forkunnuga vitjan, tá grønlendska A-landsliðið kemur á vitjan á Dungasandi í Sørvági – Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. [...] – serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur
minnast teg sum ein, ið ikki var bangin fyri at geva. Heldur geva enn taka, segði tú við meg. Tú smæddist ikki, tá tað kom til at seta ting í verk, hóast tú uppá nógvar mátar var ein smæðin maður, ið [...] mátan, fingrar tínir leikandi raktu tangentarnar, so hevði eg verið ein heilt onnur, enn tann eg eri í dag. Mangan havi eg sitið á møti í Salinum og bíðað spent eftir, at tú skuldi fara upp og spæla [...] var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit eg ikki. Men tú fekst til seinast ikki gingið
táið verkætlanin rakti fíggarstøðuna harðast, tí var hetta ein tilætlaður vøkstur í skuldini – avgerðin var tikin við opnum eygum – og enn havi eg ikki hoyrt um nakra ónøgd, nú tað á fyrsta sinni hevur [...] um, og støðan er bara batnað síðan, og táið felagsskatturin verður krøktur uppí høpið um ein mánað er aftur ein nýggj og betri støða (ta upphæddina kenna vit ikki enn.) ##med2## Nívir teg skuldin? Svarið [...] Ein miðil varpar í dag uppá skíggjan, at Runavíkar kommuna við árslok 2025 hevði eina nettoskuld á 278,8 milliónir krónur, og at hon – skuldin – svarar til 93% av ásetta skuldarloftinum. Harafturat verður
Haraldsen. Nú er hann 98 ára gamal, men hevur tað framvegis gott, og hann svimur hvønn dag – Ja, eg havi tað gott, sjálvt um eg sjálvandi ikki eri tann sam í dag, sum fyri árum síðani, sigur hann. Annimi [...] tryggum kørmum og eru bæði vektin, blóðsukrið og kolesterolið nógv lægri, enn tey vóru frammanundan Ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Reyða Krossi er at hava eina skipan við vitjunarvinum til eldri. Vit [...] borgarstjórin rættiliga ónøgdur við samferðsluviðurskiftini. Hetta er upp skriftin upp á at av tofta ein útjaðara, sigur hann.
nógv hvør ferðandi kann taka við sær. Ein loysn er at siga, at hvør ferðandi kann taka eina fløsku av sterkum alkoholi, tríggjar vínfløskur og seks øl. Tað er ein beinleiðis regulering av nøgdini, meðan [...] Tað verður ofta sagt, at fiskimenn mugu góðtaka skipanina, um hon skal rigga. Tað er ein fyrimunur. Men eins og í øðrum vinnum eigur tað fyrst og fremst at vera endamálið við reguleringini, sum [...] eftir teimum fiskasløgum og teimum fiskileiðum, sum geva størst virði, eins og í tax-free døminum. Men júst hetta verður ein trupulleiki í fiskidagaskipanini. Tá skipini gerast meira effektiv, hækkar
Toran gongur (2023), ið er søga við myndum um eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt. Skaldsøgan Kjarr (2020) er ein menningarskaldsøga um eina unga kvinnu og ferð hennara úr Føroyum út í [...] Bókadeildin skrivar, at tað at hitta ein rithøvund kann geva næmingunum áhuga fyri bókum, kveikja lesigleðina og hvør veit, um vitjanin eisini kann vekja fyrstu spírarnar hjá einum komandi rithøvundi. [...] Føroya Lærarafelag tíggju skúlaflokkum møguleikan at fáa eina rithøvundavitjan. Rithøvundavitjanin er ein føðingardagsgáva frá Bókadeild Føroya Lærarafelags til næmingar og lærarar í øllum skúlum í Føroyum
hóttanir. – Eg havi sæð góð fólk verða fyri ósakligum hóttanum, lívshóttanum og alskyns ágangi. Eg havi sjáldan verið so bilsin, sigur hon. Inga Sæland hevur eisini sjálv fingið hóttanir, tó ikki eins álvarsligar [...] uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin. Verða samráðingarnar tiknar uppaftur, skal ein møgulig avtala seinni leggjast fyri íslendska fólkið. Seinastu veljarakanningarnar hava víst, at tað
gleddi meg til konsertina, sum eg havi sagt, so eru hetta frálíkir tónleikarar, ið sanniliga hava evnini at tulka so nakað so stórt, ið Mezzoforte veruliga er. Tað var tískil ein forloysing, tá hesi løgdu frá [...] nógvar av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta. Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina í 2017, tá Jonas Wall legði
finna aðrar loysnir fyri handilin, havi eg tí tikið ta truplu avgerð at fyrireika eina afturlating. Seinasta árið havi eg miðvíst verið úti um meg og roynt at funnið ein nýggjan eigara, tí mítt størsta ynski [...] handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin
seg, at onkur hevur gjørt eitt mistak. Eg havi heldur ikki áhuga í at vinna kjakið. Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið [...] tosa saman. Og ja – eisini á Facebook. Facebook er kanska ikki altíð tann besti pallurin. Men tað er ein av teimum fáu støðunum, har vanlig fólk kunnu koma til orðanna, seta spurningar og gera vart við seg [...] bangin fyri at fáa fram í ljósið? Ikki allir kritiskir spurningar eru ákærur. Og tað er heldur ikki ein ákæra at siga: „Eg skilji ikki, hví hetta fer soleiðis fram – kann onkur greiða frá?“ Tað er fólkaræði