grindadrápi í einum øki, tá ið tað verður mett, at tey longu hava fingið nokk av grind. Bannið kann í mesta lagi verða galdandi í tríggjar mánaðir ísenn og tað kann fevna um eina ella fleiri hvalvágir. Í hesum [...] sum dømi. Okkurt árið hevur tað verið nokk av grind í Suðuroy. Tá ið fólk hava nóg mikið av grind, er tað ringt at fáa nokk av fólki at fara í grind og at taka grindina upp. Eisini er tað rættiliga [...] nú verður tað lættari hjá sýslumanninum at seta bann fyri fleiri grindadrápum í eina tíð. Ragnar Jacobsen heldur, at í hesum sambandi eru nøkur viðurskifti, sum tað verður neyðugt at fáa greiði á. Hann
sum skera upp, halda seg til sín hval. Yvirskipaðu skilhaldsreglurnar eru ásettar í § 9 í grindalógini. Øll, sum eru í grind á sjógvi ella landi, hava skyldu at lýða áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð [...] myndugleika at fyriskipa grindadráp, umframt rættindi og skyldur teirra, sum eru í grind á sjógvi og landi. Hvussu tað fer at rigga í veruleikanum, og um øll fara at halda tilmælini, má tíðin vísa. [...] almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali verða hildin, so eigur einki at vera til hindurs fyri at halda grind til, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum
Shepherd skipið Sam Simon, ið órógvaði seinastu grindina, liggur í løtuni í hetlendska høvuðsstaðin Lerwick. Óvist er hvar Brigitte Bardot er í løtuni. [...] einum tíma síðani fekk løgreglan boð um, at ein grind varð sædd vestan fyri Mykines. Viðkomandi, ið boðaði frá grindini, metti at talan var um eina stóra grind. Óvist er hvar hon verður rikin. Sea Shepherd
formaður í Grindamannafelagnum, at hetta ein spurningur, tey fara at taka upp til umrøðu í felagnum. Nær Grindamannafelagið fer at hava fund aftur, er óvist, men formaðurin sigur, at tað verður í hvussu [...] Í seinastuni hevur nógv rok verið um, at grind lýst til sølu. Men tað, sum serliga hevur elvt til umrøðu, er, at viðhvørt er prísurin so himmalhøgur, at tað stríðir ímóti øllum vanligum viti og skili. [...] Ólavur Sjúrðarberg. Hann heldur, at eitt forboð er púra nyttuleyst, tí vil nakar selja grind, og vil nakar keypa grind, skulu tey nokk finna útvegir fyri tí. Rúsevni eru forboðin og undir strongum eftirliti
Ein lítil grind verður hildin til á Skálafjørðinum í løtuni. Talan er um eina heilt lítla grind, fimm til tíggju hval. Bátar liggja hjá hennið og royna at reka hana, men sambært fólki á staðnum, so er
Fyri fyrstu ferð er grind deyð í Runavíkar kommunu. Tað hendi í dag, tá ein grind legði beinini í Funningsfirði. Har er grind tó deyð fyrr, men ikki síðani gamla Elduvíkar kommuna legði saman við Runavíkar [...] kommunu. Av býráðsskrivstovuni í Runavík verður upplýst, at grindin í Funningsfirði verður býtt í drápspartar og heimapartar, og at tað verður Skála og nakrar av smærru bygdunum í Runavíkar kommunu, ið fáa [...] bryggjuni í Funningsfirði · Skála og Skálafjørður - verður skorið upp á bryggjuni á Skála · Oyndarfjørður - verður skorið upp á bryggjuni í Oyndarfirði · Rituvík - verður skrorið upp á lendingini í Rituvík
merkis, at tey, ið halda at grind verður dripiná opnum havi, liggja í bólkinum, sum veit sera lítið um Føroyar. Kanningin vísir somuleiðis, at helmingurin av dønum halda, at grind er ein søluvøra, meðan 36% [...] fólk og etið. Aftur fyri vísir kanningin, at fólk hvørki eru samd ella ósamd í, um føroyingar skulu halda fram at drepa grind. [...] Í einari nýggjari kanning, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur latið gjørt, vísir, at 53% av dønum vita, at hvalirnir verða riknir upp á strondina og dripnir har. Hinvegin má
Í løtuni eru tey í ferð við at drepa grind í Hvalvík. Tað var klokkan fimm í morgun, at ein grind varð funnin uttan fyri Hósvík. Grindin svam spakuliga norðureftir. Við útvarpið sigur løgreglan, at fyrsti [...] nógvir springarar vóru uppií. Grindin varð hildin til stutt fyri klokkan sjey, og eini 50 fólk vóru við í drápinum.
nakrir hvalir vóru í Kalsoyarfirði. Ein bátur var komin á eina lítla grind beint út fyri tunnilsmunnan sunnan fyri Kunoyarbygd. - Tað er allarhelst talan um grindina, sum bleiv merkt í Gøtu í gjár, sigur Karl [...] á flot fyri at eygleiða hvalirnar. Tað verður sostatt ikki boðað frá grind í kvøld, og har verður ikki gjørt meira við hvalirnar í løtuni.
Seinnpartin í dag varð ein lítil grind funnin uttan fyri Húsavík. Hon varð tikin inn á Húsavík, har hon legði beinini fyri eini løtu síðani Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um 19 hvalir [...] hvussu hon verður býtt, hevur hann ikki tikið støðu til. Tað er nakað síðani at Sandoyingar fingu grind, so hann fer at vita um tað ber til at býta til alla oynna, men tað tekur hann støðu til, tá ið merkt