mugu fylgjast at. Torleif Sigurðsson sigur, at tað finnast mong dømi um, at føroyingar hava fingið rættindi, sum vit hava biðið um, men at vit ikki hava megnað at stýrt teimum. -So tú metir, at tað var rætt [...] Fyrsta stigið var at koma uppí tað norðurlendska samstarvið. Síðani royndi ein at tamba tað ein kundi fyri at fáa norðurlendingar at siga gott fyri føroyingar. Hetta hevði við sær, at Føroyar fingu limaskap [...] vísir bert á, at nú boð hava verið eftir sær at vera við til at gera manngarð um javnaðarflokkin í Norðoyggjum, kendi hann tað sum sína skyldu at játta. Antin hetta gevur møguleika fyri at koma á ting,
slaturin. Eg veit, at Føroyar eru eitt lítið land, og eg veit, at fólk hava lyndi at práta um okkum. Men eg haldi, at fólk áttu at hugsað seg eitt sindur betur um. Kirstin nevnir sum dømi, at tað í heilum kemur [...] greiðir Kirstin frá. Hon sigur, at tað hevur hjálpt henni at vita, at hon beinanvegin gjørdi alt, hon kundi, fyri at leita eftir pápanum. Eftir eina tíð fekk familjan boðið at tosa við ein sálarfrøðing eina [...] gott, at so nógv fólk vístu okkum, at tey eru góð við okkum. At tey vóru har. Men nú er tað sum um, at fólk eru farin víðari. Tað eru langt frá eins nógv fólk og vitja okkum longur. Kirstin sigur, at hon
er tað neyðugt at skapa forstáilisi fyri byggiætlanini og at brúkaran tí sleppur at siga sína hugsan um ætlanina so at vit øll, tá ið skipið er komið, kunnu sita eftir við kensluna av, at hetta er eitt [...] ætlanin at seta 191,5 milliónir av til nýggja Smyril. Men hetta fer neyvan at røkka til. Tí tekniski stjórin á Strandferðsluni sigur, at fyribils metingar siga, at nýggja suðuroyarskipið fer at kosta einar [...] fólki at arbeiða einsamøll í friði og náðum, og hjá skúlaungdómi at gera heimaarbeiði fyri at nevna nøkur dømi. Ikki minst verður tað niðri á biladekkinum, at stór framstig verða. Nýggi Smyril fer at taka
vera, at ítrótturin er vorðin eitt yrki. ? Eg meti tað ikki sum nakran trupulleika, at ítróttarkappingar verða hildnar sunnudag. At halda hvíludag merkir ikki, at vit skulu vera passiv, men at vit eisini [...] Bech, sum heldur, at tað átti at borið til at samskipa sunnudagskúla og guðstænastu. ? Vit kunnu eisini skapa so nógv kristiligt virksemi, at sunnudagurin verður spjaddur sundur, so at eingin tíð verður [...] Hann vísir greitt aftur, at ítrótturin vanvirðir sunnudagin við at hava kappingar sunnudag. Fyri sína egnu ítróttargrein, fótbóltin, sigur hann, at Fótbóltssambandið hevur roynt at avmarka kappingina sunnudag
fyri, at teir nú eftir øllum at døma verða bannlýstir í Føroyum. Kanska teir nú fara at vísa fólki á, at hetta – tað reaktivistiska konservativa løgtingið – eru tær myrku kreftirnar, teir hava við at gera [...] Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. Hendan [...] Hendan greinin fer at snúgva seg um Sea Shepherd. So skuldi tað verið komið uppá pláss, at hendan greinin altso fer at umrøða Sea Shepherd. Fólk elska at hata Sea Shepherd, og einki er betur, enn tá Sea
til offrið vigað tungt í mun til hetta við at koma víðari í lívinum. Also, at man ynskir at verja fólk ímóti at brúka óneyðuga nógva orku til at spekulera upp á at melda eitt mál, sum í flestu førum ikki [...] fyri at steðga misbrúkinum í familjuni. Og her er tíðarrákið, sum merkir, at fólk hvønn einasta dag verða meira upplýst um, at seksuelt misbrúk av børnum er ikki í lagi, og at til ber at fáa hjálp at koma [...] samanumtikið ber til at siga, at okkurt talar fyri, at brotsverk, sum snúgva seg um seksuelt misbrúk av børnum eiga at verða mett øðrvísi enn onnur brotsverk her í Føroyum. Tí eiga vit avgjørt at hyggja upp á
Samanumtikið ber til at siga, at SEV setti grønu kósina í 2014 um at veita 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, og at SEV hevur fyrireikað væl til hesa uppgávuna. Tað ber ikki til, at tað nú skal latast [...] meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku. Fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni. Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá [...] tryggari elskipan. Tað merkir ikki, at eingin kapping kann vera. Tí tað ber longu til at kappast um at veita vindorku og aðrar orkukeldur inn á elskipanina, eins og tað ber til at kappast um hitapumpur og elbilar
stjórnin at fara í Gerðarættin at prógva at sjúku ljósmøðurnar ikki vóru sjúkar, heldur enn at taka støðuna í álvara og taka leiðsluábyrgd sína á seg. Gerðarætturin staðfesti tó, at tað var sannlíkt at ótolandi [...] fram, at meginparturin av einum starvsbólki gerst sjúkur, og heldur áfram at hótta, ávara og uppsiga, heldur enn at taka sjúkuna í álvara, er óhugnaligt. Eisini er tað óskiljandi, at tey sleppa at gera [...] vanstýringina hjá stjórn, ger eisini at eingin torir at átaka sær tað starvið. Vantandi avleiðingar fyri ábygdarhavarunum At hetta ikki fær politiska mynduleikan at vakna, so at røttu ábyrgdarhavarirnir kendu
Felagnum Nótaskip verið, at vit eiga at miða eftir at halda fram í makrelsamstarvinum í 2010 og at fara eftir eini so góðari avtalu sum gjørligt. Sanstundir eiga vit at skapa útvegir fyri, at vit kunnu halda fram [...] makrelinum, og at vit eiga at stríðast á øllum økjum fyri at røkka hesum máli. Felagið Nótaskip hevur, síðan makrelmálið tók seg upp fyri einum ári síðan, alla tíðina havt ta støðu, at Føroyar eiga at royna s [...] heldur felagið, at neyðugt er at gera viðmerkingar til nøkur av teimum viðurskiftum, sum í seinastuni eru løgd alment fram í fjølmiðlunum. Semja um at vit eiga meira Øll eru vit samd um, at Føroyar eiga rætt
heldur vit eiga at gera fyri, at samfelagið er ført fyri at taka ímóti teimum stóru avleiðingum, sum fara at standast av eini oljuvinnu. Tórbjørn Jacobsen sigur víðari, at tað er eingin ivi um, at ein oljuvinna [...] finst, so dugi eg ikki at síggja, hví hon ikki skal framleiðast her eisini. -Hvussu sær tú fyri tær, at landsstýrið fer at gera nakað ítøkiligt fyri at fáa útlendsk oljufeløg at gera íløgur í Føroyum? [...] tí politikkurin hevur verið, at man eigur at hava eitt áhaldandi flóð í arbeiðinum, soleiðis at man ikki fær nakra uppiløgu í virksemið á Føroyaleiðini. Eftir at hava spurt Jarðfeingi, hvussu áhugin er