halda, at SAS hevur drigið samráðingarnar út og hava gjørt umstøðurnar hjá flogskiparunum truplar. – Vit halda, at SAS stendur sera fast upp á nøkur krøv, og at tað hevur eingin framgongd verið í samráðingunum [...] steðgaðar upp. Tað skrivar Check-in.dk. Flogskipararnir hjá SAS eru skipaðir í trimum ymiskum fakfeløgum, og feløgini standa saman um fráboðanina, sum hevur við sær, at eitt verkfall í fyrsta lagi kann verða [...] samráðingunum í langa tíð. Tí hava vit kent, at hetta var eitt neyðugt og lógligt stig at taka, sigur René Arpe, sum er formaður fyri donsku flogskipararnar hjá SAS, við Check-in. Sambært Check-in vil SAS hava
ni, og teir mugu hyggja langt eftir oddastríðnum, fyribils ið hvussu er. Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda 1-0 uppá brotsspark ímóti HB í dag, men tá alt var liðugt hevði HB vunnið 2-1 á B36, og er HB [...] HB nú 12 stig frammanfyri B36. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2: 1) Hoyr Trónd Arge siga frá málinum Lukasz Cieslewicz skoraði fyri B36 uppá brotsspark. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi [...] men tað eydnaðist ikki. Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá Adrian Justinussen fyri HB, og samrøðan Tróndur gjørdi við Adrian aftaná dystin hoyrast HER
løtuni í starvsvenjing í Miðlahúsinum. Hann gongur í 10. flokki í Runavíkar skúla. Hesa vikuna hevur hann verið Vágsbotni, har hann hevur skrivað fyri In.fo og Sosialin. Næstu viku skal hann verða á Rás2, har [...] ofta øgiliga skjótt og man skal kunna skriva skjótt fyri at kunna lata inn til tíðina, sigur Beinir. Beinir sigur, at tað hevur verið spennandi at síggja hvussu ein redaktión arbeiðir og hann hevur fingið [...] fingið mót uppá at royna meir av lívinum sum tíðindamaður. - Nú veit eg meir um hetta lívið og eg hevði vilja roynt at arbeiða innan øki. Tað var eisini stuttligt at fáa sína fyrstu grein prentaða í Sosialinum
avtalan við hagan um lendið er mestum undir landið, prísurin er avtalaður og tað eru bara nakrir snøklar sum mangla. Har verður í roynd og veru ein nýggjur býlingur, har tað verða eini 25 grundstykki, sigur [...] boðin út. Hann væntar, at grundstykkini verða klár næsta summar og hann væntar eisini, at tey fara at kosta einar 150.000 krónur hvørt og tá eru tey klár at byggja á. [...] í Skorini. Hann sigur tey hava ongan formligan bíðilista eftir grundstykkjum, men tað eru eini 8 - 10 fólk, sum javnan ringja at spyrja seg fyri. Kommunan hevur bara eitt grundstykki til taks, men skjótt
nógv, og tað slætt at rógva og fín líkindi at hyggja at kappróðri. Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ gjørdi, sum hann hevur mest sum hvørja ferð í summar. Dreingirnir vunnu fyri fimtu ferð, og sigurin [...] sigurin var so sera sannførandi. Aftur til Junkaran vóru tað fýra sekund og fimm sekund aftur til Fípuna Føgru. Úrslitið ber við sær, at Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ hevur vunnið FM heitið! 1 Spógvin 02:51 [...] Fagra 30 3 Firvaldur 29 4 Tambar 18 5 Junkarin 15 6 Frúgvin 14 7 Havfrúgvin 9 8 Teistin 5 9 Pílur 3 10 Silja 1
gar-stafettini, har teir fýra íðkarnir skulu leggja 10 kilometrar aftur um seg í part. Martin Johnsrud Sundby, Odd-Bjørn Hjelmeseth, Lars Berger og Petter Northug vunnu silvur fyri Noreg. Petter Northug [...] Northug hevði eitt ógvuliga gott seinasta umfar fyri Noreg, og hann megnaði at leggja kekkiska og franska skíðrennaran aftur um seg. Northug hálaði eisini 37 sekund inn á Marcus Hellner, men liðfelagarnir hjá [...] svenska gullinum. Svøríki vann við tíðini 1:45:05.4. Noreg gjørdist nummar tvey við tíðini 1:45:21.3, og Kekkia gjørdist nummar trý við tíðini 1:45:21.9. Hetta er fyrstu ferð síðani 1988, at Svøríki vinnur
vann og B36 spældi javnt, er munurin ikki størri enn so, at vit eftir tveimum dystum kunnu taka tey aftur, segði Jóhan Petur á Stongum, sum skoraði útjavnandi málið fyri 07 Vestur ímóti NSÍ, smáar 10 minuttir [...] inn. – Vit trúgva framvegis upp á tað, tí enn eru 21 stig eftir at spæla um. Og haraftrat hava vit eisini bæði KÍ, B36, ÍF og AB eftir, so nógv kunnu vit avgera sjálvir. Jóhan Petur helt, at dysturin ímóti [...] vóru nógvir báðar vegir. – Javnleikur var kanska í lagi, tí bæði lið høvdu sínar møguleikar at avgera, og aftan á dystin haldi eg, at spælarar á báðum vóru vónsviknir av, at tað ikki eydnaðist at vinna, segði
- Skjótibásurin er nógv tann best umtókti básurin her á tivoliøkinum. Alla tíðina standa børn og vaksin og royna eftir rósunum, sigur Magnus Madsen, ið skal arbeiða allan Summarfestivalin. - Eg komi nokk [...] arbeitt í skjótbásanum á átta øðrum stevnum og festivalum í summar. Tað eru ikki fá skot, sum tilsamans koma úr teimum ymsu byrsumúlunum. - Leystliga mett eru tað eini 10.000 skot. So man má ansa sær, tá man [...] onkra konsert. - Faktist eru tað bara tvær konsertir, sum eg ordiliga vil hoyra. Tær eru Ronan Keating og Swangah Dangah.
ellivu mánaðirnar høvdu Vága kommuna og Eiðis kommuna, har hækkingin var ávikavíst 8,53 prosent og 8,21 prosent. Í Vága kommunu var vøksturin 3,9 milliónir krónur, og í Eiðis kommunu var hann 1,26 milliónir [...] svarar til 876.902 krónur. Í ár var inntøkan 10.129.383 krónur. Í fjør var hon 9.252.481 krónur. Í Hvannasunds kommunu eru bygdirnar Hvannasund, Norðdepi, Depli og Norðtoftir. Kommunuskattaprosentið í Hvannasunds
bridge fyri lið. Í fyrstu deild liggur liðið hjá Boga Simonsen 10 stig framman fyri nummar tvey. Í hvørjum dysti ber til at vinna upp í 25 stig, og tveir dystir verða spældir leygardagin, so einki er avgjørt [...] avgjørt. Hvør dystur er 28 spøl varir tveir tímar. Á øðrum og triðja plássi liggja liðini hjá Per Kallsberg og Símun Lassaberg. Tey skulu spæla innanhýsis dyst, so tann dysturin kann verða avgerandi fyri um [...] liðið hjá Jórun Johannesen. So í 2. deild er als einki avgjørt. Á hvørjum liðið eru 4-6 spælarar, og í hvørjum dysti spæla tvey pør úr hvørjum liðið. FM-kappingin verður í Bridgehúsinum leygardagin kl