meistari. Rani og Mogens meta vónirnar vera serliga góðar fyri John Arna at vinna sær sín triðja og seinasta IM-norm á Tvøroyri. Til hetta krevst 6,5 stig av 9 møguligum, Heini Olsen, Martin Poulsen og Flóvin [...] skúlanum á Tvøroyri. Tíggjunda og seinasta umfar verður á sjálvari Jóansøku. Vinnarin av 1st Suðuroy International fær 5000 krónur. Nr. 2 og 3 fáa ávíkavist 3000 kr. og 1500 kr. Klaksvík International [...] høvuðsmaður aftanfyri stór talvtiltøk. Atljóða talvdómarin og talvlærarin hjá børnunum á Sandoynni, Mogens Nielsen, hevur aftur í ár veitt Rana eina góða og effektiva hjálpandi hond. Millum annað við at finna
Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um- og útbyggingar gjørdar, ein tann størsta, tá parkeringskjallarin og goymsluhølini norðanfyri vórðu gjørd. Fyri havnarborgarar – og føroyingar annars – var tað nakað nýtt [...] hugskot helt Hans Mortensen ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS. – Hetta var ein tung prosess, og málið var fyri í býráðnum fleiri ferðir, men [...] tað, ið tað er í dag. Tá vóru bert tvær lonir – og handlarnar kundu tú telja á fingrunum. Men ætlanin var altíð, at byggjast skuldu fleiri lonir afturat, og í 1980 var farið undir at byggja hinar fýra lonirnar
við bilin og fekk hann lakkeraðan av nýggjum. Nakað eftir at Gundur andaðist í 2019, varð bilurin settur til sølu, og teir báðir Valdimar Valdimarsson og Stig Hansen keyptu bilin. Valdimar og Stig eru [...] bilurin var klárur, fekk hann nummarplátuna Fø 404 eins og bilurin hjá pápanum. Bilurin hevur motor við 6-sylindarum og 75 hk. Hann er lágt gearaður og koyrir einans 55 km/t á sløttum við fullari ferð. Hesin [...] vinnubilar sum t.d. vørubilar og lastbilar. Frá síðst í 1940-unum til síðst í 1960-unum vóru Bedford lastbilarnir nógv at síggja á føroysku vegunum. Teir koyrdu t.d. fisk og kol og annars sum arbeiðsbilar
við granskarum úr Írlandi, Íslandi, og Finnlandi. Í Føroyum eru tilsamans 7 bygdarhandlar við, og teir eru á Viðareiði, í Hvannasundi, Oyndarfirði, Nólsoy, Hvalba og í Porkeri. Tað eru húski í hesum bygdum [...] turrvørum og frystum vørum, tey eru eisini væl nøgd við úrvalið av m.a. mjólk, osti og breyði. Tann størsta avbjóðingin hjá bygdarhandlinum er, at hann kemur í tvístøðu ímillum at lítið fólkagrundarlag og kravið [...] kravið um eitt stórt og gott úrval av øllum vanligum vørum, eisini frískum vørum. At ein triðingur av bygdarfólkinum halda seg trúliga til bygdarhandilin, meðan restin bara keypir av og á og hetta ger tað tórført
vindeyga, eru ætlaðar smábørnum í aldursbólkinum 3-7 ár og 500 fløgur eru gjørdar. Hetta er tann fyrsta av sínum slag á føroyskum. Søgurnar eru nýskrivaðar og royndir sjónleikarar hava lisið tær inn. Næmingarnir [...] kappingini í ár og evnini kunnu sigast vera rættiliga ymisk. Eitt virki valdi at gera eitt føroyskt brettspæl, ið eitur Runt Føroya Land, eitt virki, Beyka, valdi at gera tomatsós, og eitt annað virki [...] Næmingarnir, ið taka lut í Ungum virki, skulu til próvtøku í tí sama sum aðrir næmingar. Og hóast tað er strævið og tíðarkrevjandi at vera við í einum slíkum tiltaki, klára hesir næmingarnir seg ikki verri
um. Hon fegnast um, at integratión er komin á politisku dagsskránna og nú vónar hon bara, at politikararnir fylgja tí heilt á mál og seta verulig tiltøk í verk. Men hon heldur skal tað yvirhøvur eydnast [...] skulu taka skeið í føroyskum og skeið í føroyskum viðurskiftum. - Í hesum sambandi skulu útendingar hava kunning um, hvørjar skyldur, teir hava, sum borgarar í hesum landi og, ikki minst, hvørji rættindi [...] einans verður eitt tilboð, og ikki eitt krav, kunnu vit koma í ta støðu, at útlendingar ikki taka av –ella at onkur forðar teimum, ella beinleiðis noktar teimum, at fara á skeið og tað má ikki henda, leggur
til 55 og 55 (pluss). Tað vóru 27 føroyingar við í kappingini í ár, har 21 teirra vóru menn og seks vóru kvinnur. Enn hava Føroyar ongantíð verið umboðaðar við tannáringum, sum eru 14 til 15 og 16 til [...] luttakarar og íðkarar og eisini tí, at hetta fólkaslagið er serstakliga ágrýtið. Nógv av teimum, sum kappast í CrossFit, eru fólk, sum umboða aðrar ítróttargreinar burturav. Men, tað gongst betur og betur hjá [...] Andreasen, 20. Rani Debes Christiansen og 21. Bjartur Jacobsen. Kvinnur: 1. Anna Kalsø, 2. Jenny Poulsen, 3. Tordis D. Eiriksfoss, 3. Eyðgerð Sverradóttir, 5. Svetlana Ananina og 6. Laila Olgarsdóttir.
var yvir miðal, og serliga vóru august og september heitari enn vanligt. Bara fáa staðni var ov turt tíðliga í summar. Bert fáar fráboðanir vóru um svartaspillu, og tí kundu eplini standa og vaksa langt inn [...] ímillum og við at taða minni. Fleiri sløg Royndarstøðin hevur nøkur tilmæli um, hvørji epli egna seg væl at seta niður. Mette, Folva og kanska eisini Maris Piper, sum tó er heldur ójavnt í stødd og kann hava [...] inn í september. Úrøkan var væl yvir miðal, og serliga var tað flagveltan, sum gav nógv, 12-13 fold. Royndarstøðin roynir hvrt ár nýggj eplasløg, og tey sløgini, sum geva góða frukt, fáast fyri tað mesta
útreiðslur í sambandi við Covid-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 30. apríl í ár. – Um felagið fær lut í hesum hjálparpakka, og talan verður um týðandi stuðulsupphædd fyri tíðarskeiðið [...] vísir eitt minus upp á 7,2 milliónir krónur, sum skal samanberast við eitt yvirskot upp á 4,2 milliónir árið fyri. Bruttovinningurin fór úr sløkum 30 milliónum niður í 25,5 milliónir, og lønarútreiðslurnar [...] hevur givið hall, og gjaldføri felagsins er tepurt. – Í løtuni er trupult meta um, nær sølan kann væntast at hækka aftur. Avgerandi fyri hesum er, nær landamørkini lata uppaftur, og verandi karantenureglar
0-1 og Skála-B36 0-2. Í hesum umfarinum endaði tað málleyst bæði í B36-Skála og Víkingi-HB. Ikki síðani í 2. umfari í 2005 hava tveir dystir endað málleysir. Ta ferðina vóru tað dystirnir TB-B36 og EB/ [...] áskoðarligt plettskot. Áskoðarar úr høvuðsstaðnum, ymsa staðni frá í Eysturoy og ikki minst úr Klaksvík vóru at síggja í Gøtu týskvøldið og eisini í Runavík mánakvøldið. Leyst oddalið EB/Streymur er oddalið eftir [...] megnaði HB so at siga á mállinjuni at taka teir aftur og gerast meistari. Nógv kann venda øðrvísi í oktober, enn tað vendir nú. Men í løtuni eru tað ÍF og hesi bæði liðini, sum tykjast hava mest í sær. Sp