telist millum tær bestu í Europa. “Í Námi fegnast vit um heiðurin at vera kosin av eini óheftari dómsnevnd av serfrøðingum at koma á úrvalslistan til BELMA kappingina. Hetta er í sjálvum sær ein stór v [...] verið við í arbeiðinum”, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi. Dropar 9 er triðja og seinasta bókin í nýggju útgávurøðini í føroyskum til 7. til 9. flokk. Tær báðar fyrru bøkurnar hava vunnið BELMA. Í 2024 vann [...] ð, hevur vunnið BELMA virðislønina fimm ferðir. Fyrstu ferð var í 2020. Vinnarar av BELMA 2026 verða kosnir á bókamessuni í Frankfurt í oktobur. Tá fáa vit at vita, um Nám enn einaferð kemur aftur til
implantat. Í slíkum førum kann 1,5 Tesla-skannarin verða brúktur í staðin. Kemur ikki í staðin fyri mammografi MR-skanning av bróstum verður ikki eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin [...] fyrireikingunum, at MR-skanningar av bróstum væntandi kunnu byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november 2026. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnl [...] eftir ætlan MR-skannaðar fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november. Skanningarnar skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba. Sjúkrahúsverkið er komið so
løgmaður, í einum svari til Bjørg Lind, løgtingskvinnu, sum hevur sett honum ein skrivligan fyrispurning um snildbrillur í almenna rúminum. Bjørg Lind spurdi millum annað, hvørjar váðar løgmaður sær í, at fólk [...] ikki ólógligar Snildbrillur og líknandi tól eru ikki ólóglig í sjálvum sær. Tað kann nýtslan av teimum hinvegin vera. Sambært løgmanni er tað tí av stórum týdningi, at fólk sjálv eru varug við, hvussu tey [...] avmarkingum ella forboði í ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum er í stríð við bæði verndarlóggávu
Chukwudi fyrsta málið í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini. Tá 11 minuttir vóru farnir av dystinum hjá SV Ried móti Hartberg á útivølli fangaði Samuel ein returbólt, og beindi hann hegnisliga í netið til støðuna [...] sigursmálið í dystinum. Hjá Soccerstand var Samuel næstbesti leikarin hjá SV Ried. Har fær Samuel karakterin: 8,1 (av 10 møguligum). Sofascore gevur Samuel karakterin: 7,2. SV Ried er nummar átta í eysturríksku [...] Heimaliðið hevði lagt seg á odda við einum brotssparki longu í sætta minutti, og sjey minuttir undan steðginum legði heimaliðið seg á odda 2-1. Í 64. minutti javnaði Evan Eghosa fyri Ried til 2-2, men tað
rokanina, sum hevur verið í nátatíðini í Skopun. - Myndirnar taka fyru seg, og sigast kann ikki annað enn, at í Skopun er bygdasligt at búgva, verður lagt aftrat. Fleiri myndir av rokanini í Skopun kunnu síggjast [...] menn, sum hava sitið við grýturnar og skoldað, men í ár hava fleiri kvinnur eisini verið við. - Og ikki at gloyma okkara unglingar, sum hava verið uppi í frá byrjan, verður lagt aftrat. Sagt verður, at tað [...] kommuna legði um dagarnar nakrar myndir út á sína heimasíðu, har bæði kvinnur og menn fáast við náta. - Í allar bestu havhestatíð er gott lag á fólki. Tað hevur verið væl at fingið, og tað er stórur eftirspurningur
orkuskiftinum. Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin av sólorku skal vera 60 megawatt um árið. Av teimum skal umleið ein triðingur koma frá privatum tekjum [...] skulu rinda skatt, tá tey selja avlopsorku til SEV, men kunnu ikki trekkja keypið frá í skatti, tá tey keypa somu nøgd av streymi aftur frá SEV? Eg spurdi eisini, um nøkur ætlan er um at broyta hesi viðurskiftini [...] vegin og eina skattarokning av søluni hinvegin? Landsstýrismaðurin svaraði, at Taks hevur mett, at henda sølan eigur ikki at vera roknað sum vinnulig, og tí kann íløgan og keyp av øðrum streymi frá SEV ikki
stórar partar av Mið- og Eysturevropa í summar. Sambært Copernicus hevur vatnstøðan í stórum pørtum av Donau verið metlág ella nær metlág. Í juli var vatnføringin í næstan tveimum triðingum av ánni tann lægsta [...] orkuframleiðsluna í londunum fram við ánni. Kjarnorkuverk brúka vatn úr ánni til at køla reaktorarnar. Lága vatnstøðan og høgi hitin í vatninum hava tí noytt orkuverk at minka um framleiðsluna. Í Rumenia vórðu [...] hart rakt. Tá minni vatn er í ánni, verður vatnið skjótari heitt. Samstundis gerst innihaldið av dálkandi evnum størri, og minni súrevni verður tøkt hjá fiski og øðrum djórum. Í fleiri økjum eru síðuar hjá
eldri myndir av eldsløkking? Soleiðis spyrja tey í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiiði (SKS) í morgun. - Okkum tørvar nakrar eldri myndir, sum vísa eldar og eldsløkking. Í SKS siga tey, at í løtuni verður [...] Runavíkar kommunu. - Hevur tú eina ella fleiri myndir liggjandi, sum eru søguligar, so vinarliga set teg í samband við Sunleiv Højgaard, átaksleiðara á tlf. 218235, ljóðar áheitanin hjá Skálafjarðar Kommunala
goymslur av fiskamjøli og lýsi, sum væntandi røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Høgt virksemi í Føroyum Sambært stjóranum er gongdin í Føroyum framvegis góð. Bakkafrost tók 26.749 tons av laksi í Føroyum [...] Føroyum í øðrum ársfjórðingi, samanborið við 16.020 tons sama tíðarskeið í fjør. Miðalvektin á tikna fiskinum var 5,5 kilo, og framleiðslukostnaðurin var fýra prosent lægri enn í fjør. – Fiskurin í sjónum [...] fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni. Nýtt fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu. Sambært stjóranum fer
fekk klipp í koyrikortið, tí eitt barn í bilinum ikki var spent fast. Ein annar varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, sum eisini gevur klipp í koyrikortið. Eitt prutl varð tikið av løgregluni