summartiltøkini, men nú fleiri tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, kann eingin klaga. Á ovastevnu í Nólsoy í dag hevur veðrið verið gott, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld. Ternan hevur siglt um fjørðin [...] hetta eftir felagssangin ella so. Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast. Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at [...] tí gestirnir í Nólsoy á ovastevnu fylla vanliga uppí fleiri skip. Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið
25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin nevnir, at feløgini eru hoyrd og atlit verður tikið til hoyringssvarið, har eri eg ikki heilt samdur. Vit hava verið á trimum fundum [...] Sprotin kallar tað Sýnisrættargangur Nú er hetta ikki eitt rættarmál, og her er eingin sekur ella ósekur, men nýtt føroyskt orð kundi kanska verið sýnishoyring – Soleiðis kendist tað í øllum førum hjá [...] kann hjálpa, men at tað ikki er loysnin. Hóast hetta, so sigur borgarstjórin, at vit eru hoyrd, og at tey hava lurtað eftir okkara atfinningum. Orðabókin hevur eitt føroyskt orð fyri tað ið danir kallað
Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum at fáa lønandi rakstur í toskaaling. Men, norski toskaalarin Ode kann nú vísa á sítt fyrsta ár við avlopi, og hetta er fyri árið 2025. Kyst.no veit at sga, at
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA ynskir ikki at leingja vápnahvíldina við Iran. Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld. Í juni samdust Iran og USA um eina fyribils vápnahvíld [...] umførum framt álop á mál hjá hvørjum øðrum. Ein av stóru stríðsspurningunum millum londini hevur verið Hormussundið, sum er týdningarmikil siglingarleið fyri útflutning av olju og gassi.
Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at amerkanski forsetin, Donald Trump, hevur verið í samband við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un. Norska kringvarpið - NRK - endurgevur Donald Trump fyri at [...] er spurdur, um norðurkoreanski leiðarin hevði nakrar viðmerkingar um venjingina, var svarið. - Ja, tað hevði hann. Sambært NRK legði amerikanski forsetin aftrat, tá hann hitti tíðindafólk: - Kim Jong-un
Stórir sandbankar og turrur áarbakki eru komnir undan kavi fram við Donau í Eysturevropa. Tað sæst á einari nýggjari fylgisveinamynd, sum Copernicus, jarðeygleiðingarskipanin hjá ES, hevur almannakunngjørt [...] partar av Mið- og Eysturevropa í summar. Sambært Copernicus hevur vatnstøðan í stórum pørtum av Donau verið metlág ella nær metlág. Í juli var vatnføringin í næstan tveimum triðingum av ánni tann lægsta, sum [...] kunnu ikki sigla við vanligari last, tí tey stinga ov djúpt. Tey noyðast tí at taka minni farm við, og tað ger flutningin bæði dýrari og seinni. Serliga flutningurin av korni, koli, oljuúrdráttum og øðrum tungum
náttina til hósdag. Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar sambært Reuters. Vitali Klitschko, borgarstjóri í Kyiv, sigur, at Russland hevur lopið á býin við ballistiskum rakettum. Álop hava verið í trimum býarøkjum
handilsliga virkseminum hjá FIFA til privatar íleggjarar. Eisini asiatiska fótbóltssambandið AFC hevur verið sera atfinningarsamt móti mannagongdini. Hinvegin hava hvørki afrikanska fótbóltssambandið CAF ella [...] bundin at fíggjarligum stuðli frá FIFA gjøgnum menningarætlanina FIFA Forward, og at hetta kann gera tað torført at leggja seg út ímóti FIFA-forsetanum. ##med2## CAF hevur 54 limalond og er næststørsta m
Í vikuni er tað komið fyri, at ongi pláss hava verið tøk umborð á Smyrli, tí sera nógv fólk hava ferðast um Suðuroyarfjørð. Á sínum vanga á facebook hevur Tvøroyrar kommuna gjørt vart við hendan trupulleika [...] upptikin til fráferðirnar klokkan 12.30 og 17.30. Tað merkir, at um ein suðuroyingur ikki var vitandi um hetta áðrenn fráferðina klokkan 06.00, ber tað ikki til at sleppa av oynni eitt nú til avtalur á [...] frammanundan, eins og ferð viðari av landinum má annulerast. Tað er gleðiligt, at áhugin fyri at ferðast til og úr Suðuroynni er stórur. Tað frøast okur um, og okur bjóða øllum vælkomnum. Men ferðasambandið
flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum til læraraútbúgvingina, um ynski var at útbúgva fleiri lærarar. Her eru vit í serstøðu í Føroyum í mun til grannalondini, har tað er stórt [...] vóna, at samgongan skjótt ger álvara av at víðka um tvílæraraskipanina. Tað er brúk fyri, at tveir lærarar eru í flokkinum, og tað fer at gera stóran mun hjá næmingunum og lærarunum, sum hava ábyrgdina [...] heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag. Skúlarnir hava eina avmarkaða skipan við tveimum lærarum í flokkinum; tað er tvílæraraskipanin, sum landsstýrisfólkið setti í verk í 2011 at galda fyri 1. og 2. flokk. Skipanin