mansdeildini. Alt er nútímansgjørt mett í mun til farnu øldina uttan bara klokkutíðin. Har er einki broytt í mun til 20. øld. Sunnudagurin klokkan 15 er næstan sum ein kúgv í India, og er (næstan) ikki til [...] 30 úti í Vika á Argjum. Dysturin á Argjum hevði byrjað klokkan 17 um dagsljósið hevði loyvt tí. Leygardagin 30. mars verður farið yvir til summartíð, og tá skuldi tann trupuleikin verið loystur. FM1 fer [...] upplivað nógva nútímansgerðing tá tað kemur til eksponering. Meir enn ein útvarpsrás sigur frá. Rás2 og nú FM1 sigur eisini ofta frá dystum sum liggja "skeivar" klokkutíðir og hevur havt sendingina "Triði
hann leggur afturat, at enn er so stutt fráliðið, at hann fór umborð, og tískil er alt so nýtt og spennandi enn. - Av tí sama veit eg ikki at siga fyri vissu beint nú, um hetta er eg, men sum sagt, so dámar [...] gongur aftur til Houston. Veðrið har á leiðini er avbera gott. Klokkan har hjá teimum, meðan samrøðan varð gjørd, var um hálvgum fýra um morgunin, og hitin lá um 27 stig. - Tað verður sera løgið at halda jól [...] tað hoyrist á honum, hvussu fegin hann er um tað. Trívist væl Høgni trívist sera væl umborð. Hann er einsamallur føroyingur á hesum skipinum, men hann veit at siga um aðrar føroyingar, sum sigla við øðrum
sláturvirkinum er í høvuðsheitunum tann, at virkið keypir neytini frá bøndurnum. Er talan um eina fyrstafloks kúgv, verða 20 krónur latnar fyri hvørt kilo. Flett verða millum 6 og 10 neyt um vikuna. Selur [...] Einsamalla sláturvirki hjá Meginfelagi Búnaðarmanna er ein slóðbrótandi ætlan. Klaksvíkingurin, Adolf Johannesen, ið er stjóri á virkinum, sigur, at longu tá farið varð undir at fremja ætlanina, vistu teir, at [...] høldar egnar fenaðar. Stjórin á MBM-Kjøt heldur í hesum sambandi, at skilligt mark er millum matvørur, ið skifta hendur yvir handilsskivuna, og tann matin, ein sjálvur hevur fingið til høldar. ? Vit noyðast
í dag. Talan er um fólk úr Giske kommunu í Noregi, sum í hesum døgum vitja í Føroyum. Vitjanin kom í lag við tað, at Betesdakórið er farið á konsertferð í Noregi. Atlantsflog fleyg tey yvir og við sær aftur [...] nýnorskt valdar sum skrivtmál. Arne Tunheim er norsktlærari og er hugtikin av at síggja, hvussu lík málini eru. - Eitt er at hava kunnleika til tað frá fakbókum, men nú at ganga her og síggja, at ein skilir [...] brúkt í góðveðrinum um dagarnar. Nógv fólk rinda sær møðina og njóta sólina, sum hon bakar oman og niðan, men í dag eru heldur øðrvísi gestir á trappuni. Eingin ivi var um, at talan var um norðmenn, tá fyrst
Hóast skjótt eitt ár er farið av hesum skeiðið, so sæst einki til nakað skjótt úrslit, og enn minni til nakað úrslit yvirhøvur. Samgongumenn eru ístaðin so ósamdir sínámillum um, hvagar leiðin gongur [...] best er bara at gera av við landsstýrismannin í uttanríkismálum. So fáa vit í hvussu so er frið á tí økinum, tykist hugsanin vera. Vit skilja væl álvarsomu atfinningarnar, men undrast so eisini yvir, at [...] ferð. Formaðurin í Færøudvalget boðar nú frá, at Ísland fer við ferð framvið okkum, og tað er ein skilagóð eygleiðing. Í stjórnarrættarligu skipan støðu Íslands er jú eingin avmarking. Ísland kann jú saktans
Stórustovu, hevur áður sagt, at farið er undir alla tilgongdina við landsliðsvenjarastarvinum av nýggjum. – Vit endurmeta tilgongdina og hava fyribils lagt eina ostaklokku út yvir alt málið. Vit fara at halda [...] verið nakað serlig, og nú sær út til, at Calderwood og Houghton ikki longur varðveita ábyrgdina av Premier League-liðnum hjá Newcastle. Nú ljóðar fyri vist, at Alan Shearer, sum helst er størsta lokala hetjan [...] kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi landsliðsvenjara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, segði Høgni í Stórustovu fyri einum góðum mánaði síðani. Orsøkin til tað er ivaleyst,
flokkurin er farin ov langt á fullveldisleið, meðan onnur halda, at tað er í lagi. Hinvegin er tað ein sannroynd, at Sjálvstýrisflokkurin stendur fyri einum stig fyri stig politikki. Tað er tó bara amboðið [...] barm eftir hetta sum hent er bæði fyri okkum sjálvum og fyri veljarunum, sum stuðla flokkinum. -Onkur sigur, at við hesum, sum nú er hent og orsakað av polariseringini, sum er so stór, dettur Sjálvstýr [...] sera óheppið, tí brúk er fyri einum flokki á miðjuni. -Helena Dam á Neystabø segði við útvarpið nú um dagarnar, at hennara linja var at verða hóvlig í sjálvstýristilgongdini. Hetta er ikki júst tað, sum hevur
Eftirlønir Málið um eftirlønirnar hjá tí almennna hevur veruliga vakt ans seinastu dagarnar. Í trý ár hevur verið arbeitt við einum uppskoti um eina nýggja eftirlønarskipan. Uppskotið, sum nú loksins tykist [...] Fólkaflokkinum hevði at siga. -Hetta er ein ákæra, ið vit ikki uttan víðari ætla okkum at góðtaka. Er tað nakar, sum hevur gjørt nakað við eftirlønarspurningin, so er tað fakfeløgini. Vit hava í veruleikanum [...] vísa á hetta sama. Tað, sum fakfeløgini nú bíða eftir er, at tey fáa uppskotið til hoyringar. Málið hevur verið uppi og vent á landsstýrisfundi, men ætlanin er at viðgera málið á einum fundi fyri seg.
at meta sum eitt granskingarøki. Tvs. at umleið 20 altjóða oljufeløg eru við í hesi verkætlan og rinda umleið 200.000 kr. um árið fyri at vera partur av einum samtaki, ið hevur til endamál at kortleggja [...] royndirnar í okkara metingum og arbeiði, nú stórur partur av føroyska landgrunninum er “sub-basalt” tvs. at basaltløg fjala møguligar olju- og gasskeldur. Tað er sera týdningarmikið fyri okkum at sammeta [...] rategi Áhugavert er helst eisini at tengja gongdina í Føroyum og vestan fyri Hetland uppí tað, sum nú hendir á norskum øki. Ein kann ímynda sær, at ein av orsøkunum til, at Statoil er so virkið á føroyska
eru hesi øki nú býtt upp í tvey, við hvør sínum landsstýrismanni. Nú tað er greitt, at landsstýrismenninir komandi mánaðirnar skulu finna sparingar fyri tilsamans 50 milliónir krónur, er Páll á Reynatúgvu [...] Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, greiður yvir, at hansara økið eisini kann verða rakt av sparingum. - Tað er greitt, at almannamál er eitt stórt og tungt málsøki, sum fer við stórum parti av fíg [...] so skattalættin kann gerast veruleiki. - Eg haldi ikki, at tað er rætt at samantvinna uppraðfestingina av almannaøkinum við spurningin um skattalætta, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at sjálvandi