pláss aftrat. - Vit mugu bara ásanna, at áhugin fyri festivalinum og kampingplássum er metstórur í ár. Fyrireikararnir eru púrasta ovfarnir av, at áhugin fyri kamping er vorðin so stórur, og tí hevur verið [...] at eisini hesi verða seld innan stutta tíð. ##med2## Norð Festivalurin hevur seinastu árini ment seg til eitt afturvendandi summartiltak í Norðoyggjum. - Stóri áhugin í ár bendir á, at metnógv fólk ætla
hevur danski staturin broytt stuðulsskipanina, so framleiðararnir fáa ein tryggjaðan lágmarksprís fyri elorkuna. Við nýggju skipanini komu tvey boð inn upp á havvindmyllulundina Nordsøen Midt og fimm boð [...] umsóknum um nettilknýti. Stjórnin hevur síðani sett í verk eina bráðfeingisætlan, og Samira Nawa sigur seg vera sannførda um, at netið verður klárt, tá nýggju havvindmyllulundirnar fara at framleiða streym
skapa umhvørvi, har børn kenna seg trygg, verða sædd og læra virðini, sum bera eitt gott samfelag. Í Føroyum hava vit allar fortreytir at skapa heimsins besta samfelag fyri børn. Men tað krevur, at vit tora [...] hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s [...] framúr væl at arbeiða saman við øðrum. Allir hesir eginleikar hava virði, og samfelagið hevur brúk fyri øllum. Harafturat hevur tað eisini stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva
hægri enn fyrra metið frá august 2003. Eisini longur norðuri hava serlig veðurfyribrigdi gjørt um seg. Í Onglandi og Wales var juli tann turrasti, sum nakrantíð er skrásettur, og í sunnara parti av Onglandi [...] Hitabylgjurnar hava havt álvarsligar avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin. Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið at
tryggjaðu sær finalupláss á fyrsta kappingardegi. Knút Lützen og ross hansara, Kári frá Ásbru, reið seg beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og hevur áður vunnið [...] Hóast A-finaluplássið var tryggjað, helt hann, at framførslan kundi verið betri. – Eg eri glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki heilt nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri [...] Stælli frá Skagastond. Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni
høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við vindi, sum er væl bíligari. Og Eysturlund [...] grøn. Tað var málið, sum politiskt bleiv sett, og tað er eitt mál, sum alt samfelagið hevði bundið seg til. Men mál eru einki verd, um handlingin ikki fylgir við. Tí er tað umráðandi, at orkuútbyggingin [...] dálkandi olju. Grøni framleiðsluparturin var bert 50,6% – undir tí 56%-málinum, sum Sev hevur bundið seg til mótvegis lánveitarunum, og felagið mátti tí rinda eykarentu. Elsølan vaks samstundis 5,6% – so
mannin, hevur løgreglan avgjørt, at sama skipan skal galda fyri alla manningina. Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin [...] høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av manningarlimunum kærdi avgerðina
verður tað torført hjá føroyingaliðnum, Mjällby at vinna seg til Play Off umfarið í Champions League. Á heimavølli í Hällevik tapti Mjällby 1-2 fyri slovakiska liðnum, Slovan Bratislava í fyrra dystinum í
ræðuliga byrjan, har Danmark legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan [...] Kravið undan seinna miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 [...] og 16, og rættin at spæla í U19 HM-endaspælinum komandi summar. Og tað er sanniliga nógv at spæla fyri. Føroyar-Danmark 27-32 (13-16) Føroyar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 12, Gabriel Skeel Árnason 5, Jónas
skránni fyri fundin. Hann kemur tó eftir eina tíð, har Fifa hevur verið fyri atfinningum úr fleiri londum og fótbóltsfelagsskapum. Fifa hevur enn ikki alment sagt, hvat kreppufundurin fer at snúgva seg um.