spell, segði Heini Hanusarson, tá Sosialurin eftir fyrra dystin fekk orðið á hann. Hóast harmur, so var Heini tó rættiliga væl nøgdur um avrikið hjá sær og liðfeløgunum í Neistanum: - Hatta var eitt gott [...] gott úrslit, tí teir hava ikki tapt í serbisku kappingini hetta kappingarárið, og talan var um eitt lið í sterkastu uppstilling. Sjálvandi kann tað vera, at teir hava undirmett okkum, og at teir mentalt ikki [...] spældi allar 60 minuttirnar. Heini Hanusarson helt, at teir í Neistanum dugdu væl at halda fast við sítt spæl allan dystin: – Vit høvdu góða disiplin í spælinum. Vit duttu niður einar tvær ferðir, og tað kostaði
- Í fyrra hálvleiki haldi eg, at vit royna at spæla bóltin runt, men teir leggja meiri trýst á okkum sum hálvleikurin líður. Eg haldi tó ikki, at teir koma fram til tað heilt stóra. Tað er 0-0 í hálvleikinum [...] venjari. Hetta var skelkandi at síggja okkum fara so langt niður, sum vit fóru í dag, segði Jógvan Martin. Við einum 0-6-tapi í viðførinum leggur Víkinga-legan nú leiðina til Hvítarusslands - Vit mugu finna [...] hálvleikinum, og tað sá gott út. Í seinna hálvleiki fáa vit nakrar trupulleikar. Erling Jacobsen fær trupulleikar við baklærinum og tað noyðir meg at skifta hann út, og so mugu vit gera nakrar flytingar. Vit
Løgtingið hevur í dag viðgjørt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni, og uppskotið er nú beint í rættarnevndina. Kelda til henda tíðindastubban er heimasíðan hjá Kringvarpinum, men Sosialurin hevur eisini borið [...] skipað í framtíðini. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um heimild at leingja freistina hjá P/F Skálafjarðartunlinum at koma við eini burðardyggari verkætlan til 1. august í ár. Løgtingið [...] tunnilin skal koma út beint norðan fyri Hósvík. Haraftrat skal ein tunnil borast til Skálabotn og víðari í Gøtudal. Frank Hansen, sum dagliga arbeiðir við bygningskonstruksjónum, viðgongur, at hansara umsókn
nøkrum døgum síðani fortaldi Sosialurin, at sølan hjá Rúsuni er minkað næstan 25% seinastu tíðina. Stjórin í Rúsuni heldur, at Rúsan er besta barometrið fyri, hvussu tíðirnar eru í samfelagnum og beinanvegin [...] fingu Rúsuna í 1992, var endamálið, at nýtslan skuldi haldast undir sjey litar av alkoholi fyri hvørt fólki. - Tað hava vit megnað, so vit eru á heilt góðari leið við teirri skipan, vit hava í dag. Hann [...] - Skulu vit hava greiðar linjur, skulu vit heldur seta tiltøk í verk, sum minka nýtsluna. Við hesum heldur hann ikki, at tað er neyðugt at herða sjálva lógina, tí hann tekur avgjørt undir við teirri skipan
Føroyar, so verða prísirnir settir niður. Hetta segði Jens Petur Arge, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar við útvarpið í gjár. Hann segði eisini, at Tryggingarfelagið Føroyar altíð vil hava somu prísir [...] Føroyar 1. februar í ár tók burtur avslátturin, sum gamlir bilar høvdu, við tí úrslitið, at tann, sum keypir og skrokktryggjar ein gamlan bil skal gjalda fleiri túsund krónur meira í trygging um árið, so [...] so hevur Trygd hendan aldursfrádrátturin í síni skipan, sum teir seta til 25% til bilar, seks ár og eldri. Tá Sosialurin herfyri spurdi forstjóran á Tryggingarfelagnum Føroyar um hetta, segði hann, at
føroyingum og útlendingum, sum vitja í bygdini. Sosialurin fekk bert eitt pláss á vitjanini í savninum hendan dagin, og tað plássið lótu vit myndamann okkara fáa. Borgarstjórin í Leirvík, Dánjal Andreasen, segði [...] Alt tað kongaliga fylgið, Margretha, Heindrikur, Fríðrikur og Mary, vitjaði báta-og málningasavnið í Leirvík, har Osmundur Justinussen greiddi frá søguni aftanfyri bygningin, eins og hann greiddi frá ymiskum [...] skráin helst skal haldast so væl sum tilber, vóru tey fýra við fylgi eina góða løtu inni á savninum í Leirvík. Tá ið vitjanin var av, fóru Fríðrikur og Mary við fylgi beina leið norður til Gjáar, meðan
sum í sjálvum sær eru ein veikari partur. Vónandi er hetta bert eitt stig á leiðini í stríðinum at verja veikari minnilutar her á landi – vit kenna alt ov væl til eitt annað mál, sum er á skránni í løtuni [...] Løgið kortini, at so nógv ár skuldu ganga, áðrenn vit fingu hetta forboðið sett í gildi. Hetta kemst kanska einamest av, at økið hevur verið partur av donskum málsøki og av lógini um foreldramyndugleika [...] munnu nógvir føroyingar vera so veikir, at teir nýta harðskap ella bara varisliga likamliga revsing í uppalingini. Fólk, sum nýta tílíkan uppalingarhátt eru ikki egnað at uppala børn og áttu at fingið sálarliga
ferð. Tann stóra veljarakanningin, sum Sosialurin og Fynd gjørdu í samstarvi við Føroya Tele gjørdu fyri valið, vísti, at Tjóðveldisflokkurin fór at missa mannin í Sandoynni. ? Veljarakanningin var góð [...] við 25 atkvøðum frammanfyri Fólkaflokkin. ? Tjóðveldisfólk í oynni hava gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri at tryggja flokkinum tann eina mannin í hesum valdøminum, sigur ein fegin Páll á Reynatúgvu, sum [...] Tann stóri spurningurin í Sandoyar valdømi var, hvør fór at fáa tann næst valda mannin. Tað fór at standa ímillum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum royndi at endurvinna tingsessin. Eingin ivi var
vann so sannførandi í finaluni spurdu vit Herborg: - Vit høvdu alt ov nógvar nervar undir dystinum, og av tí sama vóru tað fleiri, ið eisini vóru bangnar fyri at spæla. Nógvi gangurin í høllini nervaði okkum [...] hennara tykki blivu alt ov fáir spælarar brúktir í dystinum, og alt ov stór ábyrgd lá á útlendsku stjørnuni hjá liðnum, Nicolinu Alter. Hetta sást eisini aftur í spælinum, tí tey allarflestu uppleggini lógu [...] Tað var ein ikki sørt vónbrotin liðskipari hjá Drátti, Herborg á Mýrini, ið Sosialurin hitti beint eftir at ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, hevði handað heiðursmerkir og steyp leygardagin. Alt ov nógvar
sindur ivasamir sæð frá einum demokratiskum sjónarmiði. Er tað í tráð við góðan fyrisitingarsið at halda toppfundir av hesum slagi? Er hetta í tráð við alment galdandi demokratiskar og parlamentariskar s [...] politisku skipanunum í teimum trimum londunum? Tá alt hetta er sagt, skal samstundis verða gjørt vart við, at stór og týdningarmikil mál ivaleyst verða viðgjørd á ríkisfundinum í Grønlandi. Vit kunnu nevna [...] eftir fundin, kann vera gagnligt. Tað kann sjálvsagt vera gagnligt, at ovastu politisku leiðararnir í ríkinum fáa høvi at skifta orð og hittast uttan at vera órógvaðir av pressu og trongum formligum og