Klokkan 20.14 í kvøld fekk løgreglan í Havn um alarmsentralin boð um, at tað reyk undan tekjuni á bygninginum hjá teldufyritøkuni Com-Data í Klaksvík. Fyritøkan hevur ein bygning í fýra hæddum við Stangavegin [...] Stangavegin í Klaksvík, og tað var ein granni hjá fyritøkuni, sum fyrst var varugur við roykin. Sløkkilið í Klaksvík fekk boðini um eldsbrunan klokkan 20.15, men sum tað skilst, hevur tað verið sera trupult [...] gjøgnum vindeyguni. Sum vit hava skilt, so er lítil vón fyri, at nakað verður bjargað í bygninginum hjá Com-Data í Klaksvík
Tað var ongantíð nakar spenningur í seinnu FM-hálvfinaluni í Burn mansdeildini millum H71 og Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini. H71 vann ein knúsandi 37-15 stórsigur. Í steðginum var H71 á odda 21-9. Tá 15 [...] H71 fór at vinna greitt. Team Klaksvík vann fyrru FM-hálvfinaluna í Badmintonhøllini í Klaksvík 33-20, og teir hava sostatt vunnið hálvfinaluuppgerðirnar 2-0. Team Klaksvík kann tó fegnast um teirra besta [...] besta kappingarár nakrantíð í bestu mansdeildini. Leygardagin 2. apríl spælir Team Klaksvík bronsudyst móti antin VÍF ella KÍF. 3. apríl spælir H71 1. FM-finaluna av fimm møguligum móti antin VÍF ella KÍF
sendir Rás2 úr Klaksvík, og í dag verður sent úr Bakarínum hjá Jórun. Tosað verður við Jórun Mørkøre, sum leiðir Bakarríið og er kend sum ítróttarkvinna. Eisini fær sendingin vitjan av vertunum í Starabúrinum [...] Starabúrinum, sum er lokalsending úr Klaksvík. Harafturat verður tosað um nýggjárshald og klænkiskeið. Rás2 sendir úr Klaksvík frá kl. 15.10 til 16.55. Vertir eru Ragnhild Ellingsgaard og Annika Kunoy Im.
varð boðað frá grind út fyri Borðoyavík á Borðoynni. Grindin er nú á Klaksvík Nakrir hvalir eru deyðir í Klaksvík, men grindin er í fleiri bólkum og tykist ring at reka. Ein lítil bólkur er komin inn á [...] Pollinum. Smáir 30 bátar eru hjá grindini, sum teir royna at fáa rakstur á, sigur Dávur Winther úr Klaksvík.
Kjelnæs letur upp í Leikalund í Klaksvík týsdagin 3. august. Eydna Kjelnæs er fødd 1949 í Klaksvík. Hon hevur búð í Danmark síðani 1970. Umframt at hon hevur havt fleiri framsýningar í Danmark, hevur hon [...] hon eisini havt framsýning í Kunningarstovuni í Klaksvík. Fernisering verður týsdag 3. august frá 16-19. Listaframsýningin heldur fram yrkadagar somu tíðir sum opið er í Leikalund allan august mánað.
farið undir annað umfarið í Grand Prix-kappingini í talvi. Telva verður hesa ferð í fimleikahøllini í Klaksvík, har sjey umfør eru á skránni. Telvararnir fáa her eitt korter í part til hvørt talvið. Kappingin [...] ngini, sum Talvsambandið skipar fyri, og er hartil eisini partur av stóru talv-vikuni í Klaksvík, har GM Klaksvík 100 International verður telvd.
Klokkan 22 í annaðkvøld verður stór konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík Norska Dansebandet, Countrybólkurin og Elis Poulsen taka lut á stóru konsertini í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum byrjar klokkan [...] Kunningarstovuni í Klaksvík, fram til klokkan 16 í morgin. [...] klokkan 22 í annaðkvøld. Tað er Norðoya frítíðar og ítróttarráð, sum skipar fyri konsertini. Dyrnar lata upp klokkan 21, og hvørt atgongumerki kostar 250 krónur við dyrnar. Forsøla er í Magnstøðini og Kun
Norðdepil, Joan Mohr, Fuglafjørður, Bodil Simonsen, Saltangará, Charlotta Mikkelsen, Klaksvík, Brynhild Nolsøe, Klaksvík, Martha Ellingsgaard, Eiði, Jutta Linklett, Fuglafjørður, og Armgarð Eikholm, Hvalvík [...] Magni Høgnesen, Leirvík, Herman Eliasen, Leirvík, Rógvi Lamhauge, Syðrugøta, Meinhard Mikladal, Klaksvík, og Jóna Astrid Lambastein, Fuglafjørður.
pp hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið, sum bara hevði materiellan skaða, og eisini var politiið boðsent til húsaófrið onkustaðni. Annars verður latið væl at vikuskiftinum í Klaksvík. Friðarligt hevur [...] Fríggjadagin varð ein bilur stolin í Klaksvík. Hann var tó funnin aftur tveir tímar seinni, óskalaður. Eisini var ein lastbilur farin útav Viðareiðisvegnum, men har stóðst eingin skaði av óhappinum. Okkurt
lívsæðrin í Klaksvík, og verður Føroyagrunnurin privatiseraður, er vandin stórur fyri, at skip verða flutt úr býnum, segði Karsten Hansen. ? Tá kreppan rakti landið í 90?unum, tóku fólk í Klaksvík seg saman [...] skip í Klaksvík. Tí hevði tað verið ørskapur at farið at eksperimentera við at privatisera Føroyagrunnin, heldur Karsten Hansen. Føroyagrunnurin eigur JFK, sum hevur nógv virksemi í og úr Klaksvík. JFK [...] Klaksvík: Privatiseringar vóru eitt av evnunum, tá Karsten Hansen og íslendski starvsfelagi hansara, Geir Haarde, fundaðust í Klaksvík týsdagin. Á tíðindafundinum aftaná vóru møguligar privatiseringar