áðrenn 2021. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin. [...] Hagstova.fo Útflutningurin fyri november er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið desember í 2023 til november í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið
rigdið, whiteout (rokkava), har himmal og jørð eru huld í jarðroki, og alt er hvítt, so veitst tú, at har missir tú kensluna av bæði máli og miði. Hendan sama kenslan kann eisini koma við sorgini aftaná [...] sum brýtur tøgnina um sjálvmorð. Vit verða leidd inn í støðuna hjá teimum, sum eftir sita, aftaná at ein, tey eru góð við, hevur gjørt sjálvmorð - ein støða uttan mál og mið - við sorg, sakni, skomm og [...] Hammeken sjálv. Áðrenn sýningina bjóða Norðurlandahúsið og Sinnisbati til pallborðsprát um, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum, ið hevur gjørt sjálvmorð. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.
Tað eydnaðist ikki Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík at fremja tað stóra undurið í Conference League. Víkingur hevði eina 2-1 leiðslu við sær til Grikkalands til seinna Play Off dystin [...] leiktir legði Filip Mladenovic heimaliðið á odda, og so var samlaða støðan javnleikur 2-2. Tað sá út til, at dysturin skuldi fara til longda leiktíð, men fimm minuttir inn í tíðina dómarin hevði lagt aftrat økti [...] dysturin endaði við javnleiki 2-2, og vann Celje sostatt ein samlaðan 4-2 sigur. Celje fer sostatt at spæla áttandapartsfinalur í Conference League. APOEL-Celje 0-2 (0-1) (2-4 samanlagt) 0-1 Armandas Kucys
sama aldur sum hesin, eru teir flestu innfluttir sum brúktir sum ellisakfør. Tað er sera sjáldsamt, at ein bilur um hendan aldur er keyptur sum nýggjur her og hevur havt somu nummarplátu alla tíðina. Á [...] bilblaði frá 1966 var ein mynd av nýggja Volvo 144, sum var ávegis til Danmarkar. Men har var viðmerkt, at hann var ikki søluvøra enn. Samstundis sum vit lósu hetta, kundu vit síggja ein myrkabláan Volvo 144 [...] hendan bilin, tí fá vistu, hvat merki hann var. Hann líktist so avgjørt ikki teimum Volvo, tey vóru von at síggja sum t. d. Amazon og PV. Bil-ur-in var stór-ur og rúmligur, eins og hann hevði nógvar innbygdar
verður roknaður sum risahitt, og eitt nú er at hoyra til alskyns ítróttartiltøk. DJ Ötzi hevur eisini eina framúr útgávu av sanginum "Sweet Caroline", sum er nógv at hoyra. Síðani 2000 hevur DJ Ötzi givið nógvan [...] sangum sum "Let Your Love Flow og "I Need More Of You". DJ Ötzi kemur nú á fyrsta sinni til Føroya at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Hann bæði framleiðir tónleik og syngur, og hann hevur ein
bóli og vann seg í finaluna, so trúgva oddssetararnir ikki, at hon fer at yvirraska aftur og vinna alla kappingina. Fyribilsfavoritturin at vinna Eurovision í 2025 er satirutrioin Kaj, sum umboðar Svøríki
demens. Samandráttir av hesum frágreiðingum eru at lesa í ársfrágreiðingini. Í ársfrágreiðingini er eisini ein grein um tey krøv, sum umboðsmaðurin metir, at Barnarættindasáttmálin setir til málsupplýsin [...] lidnar í 2024 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum. Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 115 klagur í 2024. Av hesum klagunum vóru 91 endaliga avgreiddar innan 31. desember
ótta, samstundis sum sjúklingar noyðast at ferðast langan veg til viðgerð. ##med2## Forkvinnan í grønlendska krabbameinsfelagnum, Elisabeth Lynge Hansen, sigur, at við nýggju húsunum fær Grønland fyri fyrstu [...] trygt og sjónligt stað, har fólk kunnu fáa hjálp, vitan og felagsskap. - Vit gleða okkum ógvuliga nógv at kunna bjóða sjúklingum og avvarðandi vælkomin í okkara nýggja og vakra hús, sigur hon. Krabbameinshúsið
nakrar tímar eftir at nýggja grønlendska landsstýrið var skipað. Nýggi grønlendski stjórnarleiðarin hevur kallað vitjanina hjá amerikanarum "óvirðiliga". Mette Frederiksen segði í dag, at handfaringin hjá [...] ígjøgnum eina góða fólkaræðisliga tilgongd og skipað eina breiða stjórn. Tað hevur týdning fyri meg at vitja og heilsa upp á komandi landsstýrisformannin sum skjótast, sigur forsætisráfrúan. Í gjár løgdu
vórðu tveir tiknir fyri at koyra í báðum førum 86 km um tíman. Tað gevur teimum eisini treytaða frádøming av koyrikortinum. Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, veit løgreglan at siga. Men har var friðarligt [...] vaktleiðarin. Í Suðuroyr var onkur miðnámsveitlsa, har løgreglan tvær ferðir var forbí, tá tey vóru um at missa tamarhaldið. Tað var beint áðrenn midnátt og beint fyri klokkan 1. Og nakað eftir midnátt fór