sær tryggingin tað sum, at man lænir bilin út. Mann skal altíð tryggja sær, at fólk sum ikki skulu brúka bilin, ikki fáa atgongd til hann. Vanligvís plagar eigarin av einum bili at fáa bót, um hann hevur [...] Vesturbýnum. Nú er ein patrulja send at hyggja at bilinum, fortelur vakthavandi hjá politinum fyri in.fo í morgun. Enn veit mann ikki, um bilurin hevur fingið skaða, ella hvør tjóvurin er. Bilurin stóð uttan [...] uttan fyri Sjónleikarahúsið, tá hann bleiv stolin. Eigarin hevði gloymt at tikið lyklarnar úr bilinum, og tað var nokk ikki so smart, má eigarin nokk staðfesta í dag. – Tá lyklarnir eru í bilinum, sær
annan. Tað er tí ein fragd at minnast alt tað sum tey hava givið hvørjum øðrum. Hann fekk 19 ár her á foldum, men fá munnu verða sum hava givið so nógv sum hann gjørdi hesi 19 árini. Tað er tí ein sonn [...] góð minnir um Hávard. Tað er tungt at missa, men sum ein kona einaferð segði »tann sum onki eigur hevur onki at missa«. Hávardur var persónliga trúgvandi og var tí ikki bangin fyri at doyggja, tí hann visti [...] u og um onkur særdi ella skuffaði hann, so bar hann altíð yvir við teimum, tí sum hann segði »tey vita ikki hvat tey gera« ella »tey meina tað ikki so ringt«. Hávardur var ein óvanliga erligur og rættvísur
, aðra vinnu og ferðafólk annars, sum minst. Støðan er tann, at Smyril siglur so nógv, at tað ber ikki til at bunkra olju uttan at órógva ferðaætlanina. Sum nú er, er tað bara á Sundi, at Smyril kann bunkra [...] bunkring kann verða útsett fyri veður og tí má Smyril altíð hava so mikið av olju í tangunum til at hann kann sigla eina viku ella tvær, eyka. Men hví bunkra tit ikki um náttina fyri at sleppa undan at órógva [...] avlýsa nakran túr, tí tá er nokk at flyta eina fráferð úr Havn nakað. Men tey neyðugu fyrivarnini mugu so altíð takast veðri og vindi. Rakstrarleiðarin sigur, at hetta verður gjørt fyri at órógva ferðavinnuna
Tað er ógvuliga torført at byrja aftur í skúlanum, nú tú ikki longur er millum okk um. Tá hurðin gongur, hyggur man fyri at vita, um tú ikki kemur gangandi inn í floks stovuna. Tað kann ikki passa, at [...] troyst, ein hevur í hesu sváru tíð, er at tú er komin heim til Jesus. Eg gleði meg at síggja teg aftur í himli ? tú, sum altíð var so smílandi og glað. Eg vil takka tær fyri trý góð vinaár. Eg fari at sakna [...] at tú ikki kemur aftur. Av okkum øllum í flokkinum var tú tann, sum hevði studentarhúgvuna mest uppiborna. Tín hugur var til bøkurnar, og tú kláraði teg eisini sera væl. Tú visti akkurát, hvat tú skuldi
B.H., tað er satt sum tú sigur, tað er umráðandi at standa saman sum ein maður! Um øll standa saman, so er lættari hjá einum at hoppa frá. »Saman at standa var ei okkum givið«; kanska tað er grundprinsippið [...] Fyri at taka tað seinasta fyrst, so var tað í løgtinginum hent, sum ikki var hent áður, at øll tingmanningin stóð sum ein maður. Hetta var ta ferðina, ið vit skuldu krevja »dómarakanning«, men hvat hendi [...] á arbeiðsmanninum er púra burturvið. Tað eru ikki tey, ið stríðast á gólvinum, ið rendu samfelagið um koll, men mundu »juristarnir« ikki mangan arbeiða yvirtíð í 80-unum. Eg havi ikki hoyrt um nakra kanning
skipan. - Veðrið er ikki altíð til vildar her á landi, og øll eru ikki líka væl gongd, verður sagt úr kirkjuráðnum í Klaksvík. - Vit ynskja ikki, at veðrið skal vera nøkur forðing fyri at koma í Christ [...] sunnudagar, tá gudstænasta er í Christianskirkjuni. Ein skipan er nú gjørd, soleiðis at illa gongd fólk kunnu biðja um bil til kirkjuna. Hetta er sett í verk, eftir at ynski er komið frá kirkjufólkinum í [...] 30 sunnumorgun, fáa kirkjutænararnir fatur á bili, sum koyrir til dyrnar hjá tí, ið ynskir bil. - Vónandi halda fólk, sum hava tørv á bili, seg ikki aftur at gera nýtslu av hesum tilboði, verður sagt.
tað eru ikki so nógv, sum velja at liva, soleiðis sum vit gera, men fyri okkum er hesin lívsstílurin rættur. Tað sigur 21 ára gamla Jónhild L. Magnussen úr Miðvági, sum er trúlovað Tóri Olsen, ið er hoyvíkingur [...] Jónhild er kirkjufólk og hevur verið nógv í Missiónshúsinum í Miðvági. Tórur, sum er uppvaksin í Hoyvík, hevur øll síni ár gingið í samkomuni Oasuni. At vera ungur og trúgvandi er ikki altíð heilt lætt [...] Bæði halda tey, at tað er umráðandi, at tú ikki fert í eitt parlag bara fyri at vera í parlagi. - Eg vil siga, at um hjúnaband ikki er í høvdinum, tá mann kemur saman, so føli eg ikki, at tað gevur nakra
Jesusar fyri heimsins synd, ikki finst í Markusar evangelium (Mk). Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá Sølvará. Í svari sínum sigur Sølvará, at hann metir seg sum leikmann, neyvan føran fyri at svara [...] týdningar leggjast afturat orðinum sum tíðin gongur, og týdningurin er ymiskur, alt eftir hvørjum konteksturin er. Hetta er púra vanligt í øllum livandi málum. Tí er tað neyðugt at finna fram til, hvønn [...] loysigjald fyri mong.” Tí er talan ikki um eina vanliga upphædd í naturalium ella peningi, men við egnum lívi. Í øðrum lagi er at siga, at tá vit hava GT í huga og jødisku fatanina av “loysigjaldi,” sum liggur
sjúku tveir ferðir í tínum unga lívi. Hóast alt ikki altíð var lætt hjá tær, so var tú altíð líka smílandi og blíð, tá vit vóru saman. Og tú settist ikki aftur. Eitt tíðarskeið var tú í Danmark á skúla [...] m, men hesaferð orkaði tú ikki meira góða. Tí avgjørdi tú at takka nei til viðgerð, ið helst ikki hevði hjálpt, og valdi ístaðin at koma heim til Trongisvágs at vera, tað sum eftir var av tínum alt ov [...] hvønn veg tað bar, men tað ger tað ikki lættari. Tú hevur jú verið ein partur av mínum lívi so leingi eg kann minnast, og einki kundi fyrireika meg uppá tað tómrúm, ið nú er eftir teg. Nógv eru minnini um
sterk fløga. Hon er instrumental, og hetta dámar mær væl, Øssur er so sterkur á sínum ljóðføri, at vokalur ikki er neyðugur. Uttan vokal fær bassurin somuleiðis fríar ræsur, og tað er bara at fegnast um [...] málningalist, so er bassurin ein gluggi til sálina í hansara tónlist. Hetta er ikki altið pent ella nydeligt, men ofta ljótt og harligt, men altíð viðkomandi og flott á onkran hátt. Serliga sterkt er lagið Órudd [...] sjálvur er framúr góður bassleikari hjálpir ivaleyst í arbeiðinum at ljóðblanda. Lat tað flóta frítt/Let it flow freely er samanumtikið ein ordiliga góð fløga, sum gerst alsamt betur. Hetta er ikki MTV poppur