hevur verið gott, og eg haldi eg tori at siga, at eg havi hjálpt øllum prestum í Føroyum við at koma í kjólan. Álvheygg sat í mong ár í skúlaráðnum, og ikki minst kendur er hann frá tí, tá hann arbeiddi á [...] Danmarkar, men eg má viðganga, at eg fari at sakna ymist her, tí eg havi verið í so nógvum. Mest av øllum fari eg helst at sakna tað kirkjuliga arbeiði, sigur Álvheygg, sum hevur verið deknur í 35-40 ár og [...] eisini verið klokkari. - Eg eri ein gomul kirkjurotta, havi verið í kirkju hvønn einasta sunnudag, um eg so havi sitið vinstru megin ella høgru megin í kirkjuni. Mítt samstarv við allar prestarnar hevur
einasta í landinum, sum er eitt lakkverkstað burturav. Hetta sigur Finnbogi Arge, sum er stjóri í fyritøkuni p/f Meinhardt Arge, ið selur bilarnar Opel, Nissan og Peugot. Teir hava nýliga gjørt íløgur í nýmótans [...] settir á rað við síðuna av kabinuni á ein skinnara. Her verða teir gjørdir púra klárir - sum vóru teir í kabinuni. Síðani verður síðan á kabinuni latin upp, og bilarnir trillaðir á skinnara inn í kabinuna [...] sigur, at luftin í kabinuni verður skift út 266 ferðir um tíman. Tá sproytað verður, er hitin í kabinuni umleið stovutemperatur, men tá liðugt er at sproyta, verður skrúvað upp á 65°C. Í hesum hitanum stendur
Føroya fólki ella fyri Føroya Løgtingi, at eg eri dóttir pápa mín. Eg kann ikki taka støðu til, um eg eri gegnig ella ikki gegnig. Men eg kann siga so mikið, at tá eg varð biðin um at taka hetta starvið upp [...] tá sat, ivaðist eg, um eg skuldi taka av. Hetta sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerking, nú ivi verður reistur um hana sum eygleiðara. ? Eg visti, at hetta fór at hava nógv arbeiði við sær, og fór tí og [...] hvat kann henda víðari í hesum máli, tí so veit hon ikki, hvar hon endar. Ikki ávirkan á hvussu kanningin fer fram ? Eg eri biðin um at gera hetta arbeiðið, og tí tryggjaðaði eg mær framman undan, at allir
pláss í Tingmannaráð Útnorðurs? ? Eg veit at hesin spurningurin hevur verið viðgjørdur í Tingmannaráðnum, og eg veit eisini at ein enn ikki er samdur um norðmenn eiga vera við í hesum ráðnum. Eg eri ikki [...] eitt serligt pláss í huganum hjá Kjell Magne Bondevik. Hann hevur í Norðurlanda Ráðnum arbeitt fyri at Grønland, Ísland og Føroyar skulu fáa betur sømdir í hesum samstarvinum. ? Eg eri eisini av tí áskoðan [...] politisk og í aðrar mátar. ? Vit eiga at brúka norðurlendsku stovnarnar og norðurlendsku mentunarhúsini munandi meir enn í dag, og so eigur norska stjórnin eisini so við og við at økja um sambandið við Føroyar
Eg var sera uppsettur til dystin, tí eg vildi hava tað skuldi ganga betri enn leygardagin. Eg eri eisini nøgdur við mítt avrik, hóast eg gjørdi tveir óneyðugar feilir í seinna hálvleiki, segði Ingi Olsen [...] Olsen við Ítróttarsosialin eftir dystin. Ingi stríddist fyri fleiri, hann var altíð í verjustøðu, fangaði bóltar, setti skjótálop í gongd og var sjálvur topskjútti. Ingi var í heimsklassa. Hann spældi [...] úrslitið føroyskur hondbóltur nakrantíð hevur fingið og eg eri serstakliga fegin um avrikið hjá okkum. Vit hava nú víst, at føroysk lið kunnu standa seg í Europa, og vit eiga at taka fleiri avbjóðingar á okkum
millumhandlarar hava verið í sambandi við meg, og at ein avleiðing av hesum var, at eg í síðstu viku var í Italia og vandi við einum 1. deildarfelag. Tað er eisini upp á tal, at eg í heystfrítíðini skal til [...] væl við í, hvat rørir seg á marknaðinum. Avrikið hjá Julian Johnsson var framúr gott í báðum landsdystunum ímóti Malta, og eisini í Estlandi og Kekkia skaraði hann framúr. B36 var við í Intertoto í summar [...] tað er greitt, at í framtíðini fari eg ikki at brúka skúlatíðina at ferðast runt og venja fyri at sannføra feløg um, at eg eri nóg góður til at fáa ein sáttmála. Eg havi gjørt av, at eg fari ikki avstað
Hendriksson, stjóri í Ísbú í Føroyum, í viðmerking til, at Ísbú brúkti framleiðaranummarið hjá Vestsalmon í samband við egnan fiskaútflutning. »Tað er einki heilsufrøðiligt óforsvarligt í hesum,« verður sagt [...] eitt sindur til ætlanina. »Tað kann gott vera, at onkur ætlar at leiga virkið, men eg eri ikki við. Eg eri liðugur í Føroyum,« sigur hann. [...] fiskurin varð tikin. Liðugur í Føroyum Martin Hendriksson er framvegis stjóri í felagnum Ísbú í Føroyum. Men tað er bara proforma, sigur hann. Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur yvirtikið
Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnað var millum luttakararnar á oljumessuni í Aberdeen í farnu viku. Hann sigur við Sosialin, at føroyingar fingu nógv burtur úr og heldur fyri, at føroyski básurin [...] samdur við teimum, sum siga, at tað er umráðandi at vera við á eini slíkari ráðstevnu og framsýning. Fingu nógv burturúr -Vit hava havt høvi at tosa við umboð fyri nógvar av fyritøkunum, sum í dag virka [...] Formaðurin í Føroya Oljufelag heldur tað eisini vera gott, at Oljuráðleggingarnevndin í síni frágreiðing til myndugleikarnar longu hevur spælt út við ynskinum um, at alt, sum hevur samband við eina komandi
aftur í søguna, so síggja vit, at broytingarnar í ríkisrættarligum viðurskiftunum henda, meðan Javnaðarflokkurin situr í stjórn. ? Eg eri eisini sannførdur um, at tær broytingar, sum skulu gerast í viðu [...] rættuliga positivt. ? Eg eri sannførdur um, at tann dag vit standa í einum valstríð ber til hjá okkum fyri tað fyrsta at vísa á, at tað eru onnur virði her í lívinum og onnur virði her í samfelagnum, sum skulu [...] handfarið eitt føroyskt mál á tann hátt, teir hava gjørt við bankamálið, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í føroyska Javnaðarflokkinum. ? Aðalstjórin í løgmálaráðnum, Michael Lund og táverandi løgmálaráðharrin
hvussu gongur við valinum, segði Steinar Bastesen tíðliga valkvøldið. Bastesen og hansara viðhaldsfólk møttust í Bodø og til matna fingu tey sjálvandi turran fisk og turt stórhvalatvøst. ? Eg eri til sølu, [...] sigur Steinar Bastesen. Hann bjóðar tí sum kemur við hægsta boðnum sína atkvøðu í Stórtinginum. Steinar Bastesen sigur at hann ivast ikki í at orsøkin til sína framgongd, er tann politikkurin sum Arb