ungdómsøkinum í dag. Tí má hon raðfestast! Tað havi eg sum landsstýrismaður eisini gjørt, og tað eri eg glaður fyri. Til tess at fáa hetta at virka í praksis, er eisini neyðugt at hava fólk við námsfrøðiligari [...] igari bakgrund staðsett í ráðnum. Tað er gjørt. Og á undirliggjandi stovnum; tað fer at henda í nærmastu framtíð. Á fíggjarlógini raðfesti eg, at ein menningareind/faklig ráðgeving skal gerast til alt [...] arbeiði innan námsfrøðina, so sum Barnaverkætlanin og Barnalógin, má sleppa at halda áfram. Tí bjóði eg meg fram aftur til løgtingsvalið 26. mars. Djóni Nolsøe Joensen , valevni fyri Javnaðarflokkin
Í fleiri ár havi eg umhugsað at bjóðað meg fram í politikki, og nú er løtan komin. Eg eiti Lív Reinert Nielsen, eri 43 ára gomul, og eg stilli upp fyri Sambandsflokkin. Eg búgvi í Havn saman við manni [...] hevur altíð verið mær ein hollur stuðul í tí, eg havi fingist við. Havi starvast sum lærari í Eysturskúlanum í Havn síðan 2007. Harafturat hava maður mín og eg havt egna fyritøku síðan 2008. Míni grun [...] gera mær ómak í øllum lívsins viðurskiftum. Eg eri góð við land okkara; fólk, náttúru, mál og mentan. Vit eiga nógv arbeiðssom, gløgg og dugnalig fólk, sum vilja landi okkara væl, og tað eri eg sera takksom
fátækari samfelag. Eg arbeiði fyri, at øll skulu við, og fyri einum Føroyum fyri øll. Stutt um meg: Eg eri úr Hoyvík, og eri í dag búsitandi í Vági saman við Esther. Vit eiga 3 børn. Eg eri 58 ár og tók prógv [...] fólkaskúlalærari í 1993. Eg eri eisini tónleikari, og spæli javnan til mong -ofta sera ymisk – tiltøk. Eg skrivi tónleik, og eg havi givið tónleik út, bæði undir egnum navni, og saman við øðrum. Vón mín [...] kur haldi eg eigur at raðfestast frammaliga, og er hetta nakað, ið ofta dettur burturímillum. Eg havi drúgvar royndir í ymsum nevndararbeiði á hesum øki. Sum lærari í meira enn 30 ár hevi eg drúgvar royndir
søguliga kreppu við USA. Uppá stutt sikt er viljin at varðveita felagsskapin við Grønland stórur, eg eri meira ivasamur, tá vit tosa um langsiktað. Og um grønlendski innanríkispolitikkurin nú er í upploysn, [...] danska fólkatingsvalið í grein í Sosialinum, Hann metir um stjórnarmøguleikar í Danmark eftir valið. Hann metir, at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðfrú – saman við Moderatunum hjá Lars Løkke [...] varðveita tann samleika og felagsskap, sum Danmark og Grønland hava megnað at savna í samráðingunum við USA. Í dag eru ongir flokkar í Danmark øgiliga stórir, teir hava ikki nógvar limir (les: kjarnuveljarar) og
borgum. Eg eri ein av teimum sum halda, at útreiðsluvøksturin í farna valskeiði (og eisini í hesum valskeiðinum), hevur verið alt ov stórur, men hasi tølini sum hon brúkar eru púra við síðuna av. Eg kenni [...] havast í huga, at vit hava framvegis eina fíggjarlóg fyri 2026, sum hevur 268 mió. krónur í halli! Og so sigur Sirið: Útreiðsluvøksturin í almennu fyrisitingini er komin niður á uml. 3,5 prosent í mun til [...] Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, skrivar í eini grein, at fíggjarlógin er komin á beint. Hon sigur, at spádda landskassahallið upp á fleiri hundrað milliónir í 2025 vísti seg at vera ein feilmeting
Í umleið 2½ ár var eg landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum. Sum oyggjabúgvi, eg búgvi sjálvur í Suðuroynni, so eri eg fullgreiður um avbjóðingarnar, sum fólk á smærri oyggjum okkara hava, [...] eisini á mál í politiskari telving og horna-tøkum, og í dag er Hestleiðin góð, við væl fleiri túrum og eisini við einari ferðaætlan, har tað ber til at búgva í Hesti og arbeiða í miðstaðarøkinum. Í Skúgvi vístu [...] vit eisini fingu bøtt um í góðum samstarvi við SSL. Onnur avbjóðing í Kalsoynni var, at onki bíðirúm var til ferðafólk á keiini í Syðradali – og tað fingu vit eisini loyst. Í Svínoy vístu tey á ynski um
FAKTA: Fólk við ADHD eru fødd við tí – tað er ikki nakað, tey fáa við einari útgreining. Tey hava tað frammanundan. Diagnosan er tó neyðug fyri at fáa neyðugu hjálpina, tá talan er um ADHD/ADD. Eg eri púra samd [...] hevði tú sagt við eitt barn, sum sær illa, at tað ikki skal brúka brillur? Ella eitt barn við diabetessymptomum, at tað ikki skal útgreinast? Nógv meina tað væl – men úttalilsi botnar ofta í stigma og manglandi [...] at hjálpa børnunum við NFPP foreldraráðgeving. -Set eitt fakliga sterkt toymi at hjálpa børnunum, sum longu standa í bíðikøini, og gev foreldrunum ráðgeving og hjálp beinanvegin í dag. -Set 10 mió. meira
fakliga útbúnum røktarstarvsfólkum er ovurstórur. Eg eri fegin um, at fleiri nú seta orð á álvaran. Men hetta er ikki nýtt. Longu í august í fjør reisti eg spurningin politiskt og vísti á, at vit útbúgva [...] vit tora at gera nakað við hana. Vit mugu útbúgva fleiri. Vit mugu gera útbúgvingina tøka, har fólk búgva. Og vit mugu skapa arbeiðsumstøður, sum halda fast í teimum, sum longu eru í starvi. Okkara eldru [...] vorðin greiður. Kringvarpið vísti í sendingini “Tá røktin ikki røkkur” eina veruleika, sum mong starvsfólk, eldri og avvarandi kenna alt ov væl. Og nú rópar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu eisini varskó:
øllum. Eg nevndi í byrjanini hetta við at taka lut í samfelagnum. Ljóðbøkurnar skaptu møguleikan hjá blindum at fáa lut í pørtum av samfelagsliga virkseminum, soleiðis sum tað t.d. er endurgivið í skaldskapinum [...] vera álitisvekjandi og savnandi í sínum atburði og samskifti. Karin hevur hjartað við í sínum arbeiði og í øllum sum hon tekst við. Og nú hon hevur valt at gevast, so hugsi eg orsøkin er, at hon fullvæl veit [...] Sullivan í tí stilla arbeitt fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum eru forðaði í at sansa umheimin við sjónini og at samskifta við eygunum. Tú hevur fyri so vítt eisini verið ein Helen Keller við støðugt
Altíð! Tí eri eg av teirri avgjørdu sannføring, at kjarnan í føroyska heilsuverkinum skal vera sterk, almenn og felags fíggjað – og hon skal so avgjørt vera fyri øll. Tað kanst tú tryggja við at velja ein [...] Onkur hevur í valstríðnum rikið uppundir at privatisera heilsutænastur. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara og seta okkum spurningin: Hvørja leið vilja vit, at føroyska heilsuverkið skal fara? Í stórum [...] heilsutænastum lokka við betri arbeiðstíðum og hægri løn. Hettar ger, at almenna skipanin fær truplari við at halda uppi einum javnbjóðis og breiðum heilsuverki. Tí blíva fólk ónøgd við heilsuverkið. Tey