hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, sum í vikuni sum fór skrivaði undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað [...] at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar í Europa og nakrar [...] miðverjanum Laurits Norby, og sum fyrri hálvleikur leið hevði EB/Streymur fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað kunnu Gutti Dahl-Olsen og Kristian Svabo Eliasen skriva undir uppá. Eftir steðgin hevði
Nolsøe, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð og Vígdis T. Klein. Vit fara at hoyra alt frá lokalum søgum til søgur úr stóru verð, um Eiðismenn, abbasystrar, huldusøgur og tað, sum hendir 'aftanfyri gardinurnar' [...] r'. Søgugongan endar eins og hon byrjar; í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl, og brøðurnir Hans og Høgni H. Debes fara at framføra nakrar av fólkakæru sangunum hjá Regini
at síggja, at fólk taka so væl ímóti tiltakinum. Suðurljóð snýr seg um at koma nær tónleikinum, skapa lív í býlinginum og savna fólk um eina góða felags uppliving, siga fyriskipararnir. Suðurljóð 2026 byrjar [...] á skránni á Tvøroyri. Hetta kvøldið verða níggju heim í Brekkutúni, Brekkugili og Brekkulág karmur um eina heilt serliga tónleikauppliving. Umleið 300 fólk verða við til tiltakið, har áhoyrararnir ganga [...] Hvør tónleikari spælir tvær framførslur, og sostatt verður tónleikur at hoyra kring allan býlingin alt kvøldið. Á skránni eru Benjamin Rajani, Bollarnir, Janus á Húsagarði, Jazzygold, Laila Carlsen og Malan
Jonas Gahr Støre var millum tey fyrstu uttan fyri kongshúsið, sum fingu boðini um, at Haraldur kongur var deyður. Hann sigur seg hava tikið ímóti boðunum við djúpari sorg. – Ein heil tjóð syrgir og stendur [...] mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini »Alt fyri Noreg«, sigur hann. Sambært stórtingsformanninum var kongurin nær fólkinum, og norðmenn minnast
fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað snýr seg ikki um at sleppa undan regulering, men um rættartrygd og um at kunna líta á karmarnar, sum virksemið er bygt á. Hvussu lágt kann dagamarkið [...] mark. Tað ger stóran mun, um eitt lógligt vinnuligt gistingarvirksemi kann rekast 200, 90, 30 ella 10 dagar um árið. Jú størri inntrivið er, tess størri gerast spurningarnir um rættartrygd, ognarvernd, [...] ksemi ikki virka undir somu treytum. Men hvørjar ítøkiligar treytir er talan um – og hví er eitt dagamark rætta svarið? Um hotell hava strangari krøv til eitt nú brunatrygd, heilsuviðurskifti ella skráseting
Vágum í ár. Tað fyrra soraði hann, tá ið 07 Vestur vann 2-0 ímóti AB. 07 Vestur venjarin fegnast um sigurin og um, at 07 Vestur nú er omanfyri strikuna: -Vit hildu okkum hava sigurin uppibornan á Toftum, men [...] venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen: -Tað bylgjaði báðar vegir, og tá ið alt kom til alt, so var tað liðið, sum vísti meiri vilja, sum fór við øllum stigunum. Nú er eitt stig frá okkum [...] ímóti NSÍ. Vit hava góða tíð til tað, og eg vóni, at spælararnir tá fara at vísa tað, sum skal til, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sigfríður S. Clementsen. Marius Nielsen javnaði
hóskvøldið um eina viku at vinna á pólska liðnum við einum máli verður talan um longda leiktíð, og um tað eydnast at vinna við fleiri enn einum máli, so verður nýtt europeiskt bólkaspæl veruleiki – um tað so [...] at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa League, og at KÍ við samantaldum sigri fer at tryggja sær pláss í europeiskum bólkaspæli framvegis er heilt verulig. Um tað eydnast [...] apping. Hóast tepurt 1-0 tap og harvið góðan møguleika um eina viku at vinna seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 spælararnir og samlaða 32 manna ferðalagið úr Klaksvík
og ótryggum vegi. Løgtingsmaðurin spyr tí eisini, um Landsverk í raðfestingini tekur serligt atlit til vegir í tættbygdum økjum, og um mett verður um longdina á strekkinum, vavið á arbeiðinum og ferðslutrýstið [...] Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest [...] hann. Vegurin liggur í einum tætt bygdum øki, har fólk í øllum aldri búgva, og nógv ferðsla er har alt árið. Magni Højgaard nevnir eisini náttúruperluna við Prestá, sum liggur fram við strekkinum. Hann
tikin upp. Hvør luttakari fær høvi at tosa um sína støðu. Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført, og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul
Um klokkan 17 í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Norðoyggjum. Ein smádrongur var komin út millum tveir parkeraðar bilar og rann út fyri ein bil. Bilurin koyrdi sera spakuliga, og bilførarin [...] óhappinum. Drongurin varð kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at vera heilt vís í, at alt var, sum tað skuldi.