9. juni. Primus, deyður umleið ár 300. Hann var rómverji. Hann og bróðir hansara Felicianus vórðu illa píndir og tiknir av døgum. Primus merkir tann fyrsti.
3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið
28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í kleystrið inn at
20. mars. Gordius, deyður umleið ár 300. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. 21. mars. Vársjavndøgur. Tvær ferðir um árið eru sólin og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari [...] benedictus, sum merkir tann vælsignaði. Bænadikt úr Nursia doyði í 547. 22. mars. Páll biskupur, deyður umleið ár 250. Talan er ikki um ápostulin, men um ein biskup í Narbonne í Fraklandi við sama navni
18. mars. Aleksander, deyður umleið ár 250. Úr Alexandriu og endaði sum biskupur í Jerusalem. Fleiri ferðir varð hann atsøktur fyri trúgv sína, men komst undan og doyði ein natúrligan deyða, varð blóðvitni
20. februar. Eucharias, deyður í 788. Biskupur í Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir var skírdur halgimenni
19. februar. Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein av teimum rómversku hermonnunum, sum við at síggja dirvi og trúarvissu teirra kristnu, sjálvur gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla; harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur.
10. januar. Páll einbúgvi, deyður í 341. Livdi eini 90 ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal. Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvin og skírdur halgimenni. Navnið Páll er komið av [...] av latínskum Paulus (tann lítli) 11. januar. Hyginus, deyður í umleið 142. Valdur pávi í 138, men varð fyribeindur tá keisarin Antoninus Pius forfylgdi teimum kristnu. 12. januar. Reinaldur. Týskur riddari
, og hann læt hana hálshøgga. Navnið Dorothea er grikst og merkir Guðs gáva. 7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur kongur, sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga Landið, men doyði longu