Fimm fólk lótu lív, og seks onnur vórðu særd í einum ukrainskum dronuálopi móti einum vinnuøki sunnan fyri Moskva tíðliga í morgun. Tað skrivar guvernørurin í Moskva-landspartinum, Andrej Vorobjov, á Telegram [...] Telegram sambært Reuters. Álopið rakti vinnuøkið Novoselki í Tjekhov-økinum sunnan fyri russiska høvuðsstaðin. – Eldur kyknaði fleiri staðni í vinnuøkinum eftir eitt dronuálop. Fimm fólk eru deyð, og seks [...] særd, skrivar Vorobjov sambært AFP. Eldur kyknaði í einum goymslubygningi, men sambært guvernørinum er eldurin nú sløktur. Harumframt vórðu eini sethús og ein bilur skadd í álopinum. Russiskir myndugleikar