Um vikuskiftið er Regatta í Sundalagnum, ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði [...] Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á Eiði. Hyggja vit í skránna fyri Regatta, sum verður í morgin - fríggjadagin hin 14. august - verður tað Eirikur í Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið [...] Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum frá klokkan 17-20. Matsmiðjan hjá Ruben Busk fer at borðreiða við mati til regattagestir. Longu klokkan 15 í morgin lata nøkur neyst upp í Hósvík, og her verður
longu í 2008 sum mál, at teir skuldu koma í góðan stand. Sambært Fólkakirkjuni eru flestu prestagarðarnir nú dagførdir. Arbeitt hevur verið í eitt nú Vági, á Viðareiði, á Sandi, í Fuglafirði og í Tórshavn [...] Tórshavn, og í løtuni verður nógv gjørt við prestagarðin á Tvøroyri. Fólkakirkjan eigur í alt 20 prestagarðar. Í løtuni búgva prestafamiljur í 18 av teimum. Kelda: Fólkakirkjan. [...] verja kirkjubøkurnar, um eldur skuldi komið í. Harumframt hava kirkjubókaførandi prestar bústaðarskyldu, og henda skylda er ásett í lógini um embæti og størv í fólkakirkjuni. Føroya Stiftsstjórn hevur ábyrgdina
millum teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri. Kostnaðarmikil [...] einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað [...] politisk varð álagt at yvirtaka prestagarðarnar í sera vánaligum standi. 18 prestar í prestagarði Ikki allir sóknarprestarnir búgva í einum prestagarði. Í løtuni hýsa 18 av teimum 20 gørðum, ið fólkakirkjan
bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst [...] minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið [...] landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur "Fool" og kom út í mai mánaði. Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskifti. Bjarki syngur
Sands kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir [...] eftir at leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt [...] myndugleikum, eitt nú Yvirfriðingarnevndini, áðrenn nakað kann gerast í økinum. Sambært borgarstjóranum hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við kommununa um møguleikan at avmarka ferðsluna á fløttinum