er farin í pørtum av oynni. Indonesia liggur í jarðskjálvtaøkinum kring Kyrrahavið, sum verður nevnt »eldringurin«. Annar jóladag í 2004 varð Indonesia rakt av einum jarðskjálvta, sum varð máldur til 9 [...] máldur til 6,1. – Brádliga fór alt at ristast, og eg fór í panikk, sigur 31 ára gamli Lukas Lotar, sum arbeiðir á einum sjúkrahúsi í økinum, við AFP. Hann greiðir frá, at sjúklingar flýddu úr sjúkrahúsinum [...] 9,1. Hann elvdi til eina ógvusliga flóðaldu, sum kostaði meira enn 220.000 fólkum í Asia lívið. Umleið 170.000 teirra doyðu í Indonesia. /Ritzau/
Í meira enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin [...] fingið sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum. Í sambandi við høvuðsumvælingina verður nógv av gamla innbúgvinum ikki brúkt aftur. Talan er millum annað um skáp, hillar, knakar, lampur og gardinur [...] fyri teimum ella vilja hava eitt minni úr gamla skúlanum. Vestmanna kommuna ger vart við, at nógvir av lutunum mugu skrúvast niður, og tí kann vera neyðugt at hava skrúvumaskinu ella skrúvublað við. Tá
Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá Edmund Jacobsen, sum er kendur sum sangari í Chase, og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík. Har tóku teir staklagið [...] meðan Kristoffer Mørkøre hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur. Á skránni í kvøld verða bæði løg hjá Norðkraft og fleiri av kendastu løgunum hjá Chase. Konsertin á Ljósfest [...] fyrstu ferð ein pallbólkur, tá teir spæla á Ljósfest í Vági. Konsertin verður samstundis eitt slag av tíggju ára hátíðarhaldi fyri bólkin. Norðkraft spælir harðan og melodiskan rokk við føroyskum tekstum
tá Jonas Wall legði sína orku í saxofonina. Bleiv so sanniliga eisini tikin av bóli, av frálíka solospælinum hjá Ara, sum eisini her var væl og virðiliga á hædd við tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri [...] Jákup Tórgarð og eisini hann kundi fáa tað fram, sum Eythor Gunnarsson megnar, tí eg kundi eisini fáa hesa kensluna av eyðkenda soundinum hjá Mezzoforte, sum riggaði væl millum serliga tangentarnar og guitarin [...] savnað sjey super groovandi funky tónleikarar, sum trinu á pallin í Reinsarínum, at fagna allarbesta superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru:
leikstjórar og framleiðarar í Føroyum verið nakað skeiklað, tí munandi fleiri hava virkað sum leikstjórar enn sum framleiðarar. – Vit hava kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum [...] Filmshúsinum. Sum liður í hesum arbeiðinum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum. Signe Byrge Sørensen er stjóri og ein av stovnarunum [...] stovnarunum í Final Cut for Real og er fýra ferðir tilnevnd til Oscar® sum framleiðari. Final Cut for Real er eitt danskt framleiðslufelag, sum tilsamans seks ferðir hevur verið tilnevnt til Oscar®. Síðan felagið
hendingin var partur av einari uppgerð millum tveir bólkar. Tilfarið, sum ákæruvaldið legði fram sum grundarlag fyri hesum, varð tó lagt fram fyri afturlatnum hurðum. Hetta víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði [...] tá dómarin kunngjørdi avgerðina um varðhaldsfongsling. Ein bólkur av ungum monnum var komin til rættin og slapp inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín [...] fráboðan um, at ein persónur var stungin við knívi. 16 ára gamli varð flogin á Ríkissjúkrahúsið, men doyði av løstunum. Løgreglan fekk skjótt illgruna til ein annan 16 ára gamlan drong. Hann varð handtikin umleið
hinvegin seg sjálvt og manningina á hvalabátunum sum órættaðan part í málinum. Í umbønini til løgregluna biður Kristján Loftsson vegna Hvalur hf. um avrit av øllum kanningartilfarinum. Hann vil eisini hava [...] stjóri í Hvalur hf., sigur við Morgunblaðið, at felagið hevur biðið løgregluna í Reykjavík um avrit av skjølunum í Bandero-málinum, millum annað avhoyringum og øðrum kanningartilfari. Men umbønin hevur [...] kannað, og hvør eigur Bandero og hevur skipið skrásett. Bandero er skip hjá Paul Watson-felagsskapinum, sum hevur verið í Íslandi í sambandi við mótmæli móti íslendsku stórhvalaveiðini. Íslendskir myndugleikar
klappaður av vøllinum í 84. minutti, men liðfelagar hansara vildu enn meira. Tá klokkan vísti 87 minuttir skoraði Olle Lindberg sigursmálið til 4-3 til Mjällby. Ein heilt ótrúlig prestasjón av Áka og liðfeløgum [...] karakterin: 8,6 (av 10 møguligum), og er sambært Soccerstand besti leikarin á vøllinum. Frá Sofascore fær Áki karakterin: 7,7. Sofascore gevur Jacob Bergström karakterin: 8,8, og hevur hann sum besta leikaran [...] Í 84 minuttir var Áki D. Samuelsen í dag partur av einum heilt ótrúliga góðum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr
fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand. Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping í sandflogbólti, sum Flogbóltssamband Føroya [...] ferð nakrantíð hevur skipaður sandflogbóltur í dag verið leiktur á Sandi. Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum. Veðrið hevur verið gott. Hann hevur [...] Súsanna og Rósa, og á triðja plássi Bylgja og Julie. Her eru nakrar myndir frá kappingini í morgun, sum vardi til nakað út á seinnapartin. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9##
uppgávan hjá FC Suðuroy, sum er á triðja plássi við 38 stigum, um eina viku, tá ið NSÍ verður gestur á Vágseiði. Um eina viki fær EB/Streymur, sum er aftast við sjey stigum, vitjan av TB. [...] Tað gekk sum eftir ánni hjá heimaliðnum, tá ið FC Suðuroy á ljósfestini í Vági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Eftir snópisligt 1-0 tap á útivølli ímóti FC Hoyvík fyri einari viku [...] tá ið hann skoraði til 6-1. Vágbingar skoraðu øll málini, tí tað var Fríði Holm, sum í ár spælir við EB/Streymi, sum kløkkaði heimaliðið, tá ið hann á hálva tímanum javnaði til 1-1. Eftir steðgin var