Fyrstu lítlu løtuna gekk tað ikki soleiðis, sum fuglfirðingar ætlaðu, tá ið teir á middegi vóru í Hólmanum á Eiði. ÍF var stórfavorittur, og ÍF vann 3-1. Men tað var EB/Streymur, sum legði seg á odda longu [...] hava møguleika at flyta upp. ÍF hevur 33 stig, og FC Suðuroy, ið er liðið, sum ÍF kappast við um uppflytingarpláss, hevur 44 stig, nú tað resta seks umfør. [...] Málskjútti var Andras Ó. Olsen. Verjuskansin var skaddur alla fyrru hálvu av kappingarárinum, og nú er hann við at spæla seg í form við dystarvenjing á næstbesta liðnum. Uppleggið átti Fríði Holm. Síðsta
ÍF-búnanum, og tað eru vit í Fuglafirði sera glað fyri. Skrivar ÍF. ---------------------------------------------- Klokkan 17.30 spælir ÍF dyst móti FC Hoyvík á vøllinum í Fløtugerði. ÍF er fjórðfremst í [...] týdningarmikil partur av liðnum. Fryntligi danskarin hevur ikki bara víst síni góðu evni á vøllinum, men er eisini vorðin ein væl umtóktur partur av felagsskapinum. Ruben hevur higartil leikt 77 dystir og skorað [...] í 1. deild við 33 stigum. FC Hoyvík er næstaftast við 19 stigum. ÍF hevur tvær ferðir í ár vunnið á FC Hoyvík, báðu ferðirnar á útivølli í Hoyvík. 4. apríl vann ÍF 4-2, og 27. juni vann ÍF 2-1 á FC Hoyvík
Undan heimadystinum í niðara endaspælinum høvdu kvinnurnar hjá ÍF ongan sigur í hesum endaspælinum. Tað er nú broytt, tí fuglafjarðarkvinnur megnaðu á heimavølli at vinna 3-2 á oddaliðnum, 07 Vestur. 07 Vestur [...] Soares (42.) 2-2 Annika Ragna Christiansen (62.) 3-2 Reima Isaksen (77.) Kelda: dystir.fo 07 Vestur er fremst við átta stigum, og B36 hevur seks stig. ÍF og FC Suðuroy hava fýra stig hvør. Í morgin klokkan
Kristian Skála Jacobsen var málskjútti hjá Víkingi. Víkingur er á øðrum plássi við 45 stigum. Tað eru tvey stig fram til B71, sum er topplið. ÍF er á fjórða plássi við 27 stigum. Um eina viku fær ÍF vitjan [...] aftur um Eiðið við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast við besta liðið hjá ÍF, so gongur tað illa hjá fuglfirðingum at fáa bilbukt við Víking. Í dag hittust [...] fyrstu ferð málskjútti. Ein minutt undan steðginum var tað Fríði Gertsson Jarnskor, sum skoraði, og so var 3-0. Hann hevur nú skorað 12 mál og er saman við Rana Hansen besti málskjútti hjá Víkingi í 1
móti liðnum úr Garðabær, Stjarnan á Hásteinnsvøllinum í Heimey. Tað eydnaðist ÍBV at vinna dystin 3-2 aftaná tríggjar dystir á rað, har tað bert eydnaðist ÍBV at knógva eitt stig. Allison Grace Lowrey og [...] og Allison Grace Lowrey skoraðu longu í 14. og 15. minutti. Men tað gingu bert sjey minuttir, so hevði Stjarnan minkað um munin. Allison Grace Lowrey økti til 3-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Stjarnan megnaði [...] megnaði at minka um munin, tá eitt lítið korter var eftir av dystinum. ÍBV er triðfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. FH og Breiðablik eru fremst við 33 stigum hvør. Fríggjakvøldið
lagi átta fólk eru deyð, og 33 eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Tað upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, á boðtænastuni Telegram. Álopið varð framt við ballistiskum [...] standa í ljósum loga. Ovastu hæddirnar í einum níggju hædda høgum íbúðarbygningi eru rapaðar, og eldur er í øðrum hæddum. Á einum øðrum bústaði sita fólk føst inni í einum íbúðarbygningi, upplýsir Klytjko [...] heilsustovnur og ein útbúgvingarstovnur hava eisini fingið skaða. Russiska uttanríkisráðið sigur, at álopið er eitt svar upp á ukrainsk álop á russisk sivilfólk og undirstøðukervi. – So leingi sum henda støðan
um mammuna, sum følir, at hon missir sonin, og sum skal akseptera hann. Tað kenst fyri mær sum ein sterk og altíð galdandi søga. Tað var ein ótrúliga spennandi leiklutur at arbeiða við. Rasmus Birch og Kasper [...] leiklutin sum mamman, Ásla, í filminum, sum verður sýndur í næstu viku. Les samrøðuna við Sofiu her: Sofia er mamma Baldur
og í dag fáa føroyingar seinasta høvið at vitja skipið, áðrenn tað fer av landinum. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er nú eitt altjóða trúboðaraskip og hevur heimsins størsta flótandi [...] londum. Sunnudagsskráin byrjar klokkan 9.30 við altjóða gudstænastu umborð. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Frá klokkan 14 lata bókasølan og kaféin upp. Í bókasøluni eru túsundatals bøkur [...] . Klokkan 19.30 verður tiltakið Next Step , sum heldur fram til klokkan 21. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Manningarfólk av Logos Hope fara eisini í land at vitja kirkjur og samkomur kring
fyribyrging. Samstundis er hon skipað á sama stigi sum ein professiónsbachelorútbúgving. Ein onnur broyting er, at lesandi fáa lestrarstuðul fyrsta árið. Síðani fáa tey løn, sum er umleið 29.200 danskar [...] danska løgmálaráðharranum, Nicolai Wammen, er endamálið at fyrireika framtíðar politistar betri til brotsverkið, sum gerst alsamt meira torgreidd. – Brotsmynstrið er broytt nógv seinastu árini, serliga innan [...] tvey árini. Formaðurin í danska Politifelagnum, Heino Kegel, heldur, at nýggja skipanin fer at gera tað lættari hjá fólki við familju og bústaðarláni at velja politiyrkið. Politiskúlin væntar, at nýggja
frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan [...] vilja byggja frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september klokkan 12. Fólkatalið nógv minkað Tað sermerkta við ætlanini er, at Hestur longu hevur nógv hús í mun til fólkatalið. Uppteljingin [...] bústað aðrastaðni. Fólkatalið í Hesti er minkað nógv seinastu áratíggjuni. Fyri 30 árum síðani búðu oman fyri 50 fólk í bygdini. Nú er fólkatalið komið niður á 17. Tað verður tí áhugavert at síggja, um nýggja