árini. Væl fullu orðini hjá Árna Dahl, fyrsta ítróttablaðmanni føroyinga. Tað fløvar at lesa hesa oddagrein nú næstan 31 ár seinni, og man ikki fyrimyndin hjá klaksvíkingum og orðini hjá Árna hava fingið havnarmenn [...] sprintari, og minnist eg týðuliga tann eina veturin, hann svam saman við okkum í AGF, at norski venjarin hjá okkum tók til, at betri sprintara hevði hann ikki sæð. Oyggjaleikir og uttan høll Ta tíðina, meðan [...] nógv samband norðureftir, bæði sum landsliðsvenjari, nevndarlimur í Svimjisam-bandinum og venjari hjá Havnar Svimjifelag. Tá var Ægir nógv sterkasta svimji-felag í landinum. So sterkt var Ægir, at tá farið
striltið hjá Kyndli at basa hoyvíkingum. Í fjør var heilt galið, tá ið ósigrarnir hjá Kyndli móti júst H71 vóru nær við at kosta teimum grønu føroyameistaraheitið. Í steypakappingini var tað eisini H71, sum [...] gjørt ein enda á H71-kompleksinum. Tá ið liðini hittust í fyrra dystinum í grundspælinum í Hoyvík í november mánað, sá tað annars út til, at Kyndil ikki slapp av við marruna, tí tá vann H71 31-27. Men ein [...] aftur í endaspælinum á Hálsi, og skal Kyndil royna at fylgja við vestmenningum, so er neyðugt hjá teimum at basa H71. Grannadystur í Vestmanna Oddaliðið VÍF skal sunnudagin spæla á heimavølli. Vestmenningar
verður nevnt "fótbóltsliðið", tí fleiri aðrir fótbóltsspælarar teljast millum leikararnar hjá 3. deildarliðnum hjá H71. Í dystinum móti KÍF leygarkvøldið slapp Jákup av álvara at "folda seg út", og hann skeyt [...] mikið til at vinna ein dyst, tá ið eitt lið hevur skorað 37 mál. 3. deildarliðið hjá KÍF skoraði heili 37 mál móti H71 leygardagin, men hóast nógvu málini, so noyddust kollfirðingar at leggja rygg til [...] offensivu menninar, sum síðani høvdu lætt við at renna einsamallir móti neyðars málverjanum hjá KÍF. Um H71 hevði spælt við øllum seks monnunum í verjuni, so hevði KÍF neyvan fingið eins nógv mál, men
tunnu verjuni hjá vestmenningum høvdu fótfimu leikararnir hjá KÍF lætt spæl. Sum áðurnevnt var tað serliga landsliðsleikarin Regin Petersen, sum var í rætta hýrinum, og tá ið verjan hjá VÍF var so gávumild [...] verjuna hjá mótstøðuliðnum heldur enn at spæla seg ígjøgnum hana. Tá ið so verjan hjá VÍF virkaði so illa, sum hon gjørdi sunnudagin, so gevur tað eisini úrslit. Í hinum endanum var tað trupult hjá vestmenningum [...] Lacok í málinum hjá VÍF. At loyva einum manni sum Regin at sleppa heilt inn til 3-meturin, uttan at hann verður taklaður, er ikki serliga skilagott, tí hann hevur eitt gott avsett, og skotið hjá honum er neyvt
spæla seinnu hálvfinaluna á heimavølli móti H71. Fyrru hálvfinaluna í Hoyvík vunnu teir við einum máli, so útlitini fyri at røkka enn einari steypafinalu eru góð hjá strandingum í ár. Neistin hevur hinvegin [...] tað var langt millum tey góðu væl gjøgnumspældu álopini hjá báðum partum. Í flestu førum var talan um einmansavrik, har serliga góðu skjúttarnir hjá liðunum báðum gjørdu vart við seg. Sera tætt Tað var [...] teimum seinastu dreymunum hjá heimaliðnum um stig, tí einans slakar fýra minuttir fyri leiklok var havnarliðið á odda 24-20! Hendan leiðslan vísti seg tó ikki at verða nóg mikið hjá Neistanum, tí teir mistu
H71 hevur leingi verið ónda marran hjá Kyndli, men nú hava teir grønu úr Havn vunnið á hoyvíkingum tvær ferðir á rað í landskappingini, so nú halda tey flestu Kyndla-viðhaldsfólkini, at H71-kompleksið [...] sum verjan hjá H71 ikki fekk fatur á. Beint eftir steðgin royndi H71 seg við at verja rættuliga offensivt. Við einari sonevndari 3-2-1 verjuskipan royndu teir at bróta rútmuna í álopsspælinum hjá Kyndli, [...] ein torfør, men ikki ómøgulig uppgáva hjá H71, sum noyðist at satsa upp á steypakappingina, um teir skulu vinna felagnum nakran heiður í ár. Kyndil skal eins og H71 spæla á útivølli mikukvøldið. Teir skulu
Wardum skulu døma mansdystin millum StÍF og H71, meðan teir báðir klaksvíksbrøðurnar, Kristian og Karstin Joensen skulu døma í Vestmanna, har VÍF og Kyndil takast. Hjá kvinnunum skulu Andras F. Hansen og Eyðun [...] millum Neistan og Søljuna. Kristian Johansen og Sámal Hansen skulu døma hóskvøldið, tá VB aftur vitjar hjá Stjørnuni.
má sigast, at teir hava sálarligu yvirvágina móti H71, tí teir hava vunnið tvær ferðir á teimum innan fyri stutta tíð. Mótbrekka hjá hoyvíkingum Hjá H71 hevur tað gingið ógvuliga striltið seinastu vikurnar [...] gongd á skjótálopini hjá sær, eru teir truplir at steðga. Ein dystur millum StÍF og H71 leggur eisini upp til ein dyst millum nakrar av bestu málverjunum í landinum. Marian í málinum hjá StÍF er óivað besti [...] vunnu ein tryggan sigur. Liðið hjá StÍF er lítið broytt í mun til í fjør, og hava strandingar ein góðan dag, kunnu teir lættliga koppa øllum liðunum í Føroyum. StÍF og H71 eru eisini tvey ógvuliga ymisk
løtuni. Gamaní stóð tað nógv á hjá teimum, áðrenn teir fyri góðari viku síðani fingu tryggjað sær bæði stigini móti KÍF, men sunnudagin vunnu teir ein tryggan sigur á H71, sum teir annars mangan áður hava [...] er spurningurin eisini, hvørja ávirkan tað hevur á moralin hjá VÍF, at teir taptu greitt sunnudagin. Verður tað ein eyka motivatiónsfaktorur hjá teimum, ella verður tað hinvegin ein bági, sum fer at geva [...] hálvfinaluni vóru hvørki Janus Einar Sørensen ella Høgni Klein við hjá Kyndli, men teir verða báðir við í kvøld, og teir styrkja munandi um liðið hjá havnarmonnunum. Janus Einar var leikbannaður í tí dystinum
besti maður hjá hoyvíkingum við níggju málum mikukvøldið. Hinvegin merkti offensiva verjan hjá strandingum eisini, at tað gekk ógvuliga striltið hjá H71 at fáa veruligt glið á álopsspælið hjá sær. Av tí [...] sama gjørdist tað ofta talan um heldur hasaraderaðar málroyndir frá H71, og tað var lætt hjá einum annars vælleikandi Marian í málinum hjá StÍF at taka sær av. Í hinum endanum vardu hoyvíkingarnir rættuliga [...] orðið um henda dyst neyvan sagt enn, tí H71 hevur kært dystin. Kæran hjá H71 snýr seg um eitt time-out, sum StÍF hevði einar sjey minuttir fyri leiklok. Bonkurin hjá strandingum gevur dómaraborðinum Time-out