framvið á Alvalon og bar teimum takkarkvøðu og blómutyssi. Hon segði m.a. at tað hevur alstóran týdning, at barnaøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum. Langa starvstíðin hjá teimum trimum prógvar eisini [...] og mongu royndirnar tær hava savnað øll hesi árini, hava eitt sera stórt virði fyri kommununa sum arbeiðsgevara. Felags fyri tær allar er, at tær eru nærlagdar, arbeiðssamar, fittar og hjálpsamar, segði [...] starvsdegnum. Vit vóna at tit hava fleiri ár eftir á stovninum, tí vit hava brúk fyri tykkum og tykkara nærlagni. Takk fyri tykkara trúfesti, øll hesi 25 og 30 árini, skrivar sorvag.fo.
betri tvørfakligum skipanum og mannagongdum og hægri raðfesting og játtan til smittuvernd fyri at minka um vandan fyri, at sjúklingar verða smittaðir við vandamiklum bakterium í heilsuverkinum, skrivar gransking [...] árini komnar til Føroya. Summar teirra eru so resistentar, at onki antibiotika finst, sum kann basa teimum, sigur Shahin Gaini, professari í infektiónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya, sum er ein av rithøvundum
grund fyri aðalorðaskiftið, sum verður týsdagin, segði landsstýrismaðurin millum annað: - Fólkaskúlin er fyri okkum øll, og tí seti eg mær sum mál at fáa eina so breiða undirtøku sum gjørligt fyri teimum [...] teimum átøkum, sum verða sett í verk. Tvørpolitiska umrøðan hevur verið grundarlag undir teimum broytingum og dagføringum, sum eru gjørdar á fólkaskúlaøkinum. Ætlanin er, at lógarbroytingarnar, sum seinni
Edla, Heini og Bárður vóru hansara eitt og alt. Sorgin var stór, tá tey mistu yngsta sonin, Bárð, fyri góðum ári síðani, men hann dugdi at gleðast um tey bæði, sum eftir vóru, sviger – og abbabørn og ikki [...] Petur hjá Benna arbeiddu saman har, minnast øll sum nakað heilt serligt. Vinarlagið og humorurin hjá teimum báðum var heilt serstakt og var tað við til at mynda arbeiðsplássið til nakað heilt serligt, sum [...] var klokkari í Gøtu Kirkju, tá hann var 12 ára gamal. Tá pápin doyði í 1979, tók hann yvir líka til fyri fáum árum síðani, tá sonur okkara, Jógvan, tók yvir. Síðstu ferð Magnus ringdi, var á jólum í fjør
Av hesum 10, vóru fimm børn, verður sagt. - Fíggindin kemur at gjalda prísin fyri hesi brotsverk, sigur eitt talsfólk fyri Hizbollah. Stríðið millum Iran-stuðlaða Hizbollah-felagsskapin í Libanon og Ísrael [...] Ísraelski herurin (IDF) sigur, at jagaraflogfør hjá teimum í dag hava rakt fleiri Hizbollah-mál í Wadi Saluki í Libanon. Hetta veit tiðindastovan, Reuters, at siga í dag. Wadi Saluki er eitt øki í Libanon
odda 14-6 í fjórða setti, sást hvønn veg tað bar, og brátt hevði SÍ vunnið 25-11. Við teimum trimum stigunum fyri sigurin kemur SÍ upp á 21 stig, meðan Fleyr verður standandi á 22. Longu í annaðkvøld kann [...] sett hevur vunnið í kappingini higartil. KÍF - Mjølnir 3-0 (25-23, 25-21, 25-16) Fyri Mjølnir var tað bakkast at tapa fyri KÍF, sum ikki hevur vunnið dyst síðan teir báðar fyrstu dystirnar í kappingini ímóti [...] stig í kvøld eftir 3-1 sigur til SÍ í dysti teirra millum. Fyrst smurdi Fleyr SÍ av í fyrsta setti, fyri síðan sjálvt at verða smurt av í øðrum setti. Triðja sett lá leingi til Fleyr, sum legði seg á odda
okkum í Føroyum. At taka lut á eini ráðstevnu sum hesari styrkir fortreytirnar fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, við trygd og verju. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at aðalmálið hjá [...] Hetta er 60. Árið, at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. Síðani ráðstevnan varð hildin fyrstu ferð í 1963, hevur aðalmálið verið “friður gjøgnum [...] gjøgnum samrøðu”. Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk. “ Vit
tí, sum Løgtingið tók frá teimum fyri 20 árum síðani. Bera vit nú saman lønina hjá tingfólki í 2001, so var hon í 2001 kr 26.567,47 - tá tosa vit bara um grundløn, ikki fyri nevndarløn og skattafrítt
bønarløta í kirkjuni í annaðkvøld. Vágs kirkja sigur á sínum facebook vanga soeliðis: Bønarløta fyri teimum saknaðu við Kambi verður í Vágs kirkju tórskvøldið 15. februar kl 19.00. Møguleiki verður eisini
miðalinntøkan hjá føroyskum løntakarum er vaksin nógv. Við nýggja lógaruppskotinum verður hámarkið fyri barsilspening hækkað við 5.000 kr. um mánaðin, úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. umframt eftirlønargjaldið [...] panini og eru ikki rættiliga komin inn á arbeiðsmarknaðin. Við uppskotinum verða umstøðurnar hjá teimum, ið eru nýútbúgvin betri. Hetta verður gjørt við at lestrarstuðulin eisini verður taldur við í ú