hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt [...] vit aftur í tíð, so hevur tað loyst seg væl at seta pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum [...] partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at kostnaðir eru drignir frá. Sum nakað nýtt kunnu foreldur nú eisini velja at seta samansparingina hjá børnunum í íløgur. Tá verður peningurin, sum
Í samrøðu við Kringvarpið í dag segði Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum [...] asta er, at tær eru sterkar, segði løgmaður við Sosialin. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini. Sambært honum eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur [...] millum kommunur heldur enn at leggja tær saman. Útmeldingin kemur, eftir at løgmaður í ólavsøkurøðuni kom inn á evnið. Meira ítøkiligur var løgmaður í samrøðu við Sosialin fyri ólavsøku, har hann gloppaði
hevur valt at leggja dent á, at eg eigi part í einum báti, sum hevur fiskiloyvi í bólki 5B, og at báturin tí kann fáa ágóða av, um bólkurin fær fleiri fiskidagar. Hetta havi eg ongantíð roynt at fjala, tað [...] flestu vita at mær dámar sera væl at flóta og veiða. Hinvegin hevur Frihedsbrevet valt ikki at endurgeva fleiri týðandi partar av mínum svari. Millum annað gjørdi eg greitt, at mín egni møguleiki at brúka nakrar [...] brúktir, áðrenn eg sjálvur fái møguleika at fara næsta túr. Hesin týðandi parturin av svarinum er ikki við í greinini. Eg legði eisini dent á, at talan ikki er um at tilluta mær ella nøkrum øðrum ávísum báti
viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna eisini, at mistøk vórðu gjørd, eftir at uppskotið lak til miðlarnar, stendur í brævinum [...] sagt, at tey ikki longur hevur álit á Infantino. Fótbóltssambondini í Svøríki og Wales hava harumframt tikið stuðulin til eitt møguligt afturval av Infantino aftur, og í gjár skuldsetti forsetin í jordanska [...] Infantino og aðalskrivarin í Fifa, Mattias Grafström, hava skrivað undir. Í brævinum biðja teir um umbering fyri mistøkini og lova, at ein gjøgnumgongd verður gjørd, so líknandi støður ikki endurtaka seg. Úrslitið
kynslig brotsverk ikki fyrna, men at tey raktu hava møguleika at fáa málini roynd í rættarskipanini, skriva uppskotssetararnir. KRIS eigur at verða við Í viðmerkingunum verður dentur lagdur á, at nýggja heil [...] Teir vísa á, at nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta, so kynslig [...] Weihe, Hervør Pálsdóttir, Eiriki í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámali Peturi í Grund. Løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at gera eina heildarætlan við ítøkiligum
rættarsøkt. Í hoyringarbrævinum verður sagt, at endamálið er at geva løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum hevur avgerandi týdning í arbeiðinum at kanna talgild brotsverk. Heimildin er í rættargangslógini [...] internetatgongd og ikki um innihaldið í samskiftinum. Uppskotið er nú sent í almenna hoyring. Møgulig hoyringssvar skulu sendast til danska løgmálaráðið við avriti til Løgmálaráðið í Føroyum. [...] lógini, har ásett er, at veitarar av fjarskiftisneti og fjarskiftistænastum kunnu verða álagdir at skráseta og goyma fjarskiftisupplýsingar í eitt ár. Danski løgmálaráðharrin kann, eftir samráðingar við
liggur í dag. Í viðmerkingunum verður eisini víst á, at Búnaðarstovan ikki fylgdi tænastuboðunum, men í staðin kannaði lógligheitina. Sambært stjóranum á Búnaðarstovuni ivaðist stovnurin stórliga í, um [...] og bað hana síggja burtur frá teimum fyrru boðunum. Orsøkin var, at Vinnumálaráðið eftir nærri viðgerð metti, at heimild ikki var at geva slík boð. [...] num boð um at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Boðini skuldu vera framd áðrenn klokkan 15 sama dag – tað vil siga innan hálvan annan tíma. Liljan Weihe vísir á, at advokaturin
er alneyðugt at hava øll amboð, so møguleiki er at taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum [...] Weihe, Eirikur í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámal Petur í Grund lagt fram uppskot til samtyktar í Løgtinginum. Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at fyrireika og [...] sambært tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í februar 2025. Uppskotssetararnir halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði á heilsuøkinum. – Á heilsuøkinum kunnu
brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá [...] umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar. – Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera [...] føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum: - Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar. - Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit
smiður av yrki og fakfelagsmaður í Framtíðini. Í 1976 varð hann fyrstuferð valdur inn í bygdaráðið í Vági. Tvey ár seinni varð hann valdur í Løgtingið. Flemming metti seg tó ikki kunna røkja bygdaráðs- og l [...] hann sessin frá sær í Vágs bygdaráði í 1980 og sat síðan sum løgtingsmaður til 1994. Hann varð síðan aftur valdur í 1998 og sat tá til 2002. Tá var Flemming 71 ára gamal og valdi ikki at stilla uppaftur. [...] kkin í Fíggjarnevndini, Marknaðarnevndini og Landsstýrismálanevndini í Løgtinginum. Ígjøgnum lívið var hann harumframt eisini limur í bæði skúlanevndini, líkningarnevndini í Vági, nevndarlimur í Føroya