skoti úr spískum, málverjin hálvbjargaði, og Elin Højsted var fyrst á returinum og skoraði. Tá tað restaðu tíggju minuttir mistu bæði liðini hvønn sín spælara. Fyrst varð ein av ukreinsku gentunum víst út [...] venjarin Álvur Hansen og liðleiðarin, Margrið Weihe, funnu seg ikki í hesum, og fyribils loysnin var, at føroyski hópurin gjørdi nýtslu av nøkrum av kømurunum, sum tey úr Moldova og Ukreina skuldu búgva [...] innlegg úr borðunum. Ofta var talan um hornaspørk og onkuntíð um frísparksinnlegg. Og ta einu ferðina skoraðu tær eftir langt innkast. Talan var ikki um góð og høg innlegg, sum vórðu stútað í kassan, men málini
dámar. Eftir mínum tykki liva hinskynd og samkynd tvey javnfjar lív við passaligari frástøðu, og síggja og skilja tessvegna ikki hvønn annan. Hetta er áhugavert, og hesin leikur ger kanska sítt til, at fólk [...] Munur er á monnum. Aldurin á leiklutunum er úr 20 og upp í 60 ár! Hin yngsti er vónríkur, opinskáraður og ósmæðin, meðan hin elsti er innanhokin, trútin og so at siga steinrunnin í tilveruni sum »ógrøðiligur [...] upptøkur eftir risastórum filmsskíggja, og ljós og ljóð eru eisini týdningarmiklir partar av framførsluni. Listagreinirnar í einmansleikinum eru tískil mangar og fjølbroyttar. Her er sjónbandalist, leiklist
fríggjadagin ? Frants Jacobsen var farin á flot, og bar ikki boð aftur Í bý. ? Hann hevur verið sjómansskúlalærari, bygdaráðsformaður og havnarnevndarformaður, og kendi eg hann rætt, hevði hann staðið ímillum [...] her hoyra til uppsjóvar- fiskasløgini. ? Longu síðst í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum, fiskaðu skip hiðani úr sóknini uppsjóvarfisk og nú hava vit ein stóran part av føroysku fiskiorkuni her í sóknini [...] svartkjaft undir Føroyum og undir Íslandi. Jupiter er fíggjaður í Føroya Banka, Kredittkassanum í Ålesund og í Framtaksgrunninum. Atli Hansen takkaði øllum hesum stovnum fyri gott samstarv og holla ráðgeving
Ziskatrøð í nógv ár, og tí er tað alneyðugt, at vit nú gera hann í stand, sigur Steinbjørn Jacobsen, virkandi býráðsformaður í Klaksvík. Ein raðfesting var fyri nøkrum árum síðani gjørd, og hon staðfesti, hvussu [...] hvussu umvælingararbeiðið skuldi fara fram. Fyrst skuldi tak, klædningur og vindeygu skiftast á tí mittasta bygninginum. Tað arbeiðið er liðugt. Nú verður farið undir at umvæla skúlastovurnar í hesum partinum [...] milliónir til umvælingar av skúlanum á Ziskatrøð, sum er tann størri av teimum báðum fólkaskúlunum í býnum. Og umvælingarnar halda fram næsta ár. Á fíggjarætlanini fyri ár 2000 verður skotið upp, at fýra milliónir
málinum. Og eitt kann eg vissa løgmann um, og tað veit hann eins væl og vit aðrir, at uttanlandsnevndin er ikki eitt ?Mekka? fyri diplomati á høgum støði. Har verður betongdiplomatiið brúkt, og teir, sum [...] hevur undirtøku í føroyska fólkinum. Seinasta veljarakanningin var ein týðilig ábending til fyrst og fremst løgmans um, at fer samgongan bert fram við sínum ætlanum um fullveldi uttan at taka andstøðuna [...] undirtøku á einari fólkaatkvøðu? Møguleikin er søguligur, og tað kann ikki fyrigevast okkum politikkarum, at vit ikki gera skilagott brúk av hesum møguleika. Og skilagott merkir í mínari verð eina loysn, sum hevur
Vit mugu fyrst av øllum sleppa okkum av við almennu skuldina, við at selja almennar ognir, um føroyska samfelagið skal klára seg sum sjálvstøðugt ríki. Føroya Banki, Atlantsflog, Føroya Tele og mangt annað [...] tikið úr flúgving. Harvið er kappingin burtur, og Maersk kann seta sínar egnu prísir á ferðaseðlarnar. Síðani kann til dømis Tele Danmark keypa Føroya Tele ? og hvør veit ? kanska liggur Den Danske Bank aftur [...] almennar ognir í Føroyum mugu seljast, hvør eftir aðra. Í veruleikanum fáa føroyingar minni og minni reelt vald. Og fáa vit eina nýggja búskaparkreppu, so eiga almennu Føroyar hvørki pening ella aðrar ognir
so hugsa vit fyrst og fremst um hondbólt og kappróður, men skulu vit taka úrslitini í badminton um vikuskiftið fyri áljóðandi, so er gott í væntu í Vestmanna. Kappast var í sjey bólkum, og í seks teirra [...] Dávastovu vann bólkin fyri gentur 10-12 ár og Tórunn Andreasen bólkin fyri gentur millum 12 og 14 ár. Í hesum bólkum vóru vestmenningar eisini á øðrum plássi, og tað vóru teir eisini í bólkinum fyri gentur [...] Eysturoy vann kappingina fyri dreingir millum 10 og 12 ár, Thomas Rubeksen dreingir 12 til 14 ár, og Meinhard Arge Jensen vann kappingina fyri dreingir millum 14 og 16 ár.
veiðiflotin ikki longur umboðaður av Vinnuhúsinum, so húsið viðger viðurskifti hjá øðrum, og tað er jú so vanligt og ofta munandi lættari. Men tá stjórin nú úttalar seg so avgjørdur um aðrar vinnugreinir [...] Vinnuhúsið hevur á síni heimasíðu m.a. grein um »lønsemi og virðisskapan í veiðuflotanum«. Eisini hevur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, úttalað seg aðrastaðni um hvussu politikarar eiga at halda [...] aðra vinnu. 2. Skipini kunnu ikki selja veiðuna uttanlands uttan at hava bjóðað hana út í Føroyum fyrst. Hetta ger raksturin truplari fyri veiðuliðið, men betri fyri aðra vinnu. 3. Fiskavirkini á landi
virðislønir og hevur ferðast við dansum sínum á sjónleikarhúsum og á fagnaðum í Europa og í Norður- og Suðuramerika. Tim Feldman hevur síðani 1996 sligið navn sítt fast sum ein tann mest evnaríki og nýskapandi [...] Ballettin er býtt í trý brot. Fyrst verður "Oyggin" framførd, síðani "Credits", og at enda "Skizo". "Oyggin" er ein nútíðar solo hjá Tim Feldman við harðligum rørslum og kenslum, og er bygd á eina persónslýsing [...] fyri menniskjaliga at verða skilt og virðismett. Wilda Dance og Tim Feldman byrjaðu í 1996 við tí fyri eyga at arbeiða við at skapa og sýna fram eksperimenterandi dans og nýggja list á palli. Áskoðararnir
millum Eystur og Vestur rapaðu - mátti hann krúpa til krossin. Ja, hann mátti vegna Tjóðveldisflokkin staðfesta, at fiskidagarnir og veiðiloyvini vóru longu frítt umsetilig her á landi, og tí var einki [...] Fólkaflokkinum hava "lumpað og lirkað" frítt umsetilig veiðiloyvi gjøgnum okkara høga ting? Øll minnast, hvussu Heini lovaði bál og brand, tá Frøjanes-málið fylti tíðindasendingarnar og breddarnar á bløðunum [...] komið! Afturímóti kom Caragata-álitið nú um dagarnar. Og Caragata mælir til størri umsetiligheit í fiskivinnuni. Hevur nú onkur eisini lumpað Caragata, og sagt, at vit hava ikki fría umsetiligheit, sum teir