert arbeiðsføri og fáa fyritíðarpensjón. Við uppskotinum verður ein nýggjur møguleiki latin teimum, sum hava fingið játtað framskundaða [...] Tað er høvuðsinnihaldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki [...] livikorini Endamálið er sambært landsstýrinum at bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá fólki, sum hava eitt langt arbeiðslív aftan fyri seg, men vegna varandi heilsutrupulleikar ikki kunnu halda fram á a