verður vertur, tá Beinir Johannesen og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, koma til Nuuk. Talan er bæði um hálvárliga ríkisfundin og fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. [...] stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført. Trygdin í Norðura [...] eftir verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. Tá verður serligur dentur lagdur á trygdarpolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis. Umframt stjórnarleiðararnar luttaka
fyri at hava kvalt børn síni, sum vóru fimm ár, trý ár og átta mánaðir gomul. Sambært ákæruvaldinum bað hon mann sín fara út eftir mati og heilivági, og hevði frammanundan roknað út, hvussu leingi hann fór [...] Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini, men verjin heldur fram, at hon var rakt av einari føðslusinnissjúku og tí ikki var revsirættarliga ábyrgdarfull, tá brotsverkið varð framt. Nævningarnir [...] Sullivan, hevur kortini biðið teir fara aftur til samráðingar og royna einaferð aftrat. Hann vísti á, at rættarmálið hevur verið drúgt og fevnt um frágreiðingar frá meira enn 80 vitnum. Verjin vísir á
Vestmanna, Norðurstreymoy og vegakervið sum heild. Ein tunnil kann stytta og tryggja ferðasambandið í Norðurstreymi. Núverandi farleið til Vestmanna er millum tær hægstu í landinum og kann vera óhøglig, serliga [...] fyrispurningin varð farið undir at fyrireika og prosjektera tunnilin í 2019. Síðan 2022 skulu játtanirnar millum annað vera brúktar til at kanna ymiskar møguligar loysnir og jarðfrøðina. Á fíggjarlógini fyri 2026 [...] eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju langtíðarløguætlanini hjá landinum
Vladimir Putin heldur russiski herurin fram við átøkunum móti ukrainsku býunum, Slavjansk og Kramatorsk, og hann sigur, at herurin eisini fyrireikar seg til nýggj og umfatandi álop á ukrainska orkukervið [...] landinum skaða, og hann noyddist at viðganga, at ukrainsku dronurnar eru ein avbjóðing hjá russiska herinum. ##med2## Í dag ávaraði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, flogfeløg og ferðafólk imót at [...] Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur við tíðindafólk, at Russland fer at vinna kríggið í Ukraina, og hann vísir aftur samrøðum við "terroristar", sum hann tekur til. - Tað er ómøguligt at samráðast við
Tíðindaskriv: Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá tænastu teirra fyri HARRAN á Filipsoyggjunum. Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men [...] Niclasen, sum er klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani [...] september mánað vitja tey heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík. Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni
tær detta inn á fjørðin, og so eru tær í hesar vikurnar, har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan [...] útláti frá aling og sláturvirkjum, dálkaðum brunnbátum og lívfrøðiligum tilfari. Blóð og slím frá smittaðum laksi innihalda serliga nógv virus. Enntá lúsirnar Lepeophtheirus salmonis og Caligus elongatus [...] til at vera ein ríkur og endurnýggjuligur kovi í longdini. Í Føroyum elska vit fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma
august mánað. Tær tilnevndu eru Sanna Svarvadal og Durita Hummeland úr KÍ, og Livyan Silva, ið spælir fyri B36. Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygardagin klokkan 18:00. Skrivar [...] tilnevndu eru Sanna Svarvadal, Livyan Silva og Durita Hummeland. Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini —————— Stórur spenningur er um fremstu plássini í bæði ovara og niðara bólki í endaspælinum í MeistaraDeildini
kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur fer at luttaka og fer at seta sín dám á løtuna. - Klokkan 17 fer barnakórið á Skúlatrøð at syngja, og eftir [...] framførsluna verða røður hildnar. Beinir Johannesen, løgmaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fara báðir at bera fram heilsanir. Frá klokkan 17.30 verður opið fyri almenninginum umborð [...] umborð á Logos Hope. - Tá fáa gestir høvi at uppliva skipið og vitja stóru flótandi bókasøluna. Logos Hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september, vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga
brúka hann. Tildømis á festivalum og túsundtals fólk standa lið um lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja teir somu sangirnar [...] fylt salin og kortini ikki kanst liva av arbeiðinum. „Men tónleikarar hava jú Spotify“ Jú. Og akkurát Spotify er eitt gott dømi um, hvussu nógv tónleikavinnan er broytt. Fyrr keyptu vit fløgur og plátur. [...] góðsku og lágan prís. Vit vilja hava tónleikin. Vit vilja hava festivalarnar. Vit vilja hava felagssangin. Vit vilja hava teir føroysku sangirnar, sum børnini læra, og sum vit sjálvi standa og syngja við
grønlendingar, og tinglimirnir á ársfundinum vístu grønlendingum sín stuðul og vónaðu, at partarnir finna eina virðiliga loysn. Fýra tilráðingar samtyktar Á ársfundinum vórðu fýra tilráðingar lagdar fram. Tær snúgva [...] av teimum trimum londunum í útnorðri: Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum saman við politikarum og gestum úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum viðger ráðið mál [...] fyri londini í útnorðri. Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva umrøðu á