málum, har hvítabjarnir vórðu skotnar fyrr í ár. Kanningar og avhoyringar hava víst, at báðar hvítabjarnirnar, sum talan er um, vórðu skotnar í sjálvverju. Hin fyrra bjørnin varð skotin í Agardhbukta á [...] tinum av Spitsbergen í juli, tá hon royndi at bróta inn í eina smáttu. Í báðum førum vórðu vitni og teir, sum skutu, avhoyrd. - Niðurstøðan hjá okkum er, at hetta í báðum førum var í sjálvverju, sigur
ikki, at dømi um ross, sum eru kløkk av bilum, ella kjak um ólógliga bilkoyring á gøtuni hevur beinleiðis samband við ætlaðu súkklubreytina. Hann setur eisini spurnartekin við upplýsingina um, at 100 ross [...] kjakinum Guttormur í Skála finst at Brandi í Dali fyri alment at hava sett spurnartekin við, um Sersambandið fyri súkkling hevur brúkt pengar frá ÍSF uttan heimild. – Um formaðurin í Ríðisambandinum hevur [...] rossafólk og súkklarar um at leggja stríðið til viks og finna eina loysn, sum tryggjar báðum pørtum atgongd til økið. Guttormur í Skála leggur dent á, at hann nevnir farleiðina „Gøtuna um Vesturvarða“ og ikki
vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri ár eisini verið ein bátastevna, og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini [...] dansað til tann ljósa morgun. Tiltakið í Hósvík endar líka sum við morgunmati fyrrapartin í morgin. Tá bátarnir fara heimaftur úr Hósvík, er vanligt, at fleiri leggja leiðina út til Nólsoyar. Men, hvussu [...] landið hetta vikuskiftið? Hyggja vit eftir, hvat Veðurstova Føroya sigur, hava vit í dag lot til frískt lot av útsynningi, 3-8 metrar um sekundið. Seinnaprtin gongur hann uppí ein vestan. Tað verður skýggjað
ngarpláss. Nú fara vit at fyrireika okkum til torføra avbjóðing á útivølli ímóti NSÍ. Vit hava góða tíð til tað, og eg vóni, at spælararnir tá fara at vísa tað, sum skal til, um vit skulu varðveita plássið [...] tá ið 07 Vestur vann 2-0 ímóti AB. 07 Vestur venjarin fegnast um sigurin og um, at 07 Vestur nú er omanfyri strikuna: -Vit hildu okkum hava sigurin uppibornan á Toftum, men tá mistu vit á stokkinum. Í kvøld [...] Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti
Flogfarið við hópinum hjá THW Kiel lendi seinnapartin í dag, og í kvøld kundu fólk fegnast um at síggja Elias Ellefsen á Skipagøtu saman við liðfeløgunum í THW Kiel spæla dyst móti liðnum hjá Bjarna í [...] og Valur einki stig hava. Dysturin millum H71 og THW Kiel bleiv av ongum ígjár. Sunnudagin klokkan 13 spæla THW Kiel og GOG. Og klokkan 15 spæla H71 og Valur. Portalurin stroymir báðar dystirnar.
upplýsingar á, at álvarslig teknisk brek kunnu hava verið orsøk til hæddarmissin. Indisku loftferðslumyndugleikarnir, DGCA, kanna málið, og sambært indiskum miðlum kann talan hava verið um brek í øllum trimum [...] beinanvegin at lækka nøsina á flogfarinum. Hetta hevði við sær hæddarmissin. Sam Thomas heldur samstundis, at skjót handfaring í stýrhúsinum var við til at bjarga ferðafólkum og manning. Sambært Firstpost og [...] eisini kannað, um flogskiparin kundi vera ávirkaður. Sambært The Times of India varð hann kannaður fyri psykoaktiv evni eftir lendingina, og úrslitið var „ikki-negativt“. Air India tók síðani báðar flogskipararnar
í samrøðuni, at hann hevði spátt, at Grønland fór at koma undir amerikanskt tamarhald, áðrenn Trump fór úr embætinum. – Tað kanst tú vedda upp á. Um tú hevur veddað upp á tað, fert tú at vinna, svaraði [...] fleiri ferðir fyrr sagt, at USA eigur at yvirtaka Grønland. Útsagnirnar eru fleiri ferðir vístar aftur bæði av grønlendskum og donskum myndugleikum, sum hava gjørt greitt, at Grønland ikki er til sølu [...] Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur nú beinleiðis, at hann væntar, at Grønland verður undir amerikonskum tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. Tað sigur hann í einari samrøðu við
nøktandi. Borgarar hava somuleiðis ført fram, at vegurin millum býlingarnar kennist ótryggur, og at bilarnir koyra skjótt. Ein tvívegis felagsbreyt fyri gongufólk og súkklufólk verður mett at vera tryggasta [...] ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini allastaðni. Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt náttúruatlit. Ein møguleiki er at seta hámarksferðina niður í 40 kilometrar um tíman og [...] um hámarksferðina 50 kilometrar um tíman. Ein gongubreyt er á bert 152 metrum av seinna strekkinum. Børn vísa á ótryggleika Í eini skúlavegakanning hava børn víst á, at tey kenna seg ótrygg, tá tey skulu
upp á, at framtíðin er nakað, vit sjálvi skapa. Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real America's Voice , at hann vónar at hava fingið tamarhald á Grønlandi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í 2029 [...] útsøgnina. Hon sigur, at slíkar útmeldingar skapa ótta og ótryggleika, og at álitið á USA fær enn eitt skot fyri bógvin hvørja ferð slíkar útsagnir koma. – Vit skulu ikki lata okkum kúga. Vit hava livað við hesum [...] samanhaldinum. – Sama hvar vit hittast, og sama hvar í heiminum vit eru, standa vit saman. Vit gleðast um framgongdina hjá hvørjum øðrum, lyfta hvønn annan og bera felagsskap okkara við okkum, skrivar hann
Mikukvøldið 12. august 2026 um klokkan 18:54 er ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í [...] Havn byrjar tiltakið kl. 17:30 og endar kl. 20:00, og er á veðurstøðini á Hoyvíksvegi 69. Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30. Sólarmyrkingin sjálv [...] sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54. Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey, ið ikki hava sjálvi. Á tiltakinum verður eisini greitt frá, hví sólarmyrkingar eru, eins