gekkst við honum í skjúrtulummanum allatíðina. Tá fekk mamma veruliga sveittan fram. Ella ta ferðina í Spania, tá ið tú hoppaði í uttandura svimjuhylin og gloymdi, at tú hevði pengaseðlar í shortsunum. Tú [...] og tað eri eg so ómetaliga takksom fyri, og tað goymi eg altíð í mínum hjarta. Eg vaks upp, meðan virksemið hjá tær var á tí allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga [...] stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg. Tú vart so ótrúliga
Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður [...] økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum [...] venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum. Í verandi trygdarpolitiska landslagnum
og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað [...] kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur? Góð regulering [...] vita, hvør trupulleikin er – og hvønn vit raka. Vita vit, hvønn vit raka? Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett
stendur m.a. soleiðis í dag: Skótaliðið Royndin fyllir 86 ár í dag Í 1940 var avgjørt at gera eina ‘Roynd’ at seta skótar á stovn í Vági. Og sigast má, at hendan ‘Royndin’ hevur eydnast væl í heili 86 ár. Á in [...] upprunan soleiðis: Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági. Thulesen kendi til skótarørsluna úr Danmarkk. Tað vóru nakrir [...] at gera eina roynd við hesum. - Skótaliðið Royndin er enn virkið og skipar fyri, tá ymisk tiltøk eru í Vági, t.d. á grækarismessu og á flaggdegi.
stóra pall klokkan 21.45. D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði. Men [...] stóra palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX við Signari í Homrum at hoyra. Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin leygardagin við Trølla Pæturi og Ommuni. Seinni [...] 29. august 2026. Skráin í stuttum: Stóri pallur: Kl. 18.00 – Friði & Marner Kl. 19.45 – Hallur Joensen Kl. 21.45 – D-A-D Kl. 00.00 – Eyðun, Terji & Kim Kl. 01.45 – ROX v/Signar í Homrum Tjaldið: Kl. 11
kann leika í. Hugskotið er, at fólk kunnu sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur í grasið í Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - [...] einki ímóti at vera í arbeiðsklæðum og handskum, og hetta er galdandi fyri tey bæði. Tá vit vitjaðu í Skálavík ein dagin í seinnu hálvu av juli, og kafé’in hevði fult hús, stóð Birita uppi í einari lyft og [...] at tá elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera. - Eins og í fyrru byggingini, verða tað í størst møguliga mun veitarar í Sandoynni, sum fara at gera verkætlanina
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus spældu í dag stórsteypadystin - Super Cup - móti verandi meistarunum, Aalborg í Arena Randers. Verandi meistararnir vóru aftur ov sterkir, og [...] á odda 17-16 í steðginum. Jóhan var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus við sjey málum. Jóhan skoraði upp á fýra av fýra brotskøstum. Mikudagin klokkan 17 leggur Skanderborg-Aarhus fyri í bestu donsku
mánaðirnar og upp í eitt hálvt ár. Tríggir lærlingar byrja í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november. S [...] Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sj [...] støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð Sjúkraflutningstænastan í Føroyum
merktan løgreglubil, sum koyrdi rætta vegin. Fimm fólk vóru í Volkswagen-bilinum, og tvey løgreglufólk vóru í løgreglubilinum. Øll sjey doyðu. Eingin í teimum báðum bilunum kom frá vanlukkuni við lívinum. Løgreglan [...] Vanlukkan hendi klokkan 3.39 leygarmorgunin í South Bank nærindis Middlesbrough í landnyrðingspartinum av Onglandi. Sambært Cleveland Police var ein Volkswagen Passat farin inn á A66 og koyrdi skeivan [...] for Police Conduct, IOPC, sum er óhefti eftirlitsstovnurin við bretsku løgregluni, hevur sett kanning í verk av hendingini og tí, sum fór fram undan samanstoytinum. Victoria Fuller, løgreglustjóri hjá Cleveland
Sjey fólk eru deyð, eftir at ein tyrla við ferðafólkum datt niður í Samburu-økinum har norðuri í Kenya í morgun. Sambært kenyanska loftferðslueftirlitinum vóru seks ferðafólk og ein flogskipari umborð [...] lívi. Tyrlan fór úr Loisaba Conservancy og skuldi flúgva til Ewaso Nyiro-økið í Samburu. Hon datt niður klokkan 9.13 lokala tíð í einum fjarskotnum og torførum fjallalendi nærindis Mount Ololokwe. Fimm av [...] bjargingarmyndugleikar vórðu sendir á staðið. Bjargingararbeiðið var torført, tí vanlukkustaðið liggur í ósløttum og fjarskotnum lendi. Tyrlan var av slagnum Eurocopter EC130 B4 og varð nýtt til eina leiguflúgving