hóskvøldið eru teir á Vágsbø og ætla at geva áhoyrarunum eina stóra uppliving. – Vit eru sera glaðir fyri at hava fingið høvið at koma til Føroya at spæla, og vit ætla okkum at skapa eitt stórt show á Summar [...] Teir hava heimskendar sangir og remix, teir eru framúr á palli, og teir duga serstakliga væl at fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir. Mikukvøldið spældu teir á stóra Smukfest í Danmark, og um vikuskiftið framføra [...] elektroniskur popptónleikur. Stóru hittini hjá ItaloBrothers eru eitt nú "Stamp On The Ground", "My Life Is a Party" og "Summer Air", – Vit hava nógvar kendar sangir, góðan tónleik, og fólk fara at fáa
verið tøk umborð á Smyrli, tí sera nógv fólk hava ferðast um Suðuroyarfjørð. Á sínum vanga á facebook hevur Tvøroyrar kommuna gjørt vart við hendan trupulleika, og er komin við áheitan á Jacob Vestergaard [...] og styrkja ferðasambandið. Áheitanin er soljóðandi: Áheitan á SSL og á Jacob Vestergaard landsstýrismaður í vinnumálum um at taka upp støðuna á Suðuroyarleiðini til viðgerðar, sum versnar støðugt. Avlýsingar [...] var vitandi um hetta áðrenn fráferðina klokkan 06.00, ber tað ikki til at sleppa av oynni eitt nú til avtalur á LS, sum vera gjørdar langt frammanundan, eins og ferð viðari av landinum má annulerast. Tað
at útbúgva fleiri lærarar. Her eru vit í serstøðu í Føroyum í mun til grannalondini, har tað er stórt trot á lærarum. Fólkaskúlin hevur brúk fyri fleiri lærarum, so at vit kunnu hava smærri flokkar og so [...] ment. Vit fegnast um hesa áseting og eru vís í, at ein íløga í tveir lærarar í hvønn flokk fer at løna seg aftur fleiri ferðir. Hetta skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni [...] at tá næmingatalið í flokkinum verður 18 ella fleiri, so eru tveir lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum ein tíma hvønn dag, restina er
Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður eru bæði fyri starvsfólkum, kundum og framhaldandi menning. – Okkara arbeiði hevur flutt seg nógv. Vit veita framvegis bókhalds- og kassaskipanir [...] skipanum, sum kundarnir longu brúka. – Vit eru ikki bundin av tí, sum ein standardskipan kann. Hevur kundin eina arbeiðsgongd, sum kann gerast betri, so menna og knýta vit okkara egnu loysnir uppí. Soleiðis [...] hugsjónin hjá Geymanum tann sama. – Vit hava fakligan stoltleika, og vit arbeiða miðvíst við at menna snildar og haldgóðar KT-loysnir, har dygd, stabilitetur og kundanøgdsemi eru hornasteinarnir í okkara arbeiði
fram við arbeiðinum at styrkja kappingarførið hjá felagnum á einum marknaði, har kappingin er hørð. – Tað týdningarmesta er nú, at vit eru komin ásamt, og at tað fráboðaða verkfallið er av ongum. Gjøgnum [...] SAS. SAS sigur, at felagið nú kann savna seg fult og heilt um kundarnar í einum sera hendingaríkum ferðatíðarskeiði, og fegnast um, at verkfallsætlanin ikki fær nakra ávirkan á ferðafólkini.
- Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús í Fløtuvegi 71 seinnapartin sunnudagin. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag, og hetta er kunning til [...] Komið inn á gólvið millum klokkan 15 og 17 og fáið eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku. Sagt verður, at hóast vakstrarárið ikki byrjar við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í [...] kommununi vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú. - Neyðugt er, at fólk ansa eftir plantunum sjálvi. Og lagt verður aftrat: - So, um tit eitt nú hava tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi
ROKS at borðreiða við nýskapandi pitsum, góðum víni og leskandi kokkteylum. Á matskránni eru forkunnugar pitsur við eitt nú snjókrabba, røstum kjøti og øðrum spennandi rávørum. – Hetta verður ikki eitt [...] eitt vanligt pitsakvøld – hetta verður ein serlig matuppliving, siga tey á Roks. – Vit síggjast í Grót (kjallarin í Nólsoyarstovu) 7. og 8. august millum kl. 17.00 og 24.00, siga tey. ##med2## ##med3## ##med4##
hava yngru og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki. Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær ein bráðan enda. Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin vilja tvíhalda um [...] Tey óttast, at ross, serliga við børnum og ungum á rossabaki kunnu gerast óttafull av súkklunum. Fleiri dømi eru um óhepnar støður, har fólk eru komin til skaða. Yvirfriðingarnevndin hevur somuleiðis frámælt [...] og mælir til at súkklubreytin verður staðsett við vindmyllurnar í Flatnahaga. Vit í Fólkaflokkinum vilja tí staðiliga heita á borgarstjóran og býráðsmeirilutan at broyta ætlanirnar soleiðis, at Tórshavnar
var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann 3-2 ímóti EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir [...] Vestur venjarin fegnast um sigurin og um, at 07 Vestur nú er omanfyri strikuna: -Vit hildu okkum hava sigurin uppibornan á Toftum, men tá mistu vit á stokkinum. Í kvøld var leikliga avrikið kanska lakari [...] við øllum stigunum. Nú er eitt stig frá okkum og aftur til 07 Vestur og tvey stig til niðurflytingarpláss. Nú fara vit at fyrireika okkum til torføra avbjóðing á útivølli ímóti NSÍ. Vit hava góða tíð til
frama. Tíverri, mugu vit nú staðfesta, at hesar royndir higartil ikki hava borið á mál, sigur hann. Terji B. Vestergaard vísir á, at tað er týdningarmikið fyri hann at leggja dent á, at avgerðin ikki stavar [...] trúgvu kundum, dugnaligum starvsfólki og einum góðum grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari. Hann [...] Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast