ger meiri við málið heldur Høgni Hoydal, at tað er neyðugt, at Løgtingið sleppur at taka støðu til landsstýrismannin. Tað eru fleiri dømi um, at Tjóðveldi heldur, at Jenis av Rana er farin út um mark fyri [...] sær. Eitt dømi er, at Jenis av Rana heldur, at ein politikari er ikki egnaður at verða forsætisráðharri í Danmark, bara tí at hann er samkyndir. Samstundis halda tey í Tjóðveldi, at Jenis av Rana fór út [...] Ísland, uttan at spyrja Uttanlandsnevndina eftir og tað eru tinglimir í samgonguni samd í. Tey halda eisini, at tað var at fara út um mark at kunngera ein føroyskan arktiskan politik, uttan at tað er viðgjørt
segði, at hann fer at seta seg inn í tørvin, og um tað kann forvarast at seta vakmyndatól upp. Hann sigur eisini, at hansara uppgáva er at útinna politiska viljan og er tað viljin hjá samgonguni, at tað skal [...] ynski um at fáa vakmyndatól á almennum støðum. Endamálið er bæði at fyribyrgja harðskapi, og – ikki minst at hjálpa løgregluni at uppklára harðskap. Undanfarna samgonga arbeiddi við málinum um at eitt geva [...] hann fer ikki at halda fram við arbeiðnum. Hann heldur, at tað er at ganga persónligfa frælsinum nær og hann ivast í um tað fyribyrgir harðskapi, tí tað er ofta í sinnismuni og tá hugsa fólk hvørki um vakmyndatól
kann SEV hækka prísin fyri at fíggja orljunýtsluna, kann EFFO akkurát tað sama hækka prísin fyri at skunda undir ætlanina at byggja vindmyllur. Stjórin sigur, at orsøkin til ætlaðu príshækkingina hjá Effo [...] Effo er nevniliga fyri at fíggja ætlanirnar um at byggja vindorkuna út, so at umleggingin frá olju til vindorku kann gerast enn skjótari. Men hann leggur afturat, at hetta er meint sum ein provokation [...] sostatt fer SEV at fáa16 milliónir aftur at í inntøkum frá privatu húskjunum. Harumframt koma eisini fleiri inntøkur frá vinnufyritøkum. – Kann SEV loyva sær at hækka elprísin fyri at fíggja svarta or
tiltøk í verk í eini roynd at eggja fólk til at fáa sær elbil. Eitt nú skulu fólk ikki rinda avgjøld í landskassan av elbilum, umframt at prísurin fyri at løða elbilar, fer at lækka. Og sum heild er neyvan [...] landsstýrið eigur at taka upp, so at vit ikki seta ferðslutrygdina í vanda hjá øllum teimum, sum kunnu kunnu brúka eyguni at orientera seg við. Hon sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum vit eiga at sleppa undan [...] á Neystabø sigur at fleiri fólk hava vent sær til hennara og víst á, at tað kann vera ein trupulleiki hjá teimum, sum eru blind og sjónveik, at tey ikki hoyra elbilar. Og hon heldur, at hetta er ein spurningur
ikki er loyvt at tæða og og nær tað ikki er loyvt at taða. Eitt nú er ikki loyvt at tæða í frosti ella kava. Hinvegin er tað Umhvørvisstovan, sum hevur heimild til heilt at seta forboð fyri at tæð á fuglabølum [...] Annars sigur Sirið Stenberg, at hon fer at taka spurningin upp við kommunurnar og Umhvøvisstovuna fyri at vita um tað er neyðugt at broyta reglurnar, ella um tað er neyðugt at herða eftirlitið. [...] hagan. Hon sigur, at onkur hevur ført fram, at tá ið bøndur spræna tøð í hagan, líkist tað mangan meiri eini roynd at sleppa av við burturkast fyri einki, enn tað líkist eini roynd at fáa meiri gras. Sirið
musikkskúlan, er nú klárt at bjóða út, og tað verður nú um mánaðarskiftið, at útbjóðingin verður. Mett verður so, at tað tekur einar 18 mánaðir at fáa skúlan lidnan, og sostatt verður hann liðugur á út ímóti [...] avgerð um at flyta hann á eitt stykki við Landavegin, har ætlanin upprunaliga var at byggja eina ítróttarhøll. Men á býráðsfundinum hóskvøldið var upplýst, at enn einaferð er tankin frammi um at flyta m [...] musikkskúlan. Tórshavnar Býráð hevur gjørt av at bjóða mentamálaráðnum at byggja tjóðleikhús á Skálatrøð og nú hevur tað verið nevnt, at tað hevði verið hóskandi at musikkskúlin eisini verður bygdur í Skálatrøð
helt, at skipanin við einum valdømi er miseydnað, tí hann heldur, at vandi er fyri, at sum frálíður, fer alt vald at savnast á nøkrum fáum plássum. Tí skeyt hann upp, at flokkurin skal arbeiða fyri at at [...] Tey halda at einki bendir á, at valdið er við at miðsavnast og tey halda eisini, at skipanin, sum nú er, er betri fyri javnstøðuna á tingi. Hinvegin hildu fleiri, at tað var upp á sítt pláss at fingið málið [...] áðrenn ein avgerð verður tikin. Tað endaði við, at fundarfólkið samtykti eina millumloysn, sum áleggur flokkinum at arbeiða fyri at endurskoða valskipanina og at lýsa fyrimunir og vansar við ymsum skipanum
Royndirnar vísa, at hetta aloftast hevur við sær, at lendisnýtslan verður minni burðardygg. Felagið heldur, at í staðin fyri at leggja seg eftir hesum stokkutta løtuvinningi, má farast undir at skipa lendis- [...] lendis- og búnaðarviðurskifti. - Hetta eigur at gerast soleiðis, at tey, sum fáast við jørð og landbúnað í Føroyum, fáa sømulig kor at virka undir og góðar umstøður at framleiða dygdagóðar landbúnaðarvørur á [...] Felagið heldur, at hetta verður ikki føroyskari náttúru, bóndum ella føroyingum sum heild at gagni. - Ein lendisætlan fyri Føroyar eigur at tryggja 1) Lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum, 2 At tað eru fólk
- Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til. Vit trúgva upp á, at við fókavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan [...] Eitt av endamálunum við átakinum er at styrkja sambandið millum Føroyar og útisetar. Tí verður á ólavsøku heitt á fólk um at skráseta seg, fyri at tryggja sær møguleikan at móttaka viðkomandi kunning, tilboð [...] enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun. Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum
kann tí, at fortreytirnar fyri at røkja kommununa eru munandi betri, enn tær hava verið, og eg eri ikki í iva um, at hetta fer at gera, at kommunan verður enn betur røkt framyvir. Tó er at siga, at ein fortreyt [...] fyri at røkja hesa stóru uppgávuna vorðnar betri. Í fjør varð nevniliga samtykt at umskipa teknisku deild, soleiðis at raksturin varð lagdur undir ein stovn. Rakstrarleiðari varð settur, og av tí, at hø [...] arbeiðsfólki hava bestu umstøður at arbeiða undir. Eitt nýtt snarlið, sum hevur til endmáls at fara út at loysa kommunal arbeiði, bæði í Tórshavn og í bygdunum í Tórshavnar kommunu, varð sett á stovn, og hetta